sunnudagur 30. juli 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2006
9
tíðindi
Stóri salurin í
Ebenezer verður
bygdur um. Tey
vóna, at arbeiðið
verður liðugt
tann 1. november.
Meginparturin av
arbeiðinum verður
gjørt ólønt
EBENEZER
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Samkomuhúsið Ebenezer í
Havn hjá brøðrasamkomuni
verður bygt um. Ovari salur
verður umbygdur. Nýggjur
pallur verður gjørdur og
balkongin verður eisini um–
bygd. Balkongin er minkað,
og benkurnar verða gjørdar
eins og trappur, so at tey,
sum sita aftast eisini síggja
væl oman á pallin.
Eitt minni rúm er gjørt,
sum verður stova. Eisini
hava tey gjørt eitt rúm til
teknikkin. Salurin fer at
rúma um 700 fólkum.
Napoleon Vang er virkin
í Ebenezer, og hann letur
væl at arbeiðinum:
- Nógv av arbeiðinum
verður gjørt ólønt. Gólvið,
gongir og veggir hava vit
fingið løntar handverkarar
at gera, men annars eru tað
fólk úr Ebenezer, sum gera
alt. Vit halda summarfrí nú,
men vit ætla at fara í gongd
aftur um hálvan august,
sigur Napoleon.
10.000 tímar av óløntari
arbeiðsorku
- Vit arbeiða hvønn dag
uttan mikudag og sunnu–
dag. Vanliga eru um 20
til 30 fólk hvørt kvøld og
hjálpa til. Eg havi rokna
út, at tað higartil eru nýttir
10.000 tímar í óløntari
arbeiðsorku.
- Vit vildu fegin byggja
um, tí at tað trongdi til. Tað
er einki gjørt síðani 1964.
Tit tíðindafólk tosa altíð
um “deadline”, og vit hava
sett okkara “deadline” til
1. november, tí at tá byrja
samfelagsmøtini, sigur Na–
poleon.
Hitt fyrsta Ebenezer-
húsið varð tikið í brúk 17.
juli 1905. Í 1932 varð vaksið
um húsið, og í 1963-64 varð
gamla húsið tikið niður, og
núverandi hús varð bygt í
staðin. Gamli Ebenezer-
bygningurin er tann, sum
nú stendur í Saltangará. Tað
var bygt upp aftur har, og
húsið verður nú kallað fyri
Berøa.
Møtir á ólavsøku
Ebenezer liggur í mið–
býnum, og har eru nógv
fólk, sum ganga framvið.
Útimøtini á ólavsøku uttan–
fyri Ebenezer eru vorðin
ein býarmynd. Møtini verða
eisini í ár:
- Vit hava útimøtir ólav–
søkuaftan og ólavsøkudag.
Eisini verður opið hús, sum
tey ungu skipa fyri, eftir
útimøtið ólavsøkuaftan.
- Tað er stórur aktivitetur
á ólavsøku, og her eru eisini
nógv full fólk, men øll fara
væl um. Vit kunnu ikki
klaga um nakrar trupul–
leikar hasum viðvíkjandi.
Ebenezer verður bygt um
Fyrrverandi
trúboarin Gracia
Burnham er í
Føroyum á vitjan.
Gracia er vorðin kend
sum rithøvundur
og talari. Hon og
maðurin, Martin
Burnham, vóru
trúboðarar í
Filipinunum frá
1986 til 2002. Síðsta
árið tey vóru í
Filipinunum vóru tey
hildin gíslar av Abu-
Sayaf
TRÚBOÐAVITJAN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Gracia
Burnhams
er
fyrrverandi trúboðari fyri
New Tribes Mission í
Filipinunum.
Síðsta árið í Filipinunum
vóru hon og maðurin, Mar–
tin Burnham, hildin gíslar
hjá
yvirgangsbólkinum
Abu-Sayaf.
Hon
hevur
skrivað
tvær bøkur um hennara
upplivingar sum gísli hjá
yvirgangsbólkinum Abu-
Sayaf. Eisini ferðast hon
runt heimin og talar um
hennara upplivingar.
Maðurin doyði
Filipinski
herurin
var
mangan
í
samanstoytir
við Abu-Sayaf. Tann eina
skotbardagan var Gracia
Burnham
og
Martin
Burnham rakt av skotunum
hjá herinum. Yvirgangs–
menninir rýmdu og Gracia
var bjargað, men maðurin
var raktur í bringuna, og
hann doyði av løstunum
Eftir óhugnaligu upp–
livingina
hevur
Gracia
ferðast
runt
heimin
í
4 ár og greitt frá sínum
upplivingum.
- Gud hevur broytt mítt
hjarta. Tá ið eg kom heim,
kundi eg velja at vera bittur
um at maður mín doyði ella
glað um at vera bjargað.
Gud hevur givið mær styrki
til at vent hetta til tað góða.
Eg vóni bara, at eg kann
vera við til at hjálpa fólkum,
sum hava tað ringt, segði
Gracia Burnham millum
annað á tíðindafundi í
Miðlahúsinum í dag.
- Gracia er komin her fyri
at geva føroyingum nakað,
men hon eisini komin, so at
Føroyar kunnu geva henni
nakað, segði Ólavur Jøkla–
dal, fyrrverandi trúboðari í
Filipinunum.
Gracia Burnham fer at
tala í Ebenezer sunnudagin.
Týsdagin verður høvuðs–
tiltakið, tá ið hon fer at
tala í ítróttahøllini á Eiði.
Annars fer hon eisini at
halda frí og slappa av í
Føroyum.
Meira um Gracia Burn–
ham í Sosialinum mána–
dagin.
Gracia Burnham í Føroyum
Gracia Burnham, fyrrverandi trúboðari í
Filipinunum, er í Føroyum á vitjan. Hon
og maðurin vóru hildin gíslar í eitt ár av
yvirgangsbólkinum Abu-Sayaf. Hon var sera
kensluborin, tá ið hon greiddi frá tilburðinum,
tá ið maður hennara doyði. Nú ferðast hon runt
heimin og greiðir frá sínum upplivingum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Stóri salurin í Ebenezer verður bygdur um. Hann fer
at rúma um 700 fólkum. Hetta er fyrstu ferð, at húsið
verður bygt um síðani 1964
( Mynd: Heini S. Kristiansen )
Sannleikans tími:
Rakt við
basaltið
Oljuboring
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað
er
av
álvara
sannleikans
tími
úti
á
Brugduleiðini
á
landgrunninum
júst
í hesi løtu. Borurin
umborð á Stena Don
rakti seint í gjárkvøldið
við trúkku basaltfláirnar
í undirgrundini. Sigurd
í Jákupsstovu, stjóri á
Jarðfeingi váttar hesi
tíðindi og sigur, at
boringin hevur gingið
sum ætlað. Tað vóru í
gjár 14 dagar síðani, at
borururin varð settur í
undirgrundina. Tað hevur
verið sagt, at basaltið er
1 kilometur tjúkt, men
hetta er framvegis óvist.
Komandi dagarnir fara at
vísa, hvussu hart basaltið
er og harvið hvussu skjótt
tað verður at bora niður
ígjøgnum. Málið hjá
Statoilsamtakinum er at
bora umleið 3800 metrar.
Hetta er fyrsta oljuboring
á landgrunninum í trý
ár. Sigurd í Jákupsstovu
sigur, at nú er bara at
vóna, at tað gongst væl at
bora gjøgnum basaltið.