Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 143 - 27. juli 2006 Ólavsøkan er okkara tjóðarhátíð, tá flestu føroyingar fylkjast í Tórshavn. Eisini nógvir av okkara landsmonnum, sum eru undir útbúgving ella hava fest búgv í útlondum, koma heim til at halda ólavsøku saman við vinum og kenningum. Sostatt savnar ólavsøkan flestu av okkum til gam­ an og álvara. Her eru ítróttartiltøk og mentanar­lig tiltøk av ymsum slag. Mong eru í tjóðarbúnað og setir tað sín heilt serstaka dám á tjóðarhátíðina. Vit eiga ikki at undirmeta týdningin ólavsøkan hevur fyri tað menniskjansliga sambandið. Hetta at tú hittir gamlar vinir og kenningar, sum tú ikki hevur sæð í mong mong ár. At dyr standa opnar og tú kanst støkka inn á gólvið er so eisini eitt av teimum góðu eyðkennunum við ólavsøkuni. Gestablídni er í hásæti og tú kennir teg vælkomnan alla staðni. Tað er líkasum ólavsøkan umframt at minna okkum á okkara felags samleika eisini fær fram gleðina og tað góða í okkum øllum. Tað er tí ikki ov nógv sagt, at ólavsøkan er við til at byggja brýr millum føroyingar flestar. Fíggindaskapur og vónloysi eru bráddliga horvin. Tolsemi, virðing og vinskapur standa harafturímóti ovast á breddanum. Miðlahúsið í Vágsbotni ynskir eisini at vera við til at fylla út hesar góður karmar, sum ólavsøkan gevur okkum. Vit hava tí gjørt av at hava opið hús, har vit borðreiða við framsýning, filmsfyrivísan og konsertum av ymsum slag. í sama viðfangi hava føroyingar møguleika at síggja hetta góða gamla og søguliga hús, sum hýsir ikki bert einum blað og øðrum miðlum men eisini er vælegnað til alskyns tiltøk gjøgnum alt árið. Vit fara við hesum at ynskja øllum eina góða ólavsøku og minna á, at tit eru vælkomin at støkka inn á gólvið í Tórsgøtu 1 ólavsøkudagarnar at hoyra góðan tónleik, síggja skemitekningar og bretskan film, sum var tikin upp í Føroyum í 1968. Sosialurin Góða ólavsøku Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Eg tori at siga, at alt ov nógvur lokalpolitikkur er í løgtingsarbeiðnum; samstundis veit eg, at at nú verði eg sjálv skírd at vera lokal Lisbeth L. Petersen SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 viðmerkingar Hvussu ofta hoyra vit ikki frá løgtingsins røðarapalli, at hesin spurningurin er so trupul at loysa,og at fyrst mugu vit fáa eitt greiðari býti millum land og kommunu? Ikki er ov nógv sagt, at tað tykist vorðið hent um­bering og lættur máti at sleppa undan at taka truplar spurningar upp til viðgerðar, tá á stendur ! Slíkir spurningar eiga ikki at vera hangandi í leys­ari luft, men at takast upp, so semjur kunnu finn­ ast, og har løtan ikki er búgvin, eiga fyribils og ávegis loysnir at gerast við greiðum endamáli, at avgerð skal fáast innan ávíst tíðarskeið Føroyskur politikkur Tá vit í fjølmiðlunum kunnu síggja uppskot í álvara um at stovna t.d. ein Suðuroyaflokk, ella kanska eina „útjaðarasamgongu“, so eru hesi uppskot dømi um lokalan poltikk í einum lítlum landi, og als ikki landspolitikk. Hvar eru hugsjónirnar um eina tjóð, sum vil standa á egnum beinum, antin tað so er sum fullveldi ella sum sjálvstýrandi tjóð í einum størri felagsskapi ? hvar eru ideologisku floks­ áskoðanirnar ? Grønland eitt valdømi. Á ferð í politiskum ørindum í Grønlandi í summar, har vit føroysku umboðini hittu onnur umboð úr Útnorði, fekk eg høvi at tosa við bæði royndan mannligan politikara í Grønlandi um­framt fleiri og eisini væl yngri kvinnuligar politik­ arar úr ymiskum flokkum, og øll vóru samd um, at royndirnar við einum val­ dømi í Grønlandi eru væl­ eydnaðar. Tá eg førdi fram, at striltið gekk herheima, um tað so var bert at tosa um Føroyar sum eitt valdømi, so vóru tey afturímóti samd um, at nú bar til at føra landspolitikk og ikki kommunalpolitikk í grønlendska landsting­in­ um. Søgurnar í Føroyum um at helst fóru broytingar at koma í Grønlandi, tí roynd­in var miseydnað, var ikki sonn, søgdu tey. Onkur politikari hevði hesa áskoðan, men teir vóru fáir í tali, og har vóru ongar ætlanir um broytingar. Ber til at samanbera? Væl ber til at samanbera fráleika frá oyggj til oyggj í Føroyum, hyggið bert at kortinum. Samanber so við støddina á Grønlandi ! Tað sigur alt ! Í Grønlandi hava tey eitt valdømi. Í Føroyum hava vit sjey ! Herheima hjá okkum ber til hjá øllum tinglimum at møta á tingfundi ein dag, fara heim at sova, og so møta á fundi aftur dagin eftir, tá vit ikki taka suðuroynna við, tí har er frástøðan og ferðamøguleikarnir skerdir. Tinglimir fáa endurgoldið fíggjarligan miss við ferð­ ing, so tað skuldi ikki verið nøkur stór forðing. Løn fáa teir hvønn dag umframt pen­ sjón, tá tann tíðin kemur. Hvør er lokalur ? Eg tori at siga, at alt ov nógvur lokalpolitikkur er í løgtingsarbeiðnum; sam­ stundis veit eg, at at nú verði eg sjálv skírd at vera lokal, men skal tú ikki sleppa at verja títt øki, tá hetta øki verður kritiserað fyri at hava alt og haraftrat at taka restina frá hinum, so ber onki til. Vit skulu sum lands­ politikarar øll arbeiða fyri okkara landi og fólki, sum her býr. Kommunalpolitikarar skulu verja og menna kommu­nala økið og føra kommunal­politikk Og tá nú stundar til Ólavsøku, so kann eg ikki lata vera við at gleðast og eri ikki sørt errin av okkara øki við bæði tess dygdum og lastum, og vil sum havnarfólk bjóða tykkum øllum vælkomin til okkara deiligu Havn ! Góða ólavsøku. Lands- ella Kommunalpolitikkur løgtingslimur Lisbeth L. Petersen útgáva Tíðindaskriv Forlagið Fróðskapur gevur út bókina Bókmentaljós. Bókmentaljós er greinasavn við yrkingum og greinum um bókmentir, mál og mentan. Skrivað hava yrkjarar og bókmentafrøðingar úr øllum Europa og USA, tískil eru summar greinir á enskum, ein er á týskum, nakrar á íslendskum, donskum, norsk­um og svenskum, men flestar eru á føroyskum. Kvinnurørsla og sam­ kynd, Bókmentagreinir, Ferðing, Yrkingar, Pippi og mál, Kvæði og Heið­ ursrit teljast millum inni­ haldið í bólkini, sum Mal­ an Marnersdóttir, Dagný Kristjáns­dóttir, Leyv­­oy Joen­sen og An­finnur J­o­ han­sen hava lagt til rætt­ is. Amariel Norðoy hevur gjørt permumyndina á bók­ ini, sum er 411 síður til støddar og kostar 340 kr. Føroyaprent hevur umbrotið og prentað bókina. Bókmentaljós