Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 143 - 27. juli 2006 útlond – Tað er ivasamt, um libanski búskapurin kemur fyri seg aftur (libanskur bankanevndarformaður) SAMBAND Árni Joensen fartekst@mail.kd tlf 341800 Stutt sagt Tekur grønlandska heima­ stýrið ikki neyðug stig, kann eitt oljuævintýr í Vestur­grønlandi gerast ein marra fyri samfelagið. Tað sigur búskaparfrøðingurin Arne Rasmussen, sum starvast í Danske Bank. – Er tað veruliga rætt, at nógv olja er undir vesturgrønlendska hav­ botn­inum, kann tað fáa sera óhepnar avleiðingar fyri grønlendska búskapin, sigur Arne Rasmussen við Politiken. Hann vísir á, at í øðrum londum, sum brád­liga hava fingið ein stóran oljuídnað, hevur tað víst seg, at lønarlagið í oljuvinnuni fer upp ígjøgn­ um, og at lønirnar í øðrum vinnum megna ikki at fylgja við. Tað ger, at ein stórur paretur av arbeiðsmegini leitar sær í oljuvinnuna, og at tað almenna, sum eisini fær nógvar pengar burtur úr oljuni, fer við hinari arbeiðsmegini. Tað kann í ringasta føri hava við sær, at aðrar vinnugreinar noyðast at gevast, sigur hann. Arne Rasmussen sigur, at hetta hendi í Niðurlondum í sjeytiárunum, tá nógv olja bleiv funnin í niðurlendska partinum av Norðsjónum. Búskaparfrøðingurin í Danske Bank mæl­ir grønlendska heima­stýr­in­ um til at stovna ein olju­ grunn, soleiðis sum Nor­ eg og Alaska hava gjørt. Á tann hátt ber til at forða fyri, at ov nógvir pengar frá oljuvinnuni koma út í samfelagið, og samstundis hava londini pengar at standa ímóti við tann dagin, eingin olja er eftir í undirgrundini. Í USA hevur løgreglan av­dúkað eitt smuglaralið, sum tey seinastu árini hev­ ur smuglað 25 tons av rús­ evninum khat til USA. Sambært løgregluni hava 44 fólk verið uppi í smuglingini, og 30 teirra sita nú í varðhaldi. Undir handtøkunum fann løgreglan fimm tons av khat, ið verða hildin at vera góðar 10 milliónir krónur verd á gøtuni í teimum amerik­onsku stórbýunum. Tað er bannað at innflyta khat til USA, men hetta rús­ evnið er vanligt í londum sum Etiopia, Somalia, Kenya og Jemen. Smuglaralið avdúkað Svensku heilsu­myndug­ leik­arnir ávara fólk ímóti at svimja í Eystrasalti, eftir at tveir menn í Blekinge hava fingið eitt sjáldsamt slag av sjúkuni kolera. Annar maðurin, sum er 80 ára gamal, bleiv so sjúkur, at hann mátti sendast í skundi á eitt sjúkrahús í Karlskrona. Kanningarnar vístu, at hann var smittaður av teirri sera sjáldsomu bakteriuni vibrio cholera, skrivar TT. Rickard Eitrem, sum er serlækni í smittusjúkum, sigur seg ongantíð hava upplivað ein tílíkan smittutilburð øll tey 33 árini, hann hevur starvast í sjúkrahúsverkinum. Kolerabakterian smittar ikki ímillum fólk, men ígjøgnum sár á kroppinum. Kemur sárið í vatn, sum bakterian er í, kann hon koma í sárið, og so verður persónurin smittaður. Rickard Eitrem sigur, at kolerabakterian kann vera lívshættislig, um hon kemur í blóðið, tí so fær viðkomandi blóðeitran. Men vandin er størstur hjá eldri fólk og fólki við avmarkaðum mótstøðuføri, sigur hann. Oljuævintýr fær avleiðingar Kolera í Eystrasalti Ísraelsku bumbu- og rakettálopini hava rakt Libanon so meint, at landsins búskapur kemur kanska ongantíð fyri seg aftur Libanon Árni Joensen: fartekst@mail.dk Áhaldandi ísraelsk bumbu- og rakettálop í fjúrtan dagar hava oyðilagt so at siga allar brýr, 80 prosent av øllum høvuðsvegunum, havnir, flog­havnir, telefonstøðir, sjón­varpsstøðir, skúlar og sjúkrahús í Libanon. Tað fer at kosta minst seks milli­ ardir krónur at umvæla sam­ ferðslukervið, men nógvar aðrar útreiðslur koma afturat. – Avleiðingarnar fyri bú­skapin verða sera, sera ógvusligar, sigur nevndarformaðurin í lib­ anska BLC-bankanum, Shadi Karam, við BBC. Hann sigur, at álitið á lib­anska búskapin er bumbað í sor. Harafturat kemur, at útlendskir íleggjarar, út­lendsk arbeiðsmegi, hand­ilsfólk og ikki minst tey útlendsku ferðafólkini stungu í sekkin og flýddu av landinum, tá kríggið byrjaði, og at tað kann gerast torført at fáa tey at venda aftur. – Tí er tað ivasamt, um búskapurin nakrantíð kemur fyri seg aftur, sigur Shadi Karam. Libanski búskapar­frøð­ ing­urin Marwan Iskander sig­ur við BBC, at Libanon missir 3,6 milliardir krónur í inntøkum orsakað av krígn­ um, men at tann búskaparligi missurin sum heild er umleið 12 milliardir krónur. Undirmett Hizbollah Í Ísrael eru fólk farin at ótolnast eftir, at herurin ger av við Hizbollah, og fleiri halda, at átakið hevur tikið alt ov langa tíð. Summi vísa á, at í 1967 basti Ísrael her­unum hjá Egyptalandi, Sýrialandi og Jordan eftir seks døgum. Nú eru meiri enn 14 dagar farnir, síðani Ísrael fór í hernað við Hia­ bollah, og so seint sum í gjár segði ein av teimum ovastu generalunum, at átakið kann taka ein mánað afturat. Dagurin í gjár var eisini ein tann ringasti hjá ísraelska herinum nakrantíð, tá níggju ísraelskir hermenn lótu lív í bardøgum við Hizbollah- menn stutt norðan fyri markið. Nógvir aðrir vórðu særdir. Í morgun vóru aftur harðir samanbrestir, og Hizbollah vísti, at rørslan er alt annað enn niðurbard, tí fleiri rak­ ettir vórðu skotnar suður um markið uttan tó at gera stórvegis skaða. Aftur fundur Í dag er fundur í Malaysia um viðurskiftini í Miðeystri. Tað er tann asiatiski felags­ skapurin ASEAN, sum held­ur fund, og millum lut­ takararnar er amerikanski uttanríkisráðharrin, Con­ doleezza Rice, ið kemur bein­leiðis av fundinum í Rom í gjár. Eygleiðarar í Kuala Lumpur vænta ikki, at Rice fer at fáa stuðul á fundinum í ASEAN, tí fleiri av lima­ londunum kunngjørdu aftan á fundin í Rom í gjár, at tey krevja vápnahvíld í Miðeystri beinanvegin. Rættiliga óvæntað kunn­gjørdi iranska uttan­ ríkisráðið í morgun, at landsins uttanríkisráðharri, Manouchelr Mottake, fer at taka lut á fundinum í Malaysia. Tað er tó óvist, um hann fer at tosa við sín amerikanska starvsbróður. Libanski búskapurin fullkomiliga oyðilagdur Ísraelskir hermenn koma aftur til Ísraels í morgun eftir harðar bardagar við Hizbollah