Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2006 13 Jenny Victoria Holm Mortensen, av Tvøroyri, vanliga nevnd Missan, andaðist á Suðuroyar ellis- og røktarheimi, mikudagin 26. juli, 86 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Tað verður so mangan sagt um føroyingar í útlegd í t. d. Danmark, at teir »dvældust á Flatlondum ævina alla«. Men Hans Korsgaard, sum er dani, hevur dvældst í Føroyum eftir hondini meginpartin av ævi síni, nú hann rundar tey hálvthundrað í dag. Hann kom til Føroya fyri áleið 25 árum síðani í sambandi við at »Ursølan« hjá Arnold Berg læt upp handil í SMS, tá annað byggistig av hand­ ils­miðstøðini gjørdist veru­ leiki, og har var Hans so sum ur­makari og seljari, og honum dámdi hetta so sera væl. Hans sigst vera tikin úr leikum sum sølumaður – for­­rætningsmaður, so tað gekk ikki von tíð, so læt hann upp egnan handil, ið bar navnið »Klokkan«, í Dr. Jak­obsensgøtu, og væl lá fyri hjá hesum fryntliga og skemtiliga dana – ja so væl, at hann nøkur ár eftir hevði vunnið sær høli uppi í SMS yvir av Føroya Banka, har hann húsaðist til einaferð seinnapartin í nítiárunum, tá hann og Giss­ur Patursson kastaðu saman og løgdu lunn­ ar undir tann væleydnaða hand­ilin »3’aran«. Tilætlað ella ikki, so hava Gissur og Hans á ein hátt brot­ið upp úr nýggjum við hesum stigi at leggja saman fyritøkur. Í øllum førum er tað vorðið alt meira vanligt, at virkir og handlar kasta saman ella skifta eigarar – eitt nýtt frískligt lot í føroyskari handilsvinnu! Seinni hava Hans og Gissur fingið Høgna við í eigaraskaran, so teir soleiðis kunnu liva upp til navnið »3’aran«. Men alt hevur sína tíð... Nú frættist, at Hans í næst­um letur upp ein fjórða handil, so hann ætlar yvir høvur ikki at leggja árarnar inn, nú hann er farin »yvir­ um« markið... Á heimligu síðuni kann sigast um Hans og konuna Anni, at tey so sanniliga hava megnað at skapað hugnalig heim – tað síðsta á heygnum uppi yvir Gundadali – og fyri at leggja dent á tað, so hevur Hans júst skipað so fyri, at flag er lagt á tekjuna! Um tað so er afturhvarvið – nostalgiin – sum er komin yvir Hans, tað vita vit ikki reiðiliga, men hann sæst nú javnan í Havnargøtum, koyrandi ein Ford A frá 1930 – einum 76 ára goml­um bili. Hetta er uttan iva eitt hugnaligt ítriv, men vit sum kenna Hans munnu vænta, at okkurt »forrætningsmessigt« býr aftanfyri. Í øllum førum hevur hann dragsað nógv gomul fruktblikk gjøgnum Havnargøtur í summar við brúðarpørum – so vitið eftir, har munnu onkrar krónur vera at vinna... Leysasøgur vilja eisini vera við, at tá hann í síni tíð gekk á háskúla á Flatlondum, var eitt tað fyrsta hann gjørdi at keypa eina rúgvu av góðgæti og sodavatni, ið hann so seldi til hinar næmingarnar – við einum fittum vinningi. Í 3’aranum siga tey um Hans, at hann altíð er skjótur við einum svari: » - Jeg sidder bare her og fiser den af...« » - Ok, det fixer jeg...« » - Det kan jeg fixe og gøre meget billigere...« » – Det fixer jeg i efter­ middag eller i morgen... – Vit ynskja, at tú, Anni, Rúni og Andri fáa ein góðan dag saman við okkum øllum – og ikki minst tíni familju, ið er komin úr Danmark. – So Hans Korsgaard – ella rættari »Hanus í Krossgerði« sum tað kanska hevði verið á húðaskógvaføroyskum – hjartaliga tilluku við teimum fimmti. -vinir Klokku-Hans fimmti Tað verður kunngjørt fyri ætt og vinum, at okkara góða mamma, omma og langomma Sunneva Thomassen f. Gøte - ættað úr Norðagøtu búsitandi í Klaksvík andaðist 25. juli 88 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum 27. juli kl. 18.00. Jarðarferðin verður fríggjadagin 28. juli kl. 13.30 úr Kristianskirkjuni. Familjunnar vegna Ørvur, Einar, Kjartan og Marianna Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum, sum sýndu samkenslu, tá okkara elskaði sonur, beiggi, og pápi Anker Borgardal Sandvík so brádliga doyði, og var jarðaður. Tøkk til tykkum, sum komu í heim okkara og tykkum sum ringdu, takk fyri góð og troystarrík orð, tøkk til Sverra Steinhólm og tykkum mongu, sum vóru við har. Tøkk til Jónsvein Bech í kirkjuni, til kirkjutænarar, or- ganist, berarar, sangarar og gravarar. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Anker til hansara seinasta hvíldarstað. Hartans tøkk til tykkum mongu, ið lótu til ervi og tit sum gjørdu til í bygdarhúsinum. Tøkk fyri blómur Tøkk tit nógvu, sum mintust Anker við minnisgávu til synirnar. Mamma, pápi, systkin, Brian og Mark Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið elskaða kona, mamma, ver- mamma og omma okkara Jonna Rasmussen Sørvágur doyði og fór til gravar. Tøkk til starvsfólkini á Sjúklingahotellinum Tórshavn. Tøkk til starvsfólkini á Ellis- og Avlamisheimi- num í Vágum. Tøkk til Ingu P. Dam, prest, fyri troystarrík orð. Tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við ervinum. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Føroya Felag móti Krabbameini. Hjartans tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarandi Eyðun, Hrønn, Berg og Hjarvil Tøkk Hjartaliga takk øll tit, sum gjørdu mær áttati ára dagin til ein góðan og hugnaligan dag. Takk fyri heilsanir av ymiskum slag. Gud signi tykkum øll. Ása Kristiansen Ólavsøkudagarnir 28. juli. Aurelius Deyðu umleið 852. Í faðirætt vóru bæði hann og konan Natalia av mauriskum fólki, men tey vóru í loyndum kristin. Tá ið tey saman við øðrum alment viðgingu kristnu trúgv sína, vórðu tey tikin av mauriska emirinum og hálshøgd. 29. juli. Ólavsøka Verður hildin til minnis um, at norski kongurin Ólavur Haraldsson fell á Stiklastøðum í árinum 1030. Eftir deyða hansara hendu mong undurverk við grøv hansara, og skjótt veður hann mettur sum mikið halgimenni og fær navnið Ólavur hin Heilagi. Minningardagur hansara varð hildin um øll Norðurlond, men serstakliga í Føroyum hevur dagurin í øldir verið hildin mikil hátíðaradur, sum Janus Djurhuus sigur frá: Stiklastaða vápnabrestur slongdist yvir havið vestur Ólavsøkan gjørdist tjóðarhátíð okkara. Hon var eyðkend við, at tingið varð sett ólavsøkudag og hildin varð ólavs­ messa í Havnar kirkju. Eisini tey árini, tingið varð sett seinni um heystið, var ólavsøkuguðstænasta hilin. Tað er í nýggjari tíð, at ólavsøkuhaldið, sum tað nú er, er íkomið. Tingsetan og guðstænastan eru við sama lag óloysandi partar av ólavsøkuhaldinum. Fríggingarmyrkt sigst vera tveir tímar á ólavsøku. Ólavur er norrønt navn, ið merkir bæði ættarfaðir og eftirmaður. 30. juli. Abdon Deyður umleið 250. Høgt mettur embætismaður í Róm, sum varð tikin av døgum fyri kristnu trúgv sína. 31. juli. Germanus Deyður umleið 448. Føddur í Auxerre í Fraklandi. Var løgfrøðingur og fekk høgt starv sum embætismaður, men varð 40 ára gamal ímóti vilja sínum valdur til biskup í Auxerre. Hann doyði í Ravenna í Italiu