Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 143 - 27. juli 2006 TÍÐINDI Müllersfólkið í Smiðjuni Í Smiðjuni í Lítluvík verða eyguni í hesum døgum vend móti Müllersfólkunum í Havn og teirra virk- semi innan føroyskt vinnulív. Talan er um fram sýning, ið ikki bert vísir søguna hjá eini familju, men eisini lýsir føroyskt vinnulív. FRAMSÝNING Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tórshavnar býarsavn skip- ar aftur í ár fyri søguligari framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hesaferð eru eyg- uni vend móti Müllers- fólkunum í Havn. Ætlanin var upprunaliga at gera eina framsýning um Ebbu Zahle Müller, ið eisini var nevnd Frúan ella Frú Müller, greiðir stud. mag. Jón í Haraldsstovu frá. Jón og Erland Viberg Joensen eru í Smiðjuni í upp lat- ingartíðini, og greiða fólki frá um framsýningina. Tá tað gjørdist greitt, at tað var trupult at skjalfesta Frú Müller, var farið undir at skriva um Müllersfólkið í Havn. Lagt verður fyri við H.C. Müller, ið var tann í Müllersættini, ið upp- runaliga fekk ábyrgdina av DFDS. Ein ábyrgd í sonurin Søren Emil Müller arvaði, og sum sonurin H.C. Müller yngri arvaði eftir honum. Frú Müller var einkjan eftir H.C. yngra. H.C. yngri doyði ungur frá konu og tveimum synum. Ebba Zahle Müller var einans 34 ár, tá hon tók yvir virksem- ið hjá manninum. Einkjan, ið var donsk, gjørd ist víðagitin sum stjóri reiðari og arbeiðs- gevari. Men í Havn var hon eisini kend fyri sítt stóra vælgerandi arbeiði í fel- agsskapinum Asylfor en- ingen, har kvinnur í Havn royndu at hjálpa, har tørvur var hjá fólki í býnum. Ebba Zahle Müller sat bæði sum nevndarlimur í Reiðara- felagnum og eitt skiftið sum formaður. Hon var virkisfús og tyktist at hava sera gott vinnuskil, t.d. seldi hon sluppirnar beint eftir kríggið, tí hon var greið yvir, at hesin fiski- skapur ikki hevði nakra framtíð, greiðir Jón í Har- alds stovu frá. Framsýningin vísir um - framt virksemið hjá Hans Christopher Müller, Søren Emil Müller og hjúnum Hans Christopher og Ebbu Müller, eisini søguna hjá Müllerspakkhúsi. Søren Emil Müller lat byggja pakk húsið, ið nú eru ment- anarhús. Pakkhúsini vóru miðdepil fyri virksemið hjá DFDS í Føroyum. Á framsýningini eru bæði umsókn um byggiloyvið, fraktbøkur og gamlar mynd ir, eins og nýggjar myndir av søguligum slóð- um í húsunum. Framsýningin er sera áhugaverd og lýsir søguna hjá einum av mest sjónligu ættunum í føroyskari vinnulívssøgu í 19. og 20. øld. Framsýningin er opin kl. 15-20 hvønn dag fram til 6. august. Í ár verður ikki bert tjald- ingarøkið úti í Grøv nýtt á Summarfestivalinum. Pláss eru útvegað til fleiri hús- vagnar afturat teimum 15, ið kunnu standa úti í Grøv. Norðan fyri Tekniska skúla verða pláss fyri einum 25- 30 húsvagnum – umframt at Kunningarstovan ar b- eiðir við at finna eitt betri hóskandi tjaldpláss afturat tí, ið er úti í Grøv. Í fjør var partur av tjald- økinum ov bratt, og tískil arbeiða vit við at finna aðrar hóskandi møguleik- ar, verður sagt av Norðoya Kunningarstovu. Ætlanin er somuleiðis at býta tjald- økini sundur, soleiðis at barnafamiljurnar kunnu vera fyri seg. Norðoya Kunningarstova hevur ábyrgdina av tjald- økjunum. Sostatt hevur Summarfestivalurin sjálvur onki við tað at gera. Tað lættir sera nógv um hjá okkum, at Norðoya Kunn- ingarstova umsitur tjald- ingina, sigur Steintór Ras- mussen. Eins og í fjør fer Ansni at hava vaktir á tjaldingar- økjunum. Av Kunningar- stovuni verður sagt, at vaktarhaldið verður á leið tað sama aftur í ár. Tað vil siga, at fleiri vaktir verða á tjaldingarøkinum frá fríggjadegi klokkan 16 til festivalgestirnir eru farnir av aftur økinum. Í fjør hildu summi, at teinurin millum tjaldingar- økið og festivalplássið var heldur langur at ganga, tí hava fyrireikararnir í ár valt at seta buss at røkja farleiðina. Bussur koyrir millum tjaldingarøkið og festivalplássið hvønn tíma Summarfestivalurin betrar tjaldinginarmøguleikarnar Í ár verða umstøður - nar at tjalda á Summ- arfestivalinum betrað- ar munandi m.a. verður busssamband millum tjaldingarøkið og festivaløkið SUMMARFESTIVALUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Beinta av Reyni í Bredgade Kunsthandel Jón í Haraldstovu og Erland Viberg Joensen greiða frá um Müllersfólkini Unga føroyska listakvinnan Beinta av Reyni vísir í august fram málningar sínar í Bred - gade Kunst handel Umsóknin um byggiloyvi til Müllers Pakkhús er millum tey áhugaverdu skjølini, ið verða sýnd fram Tríggjar vikur frá og við 4. august verður fram- sýningin Håndplukket í Bredgade Kunsthandel í Keypmannahavn. Millum tey fýra ungu listafólk- ini, ið hesin háttvirdi listahandil leggur vegg til, er Beinta av Reyni. Unga føroyska lista- kvinnan við tí listarliga eftirnavninum er somikið spennandi, at hon, saman við Anne-Mette Jørgen- sen, Frodo Mikkelsen og Ina Rosing, er vald út í stóru rúgvuni av ungum listafólkum, ið royna seg innan danska málninga- lista pallin. Á heimasíðu síni skriv- ar Bredgade Kunsthandel m.a um Beintu av Reyni, at hennara tekniskt gjøg- numarbeiddu listaverk vekja ans. Litirnir og skipanin gera, at tey virka sterk í eygunum á fólki. Hennara nýtsla av orna- mentikki er næstan hyp- notiserandi. Tú fært eina kenslu av, at tú ert bæði innaní og uttanfyri mot- ivheimin í myndini, við hesum avbjóðar Beinta sambært Bredgade Kunst- handel, tann klassiska naturalistiska málningin, við eini meira modern- aðari mynda áskoð an. Beinta av Reyni hevur seinastu árini sýnt fram bæði einsamøll og saman við øðrum í Føroyum og kring Danmark. MENTAN Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Nr. 143 - 27. juli ni Umsóknin um byggiloyvi til M ll P kkhú ill áh d