Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 143 - 27. juli 2006 Í dag er hann 85 ára gamal. Men minnini úr Føroyum standa framvegis klár í hugaheimi hansara, hóast yvir 40 ár eru liðin, síðani hann var í Føroyum. Og tá hann umvegis telefonina fær at vita, at eitt føroyskt blað ætlar at vísa ein av hansara filmum á ólavsøku, gerst hann rørdur. – Tað er kenslu­borið fyri meg at hoyra, at onkur hyggur at tí, vit løgdu so stóra orku í afturi í seksti­ árunum, sigur Douglas Fisher í telefonini úr íbúðini í Norðuronglandi. Framhaldsrøð fyri BBC Filmarnir vórðu gjørdir sum partar av eini fram­ haldsrøð undir heitinum “Another World” um øðr­ vísi og mangan avskorin samfeløg. Douglas ferðað­ ist víða fyri at gera hesar sendingar, og umframt at vera í Føroyum var hann bæði í Afrika og Suður­ amerika fyri at gera hesar siðsøguligu og náttúru­ vísindaligu dokumentar­ filmarnar. Hann hevur gjørt tríggj­ ar filmar um Føroyar, ein fyri BBC og tveir fyri minni lokalar rásir í Ong­ landi miðskeiðis og seinna­ partin í sekstiárunum. Rásir, sum í dag eru keyptar av stóru rásini ITV. Allir vórðu vístir í bretskum sjónvarpi í sekstiárunum, og sambært Douglas eiga allir at finnast á goymslu í dag. Tann fyrsti filmurin ber heitið “Grindaboð” og snýr seg um grindadrápini í sekstiárunum. Tann næsti eitur “Cliffhanger”, har Douglas er við skúvoy­ ingum til bjarga, og tann triði eitur “The Islands in the Clouds”, sum Miðla­ húsið vísti seinastu ólav­ søku, og sum aftur verður vístur hesa ólavsøkuna. – Filmurin “Grindaboð” vakti miklan ans í Onglandi og hevur verið nýttur nógv av umhvørvisfelagsskapum sum Greenpeace. At síggja filmar í litum var nýtt tá í tíðini, og alt tað reyða blóðið virkaði ógvusligt fyri onglendingar, minnist Douglas flennandi aftur. Ævig minni Undir upptøkunum til teir tríggjar filmarnar var Douglas saman við einum assistenti ein til tveir mán­ aðir í Føroyum í trimum umførum, har hann búði í Havn og á Sandoynni hjá privatfólki og eitt skifti á Hafnia í Havn. - Eg elskaði at koma út í slík øðrvísi samfeløg. Eg knýtti nógv vinabond í Føroyum, sum eg fyrstu árini helt við líka, men við tíðini er tilknýtið til vin­ fólkini í Føroyum tíverri minkað nógv, sigur Doug­ las. Hann leggur tó dent á, at minnini úr Føroyum eru ævig. – At fara til bjarga, á fjall, til útróðrar ella í grindadráp eru upplivingar, eg ongantíð gloymi. Ymsu fólkini, vit búðu hjá í Føroyum, eiga eisini eitt stórt rúm í mínum hjarta, og hyggjandi afturá mína journalistiska yrkisleið eru uppihaldini í Føroyum hæddarpunkt, greiðir Douglas frá. Hinir filmarnir á veg Men Douglas kom ongan­ tíð aftur til Føroya eftir seinasta filmin seint í sekstiárunum, og 85 ára gamli journalisturin sigur seg í dag hava fingið ymisk likamlig brek, sum gera, at hann neyvan kemur aftur til Føroya. – Men synirnir hjá mær hava báðir ætlanir um at koma til Føroya í nærm­ astu framtíð. Teir vóru við mær, tá eg gjørdi filmar­- nar um Føroyar, og teir minnast enn tíðina í Før­ oyum, greiðir Douglas frá. Spurdur, um tað ber til at fáa fatur á hinum báðum filmunum, sigur Douglas, at teir skuldu ligið á goymslu hjá BBC og ITV, og at hann gleðiliga skal fara at kanna hetta nærri. – Eg skal siga tykkum frá, tá eg havi funnið film­ arnar, so tit eisini kunnu vísa føroyingum hesar báðar, sigur Douglas Fisher at enda. Á ólavsøku í fjør vísti Miðlahúsið filmin “The Islands in the Clouds” frá 1966, sum enski journalisturin Douglas Fisher hevur gjørt, og í ár verður sami filmur aftur vístur. Filmurin er ein tíma og verður vístur frá 14 til 20 bæði ólav­søkuaftan, ólavsøkudag og sunnudagin 30. juli. Fisher gjørdi tveir aðrar dokumentarfilmar um Føroya um sama mundið við heitinum “Grinda­boð” og “Cliffhanger”, og arbeitt verður nú við at fáa teir til Føroya til sýningar. Ein annar heimur – Filmsupptøkurnar í Føroyum í seksti­ árunum, tá menn fóru til bjarga, á fjall og í grindadráp, fari eg ongantíð at gloyma. Tað sigur 85 ára gamli bretin Douglas Fisher, sum í sekstiárunum var í Føroyum og gjørdi tríggjar doku­ mentarfilmar um Føroyar fyri m.a. BBC. Miðlahúsið vísir ein av filmunum á ólavsøku Afturlit Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Minnini úr Føroyum undir filmsupptøkunum eru ógloymandi, sigur 85 ára gamli Douglas Fisher, sum í sekstiárunum gjørdi tríggjar dokumentarfilmar um Føroyar. Tann eini, sum henda myndir er tikin frá, verður vístur í Miðlahúsinum á ólavsøku Havnarvág aftur oljudálkað Aftur í dag varð Havnar­ vág oljudálkað, tá grøn­ lendski trolarin Mikol L úr Maniitsoq skuldi bunkra olju, varð bunkrað yvir. Kartni Jakobsen sløkki­ liðsstjóri sigur við Sosialin, at sambært innsatsleiðara­ num fóru út við 200 litrar av dieselolju á sjógv, meðan skipið og Statoil mettu, at talan var um 50-100 litrar dieselolju. Oljudálkingin hendi um miðdagsleitið og sløkkilið­ ið var á staðnum stutt eftir og fekk sostatt avmarkað avleiðingarnar fyri um­ hvørvið. Tó metti sløkki­ liðsstjórin hendingina vera sera óhepna, serliga nú ólavsøkan stendur fyri dur­ um.