Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2006 11 tíðindi Eftir at Janus Mohr í mong ár hevur myndað sendingina Føroyskir Sangir í Útvarpinum, hevur Zacharias Sørensen nú átikið sær leiklutin sum vertur. Hann ivaðist ikki, tá hann varð spurdur, og hann fylgir leistinum, sum hevur eyðkent sendingina, men tó verður størri og breiðari úrvæl innihaldsliga Útvarpsvertur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Mynd; Álvur Haraldsen Eftir at Janus Mohr legði frá sær fyri aldur í starv­ inum í ÚF, eftir í mong ár m.a. at hava verið vertur í sunnudagssendingini Før­ oyskir Sangir, hevur Zacha­ rias Sørensen sett seg í stólin sum vertur í send­ ingini. Sendingin byrjaði í ok­ tober í 1983, upplýsir Janus Mohr, og Janus gjørdi 1063 sendingar. Øll handritini eru til taks, eins og Janus gjørdi sær savn við sonevndum stikkorðum, so hann visti nær hann hevði prátað um tey ymsu evnini, so vandi ikki gjørdist fyri ov mong­ um endurtøkum. Vit hava hitt nýggja vert­ in, fyri at fáa sett andlit á røddina og fyri at frætta, um broyt­ingar eru væntandi, tí smá­vegis broytingar eru longu at hóma, nú nýggjur maður er komin í sessin. – Leisturin er hansara, sigur Zacharias Sørensen, og sipar til Janus Mohr. – Hann hevur havt send­ ingina í mong ár og hetta skal vera framhald av hes­ um. Men eg leggi meg eftir at hava størri úrvæl og at víðka innihaldið. Eisini royni eg at fáa nakað av tí nýggja við, sigur Zacharias Sørensen. Sangbært – Eg havi sett mær fyri at koma nógv út í krókarnar, so at skilja, at eg royni at fáa tað við, ið ikki verður nógv spælt. At fáa tað við, ið er sangbært, men sjáldan spælt, sigur nýggi verturin. – Eg haldi fram við at hava tað gamla við, men eisini nýtt. Tað hevur týdning at hava tað sangsøguliga við og hetta hevur eisini mín áhuga. Vit síggja eisini, at bólkar og sangarar leita aftureftir í størri og størri mun, sigur Zacharias, sum sigur meginregluna vera, at tað sum spælt verður, skal vera sangbært. – Eg skilji sendingina sum stuðlan av okkara felags­sangmentan, sigur Zacha­rias. Sum nakað nýtt hava norð­urlendskir tjóðsangir verið at hoyra í sendingini. – Teir eiga pláss og teir standa í Sangbók Føroya Fólks. Føroyskir sangir eru eisini í familju við aðrar norðurlendskar sangir, met­ ir Zacharias Sørensen. Upptøkur – Ein stórur partur í øllum hesum er at gera nýggjar upptøkur. T.d. ætlaði eg at hava ein sang úr Føroya Fólks um Ólav Trygvason við í sendingini nú sunnu­ dagin. Men sangurin fanst ikki í savninum. Jú, her manglar nógv enn, hóast Janus Mohr hevur gjørt eitt sera størt arbeiði á hesum økinum, sigur Zacharias Sørensen. Hann ivaðist ikki, tá hann varð spurdur um at taka við, tá Janus fór. – Hetta er bundið, tí tað er ein sending hvørja viku. Og eg havi annað arbeiði, so hetta er frammíhjá. Men eg haldi hetta er meiningsfult arbeiði og eg vil fegin vera við til at menna felagssangin í Føroyum. – Sangur er okkara okk­ ara tónleikaliga rávøra og smittar á alt hitt. Men sangurin er eisini í vanda við altjóðagerð og øllum, ið kemur inn á okkum. Útboðið veksur. Fólk gerast minni virkin og alt meir eygleiðarar ella áhoyrarar, metir Zacharias. – Føroyingar syngja meira, enn gjørt verður aðra­staðni, og tað eiga vit at halda fast við. Og tað er ein søgu­lig frágreiðing: vit hava so longi bara havt sang og ongi ljóðføri. Hví vit so seint hava fingið ljóðføri, er ilt at siga. Víkingar kendu ikki nógv til ljóðføri og ljóðføri hava søguliga ofta verið hjá teim ríku. Men føroyingar hava søguliga og kirkjusøguliga sungið nógv og verið virknir, greiðir Zacharias frá. – Tað hevur verið ein dygd at syngja. Øll vilja kanska ikki kennast við tað, men tað bleiv kappsungið í kirkjuni. Nógv varð hildið um tey, ið dugdu at syngja og dugdu nógvar sangir, sigur Zacharias Sørensen. Andsøgnin Hann metir, at ÚF, ella Kring­ varpið, so avgjørt hevur ein leiklut í útbreiðsluni av løg­ um og sangum. – Men útvarp hevur eisini standardiserað sangin og hev­ur sostatt bæði breitt sangin út og gjørt hann meira stirvnan, heldur Zacha­rias. – At spæla felagssang fyri fólki, ið bert situr og lurtar, er kanska ein andsøgn, men hinvegin kann hetta læra fólk sangirnar. Men í sær sjálvum er tað ein andsøgn, at fólk lurtar eftir felagssangi. Tað spennandi er, um miðlarnir kundu bliv­ið meira interaktivir á hes­um økinum eisini í fram­tíðini, sigur Zacharias Sørensen. Nýggi verturin vil stuðla felagssangmentanini Zacharias Sørensen 56 ár Lærari í tónleiki í Studentaskúlanum í Hoydølum Prógv sum cand mag frá lærda háskúlanum í Århus í 1984 við tónleiki sum høvuðsgrein og myndlist sum hjágrein. Byrjaði at undirvísa í Hoydølum í 1982. Gav út Sálmaløg Føroya Kirkju í 2000 saman við Knút Olsen. Givið út á egnum forlag Løg til Sangbók Føroya Fólks, 2003. Er virkin í Føroya Sanglærarafelag. Stovnaði Rútmiska Kórið í Hoydølum og er leiðari tess enn. FAKTA Heilsusøgan út í bók Bókin Kunnskap og makt lýsir hugburðin í føroyskum heilsu­poli­ tikki frá fyrst í 19. øld og fram til heimastýristíðina. Sambandið millum kunn­skap og makt er knýtt at hugsunarhátti heldur enn persónum. Við­gerðin byggir mill­ um annað á greinir og frágreiðingar, sum læknar hava skrivað um føroysk heilsuviðurskifti í læknatíðarritum og fyri donsku heilsu­mynd­ ugleikarnar. Hugsan teirra um, hvørji tiltøk áttu at verðið sett í verk, ber dám av læknafrøðiligu vitanini í samtíðini. Eitt nú fór tann nýggja læran um bakteriur sein­ast í 19. øld at seta reinføri í miðdepilin. Men frá­ greiðingarnar hjá lækn­ unum vísa, at ikki bara læknafrøði stýra frá­ sjón og fatan hjá ser­ frøðingum. Ymiskir tættir í før­ oyskari heilsu­politiskari søgu verða lýstir, teirra millum framvøksturin av kommunlæknaskipan­ini og av sjúkrakassum. Bókin hevur 13 kapittul: l . kap.: Ástøði 2: kap.: Føroya søga 3.-4. kap.: I. skeið: Skráseting av heilsu­ støðuni í danska ríkinum 5.-8. kap.: II. skeið: Liberalisma undir umsorgan og eftirliti ríkisins 9.-12. kap: III. skeið: Føroyskt sjálvræði og/ella atgongd til ágóðar í danska væl­ ferðarríkinum 13. kap.: Luttak­arar og áskoðarar í føroyskum heilsupolitikki Fylgiskjøl: Skrá yvir allar kommunulæknar fram til 1950 Fróðskapur gevur bókina út. Hon er 446 s. og hev­ur 36 fotomyndir um­framt strikumyndir, talv­ur og tekstmyndir. Ingi Joensen hevur gjørt permu­myndina, og bókin er prentað á Føroyaprent. Útgávan er stuðlað av Vísindagrunni Føroya Sparikassa, av Grunni Onnu Djurhuusar til áminn­is Sverra Fon og av Universitetinum í Berg­en.