sunnudagur 30. juli 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2006
tíðindi
Fiskiloyvini skulu
kunna keypast á
uppboðsølu og nýtast
í eitt avmarkað
tíðarskeið, áðrenn
tey skulu bjóðast
út av nýggjum.
Sambært Tjóðveldis–
flokkinum er
uppskotið um nýggju
skipanina bæði
sjálvregulerandi og
rættvís
UPPSKOT
Orð & myndir
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tjóðveldisflokkurin hevði
í morgun boðið til tíðinda–
fund á Gamla apoteki,
har uppskotið um at selja
fiskiloyvi á uppboðið varð
lagt fram.
Í stuttum snýr uppskotið
seg um, at verandi fiskida–
gaskipan skal avtakast, og
í staðin skulu fiskiloyvini
seljast á uppsølu - eini
Tilfeingisbúð, sum Tjóð–
veldisflokkurin rópar tað.
At siga seljast er kanska
at taka munnin ov fullan, tí
uppskotið hjá Tjóðveldis–
flokkinum er, at fiskiloyv–
ini skulu kunna keypast í
eitt avmarkað tíðarskeið. Tá
tað tíðarskeiðið er runnið
verða loyvini tikin aftur og
bjóðaði út av nýggjum.
Sambært
Tjóðveldis–
flokkinum verður henda
skipanin rættvís, sjálv–
regulerandi,
trygg
og
varðandi
fyri
vinnuna.
Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins, segði
enn tá, at uppskotið um
nýggju skipanina er ge–
nialt.
Við nýggja uppskotinum
førir tú tilfeingið aftur til
fólkið, samstundis sum
tú liberaliserar vinnuna,
staðfesti Tórbjørn Jac–
obsen,
framsøgumaður
Tjóðveldisfloksins.
Útjaðarin styrkjast
Atfinningarsamar rød–dir
hava fyrr í vikuni verið
frammi
og
funnist
at
uppskotinum frá Tjóð–
veldisflokkinum. Millum
annað
Henrik
Old
úr
Javnaðarflokkinum hevur
sagt, at ein uppboðssøla av
loyvunum fór at føra til
miðsavnan og at tað fór
at taka grundarlagið undan
teimum smáu.
Men sambært Tjóðveldis–
flokkinum, so er tað ongin
vandi fyri at so verður:
- Tað er verandi skipan,
sum fer illa við útjaðaran–
um, men hetta uppskotið fer
at skapa javnvág og tryggjar,
at øll kunnu bjóða á jøvnum
føti, segði framsøgumaður
Tjóðveldisfloksins.
Stóri spurningurin er so,
um uppboðsølan fer at hava
við sær, at tað bara verður
tann hægst bjóðandi, sum
fer at strúka avstað við
øllum loyvunum? - Nei,
soleiðis fer tað ikki at vera.
Øll boðini, sum koma inn
verða viðgjørd á sama hátt.
Tey verða øll tald saman,
og tey, sum so hava eitt
boð, ið er omanfyri miðal
fáa fiskiloyvi útflýggjað,
greiddi Høgni Hoydal frá.
Sambært
Tjóðveldis–
flokkinum verður tað í
nýggju skipanini vinnan
sjálv, sum tryggjar prísin,
og at fiskiloyvini ikki
verða seld fyri ovurhonds
stórar prísir, sum vit hava
sæð seinastu tíðina. Allir
føroyingar skulu kunna
bjóða upp á fiskiloyvini,
og harvið verða tað mark–
naðarkreftirnar, sum aftur
tryggja prísin á loyvunum.
Uppskotið hjá Tjóð–
veldisflokkinum leggur upp
til, at vit varðveita somu
bólkar, sum vit hava í dag.
Bólkur 1 og 2 skulu tó hava
møguleika at bjóða upp á
somu dagar, meðan bólkur
5 verður hildin uttanfyri.
Loyvini, sum bjóðað
verður uppá, verða bara
givin í eitt avmarkað tíðar–
skeið, men hvør er orsøkin
til hetta?
- Tíðarskeiðini loyvini
vara er treytað av, hvør
bólkurin er, men felags–
endamálið við loyvunum
má vera at hava so stutt
tíðarskeið sum møguligt, tí
so verða tey oftari bjóðað
út,
og
harvið
verður
dynamikkurin størri, segði
Høgni Hoydal á Gamla
apoteki í morgun.
10 ára skiftistíð
Tjóðveldisflokkurin ætlar
sær at leggja uppskotið fram
fyri tingið á ólavsøku. Men
longu áðrenn uppskotið
var almanna kunngjørt í
morgun, høvdu umboð fyri
allar samgonguflokkarnar
ført fram, at teir ikki fara
at taka undir við einum
uppskotið um uppboðsølu
av loyvum.
Og Tjóðveldisflokkurin
ásannar eisini, at tað ikki
ber til at innføra nýggju
skipanina frá degi til dags.
Tí er tað teirra uppskot, at
verandi skipan skal avtakast
og nýggja skipanin skal
innførast yvir eitt tíggju ára
tíðarskeið.
- Sambært lóggávuni
kunnu loyvini takast aftur,
uttan nakað endurgjald,
men vit eru greið yvir, at
nógv feløg hava gjørt stórar
íløgur og tí er tað, at vit
skjóta upp at taka 10% av
fiskirættindunum aftur ár–
liga í eitt 10 ára tíðarskeið,
vísti Tjóðveldisflokkurin á.
Afturtiknu fiskirættind–
ini eru so tey, sum allir
føroyingar kunnu bjóða
uppá.
- Longdin á tíðarskeiðunum á loyvunum er treytað av bólkinum, men høvuðsendamálið er at
geva so stutt tíðarskeið sum gjørligt, sigur Høgni Hoydal
Fiskiloyvini leigast í avmarkaða tíð
Broytingaruppskot um fiskilóggávuna:
Samstundis sum vit føra tilfeingið aftur til fólkið, so liberalisera vit vinnuna, sigur Tórbjørn Jacobsen um nýggja uppskotið um fiskilóggávuna
Tilfeingisbúðin er navnið á uppsøluni, sum skal taka sær
av søluni av fiskiloyvunum. Verandi fiskidagaskipan skal
avtakast og nýggja skipanin skal innførast yvir eitt 10 ára
tíðarskeið, har tíggju prosent av verandi fiskirættindum
verða tikin aftur árliga, soleiðis at um 10 ár eru onki eftir
av verandi skipan.
Í nýggju skipanini varðveita vit somu bólkar sum í dag,
men bólkur 1 og 2 kunnu bjóða upp á somu dagar.
Allir føroyingar skulu kunna bjóða upp á fiskiloyvini, og
sambært Tjóðveldisflokkinum er nýggja skipanin rættvís
og sjálvregulerandi.
Uppskotið verður lagt fyri tingið á ólavsøku.
Í Stuttum