sunnudagur 30. juli 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2006
16 tíðindi
Tvey FM
standa upp
á spæl
Ørnin við kvinnum
er meistari, og Ritan
við dreingjum og Søl–
mundur við monnum
eru meistarar. Knørrur
og Klaksvíkingur eru
ikki meistarar, men
tað skal vita ógvuliga
illa við hjá báðum
hesum manningunum,
um tær ikki í morgin
fara at tryggja sær
meistaraheitið.
FM kappingin er
fullkomuliga opin mil–
lum gentubátarnar, og
tað er ikki frítt, at tað
eisini er eitt sindur av
spenningini í millum
6-mannaførini
við
kvinnum.
Riddarin
úr Miðvági hevur 34
stig, og Jarnbardur úr
Knørrafelagnum hevur
31 stig. Jarnbardur
hevur vunnið tríggjar
tær seinastu ferðirnar.
Men
um
tað
skal
eydnast Jarnbardi at
vinna FM, so skulu
tær vinna í morgin, og
so skal onkur annar
bátur
eisini
vinna
á Riddaranum. Við
úrslitunum higartil í
ár í huga tykist hetta
ikki
sannlíkt,
men
tað er møguleiki fyri
tveimum meistarum.
Í kappingini millum
gentumanningarnar er
støðan heilt einføld.
Tann,
sum
kemur
fyrri á mál – Blikur
ella Frúgvin – verður
meistari. Báðir bátarnir
hava fingið 31 stig
burturúr seks teim–
um fyrstu róðrunum.
Harafturat
ger
tað
júst hesa kappingina
eyka
spennandi,
at
Hvassi av Oyri vann á
Vestanstevnuni. Í FM
kappingini hevur Hvas–
si 21 stig og er harvið
best fyri í kappingini
um
bronsumerkini.
Men tær skulu ansa
sær, tí Havfrúgvin og
Drekin lúra aftanfyri
við ávikavíst 20 og 19
stigum.
Men
á
Ólavsøku
ber
til
hjá
øllum
manningum at syrgja
fyri glæsiligum enda
á róðrarárinum, og
tað eru ætlanirnar og
dreymarnir undan síð–
sta startskotinum, sum
bera serligan spenning
við sær.
-jh
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
» Ikki minst, tá Anelka fekk hatta gula kortið. Tú fekk ilt í
oyruni, sum tey ýldu«
Hanus Thorleifsson, B36
Bæði umborð
á Klaksvíkingi
og Eysturoyingi
rokna teir við, at
tað ikki verður
venjingarstøðan, men
timingin, sum verður
avgerandi fyri, hvør
fer at vinna finaluna í
hesum róðrarárinum
ólavsøka
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað ber illa til at ímynda
sær annað, enn at Klaks–
víkingur í morgin fer at
vinna FM heitið fyri fyrstu
ferð
nakrantíð.
Klaks–
víkingur hevur 36 stig, og
Eysturoyingur hevur 32
stig. Men hóast munin, sum
tað er óhugsandi, at Eystur–
oyingur skal megna at taka
aftur, so er spenningurin
óvanliga stórur.
Hóast rógvararnir allir
hava um enn ikki gloymt so
goymt harmuliga róðurin á
Skálafjørðinum, so er hann
orsøk til øgiligan intensitet
undan síðstu uppgerðini
millum Eysturoying og
Klaksvíking.
Klaksvíkingur
hevur
vunnið tríggjar ferðir – á
Sundalagsstevnu, Eystan–
stevnu og Fjarðastevnu.
Eysturoyingur
hevur
vunnið tríggjar ferðir – á
Norðoyastevnu, Jóansøku
og Vestanstevnu.
Umborð á Eysturoyingi
siga teir seg bara hava
kappast fimm ferðir við
Klaksvíking, og í tí kapp–
ingini vísa teir á, at støðan
er 3-2 til Eysturoying.
Tí sigur tað seg sjálvt,
at bæði teir umborð á
Klaksvíkingi og umborð
á Eysturoyingi sera fegnir
vilja vera fyrstir á mál í
morgin.
Hvør vinnur?
Tað er spurningurin, sum
vit hava sett tveimum av
úrmælingunum,
sum
í
summar leygardag eftir
leygardag hava verið við til
at seta pumpuskipanirnar
hjá so mongum monnum
og kvinnum undir rættuligt
trýst.
Annar teirra er Hilmar
Sam Lamhauge, sum er
ein av royndu monnunum
umborð á Eysturoyingi, og
hin er Svein Rógvi Nielsen,
sum er bátsformaður á
Klaksvíkingi, og sum í
fjør var við til at vinna
sannførandi FM við Nev–
inum Reyða.
- Sigurin verður vunnin
í høvdinum. Tað er tann,
sum fer at vísa størsta
viljan, og sum meiri enn
kappingarneytin
verður
førur fyri at fáa alt tað, sum
er lagt í venjingarnar, út í
árarnar, sum fer at vinna.
Tað er boðið hjá Hilmar
Sam Lamhauge, sum ikki
heldur stórvegis mun vera
á
venjingarstøðuni
hjá
favorittunum.
- Kanska eru bátarnir
eitt sindur ymiskt manna–
ðir. Umborð hjá okkum
eru teir báðir á toftini
– Ludvík Justinussen og
Jón Rosenblad – stórir,
meðan allir hinir eru lættir.
Klaksvíkingur er tyngri
mannaður enn vit, og teir
hava ivaleyst tilsaman størri
styrki, enn vit hava, men tá
ið alt verður gjørt upp, so
hevur summarið víst, at tað
hevur verið so mikið tætt
okkara millum, at tað ikki
ber til at siga nakað undan
síðsta róðrinum.
Svein Rógvi Nielsen er
samdur við arga kappingar–
neytan um uppskriftina
fyri sigri í morgin, um enn
hann orðar tað eitt sindur
øðrvísi:
- Tann vinnur, sum er mest
uppsettur og samstundis
kaldur og harvið fer at hava
bestu timingina soleiðis, at
alt fæst at sita, sum tað
eigur at gera.
Eysturoyingur hevur søg–
uligu hagtølini á sínari síðu.
Hann hevur vunnið væl
meiri enn Klaksvíkingur.
Men hetta heldur Hilmar
Sam Lamhauge ikki fer at
hava so stóran týdning í
morgin:
- Klaksvíkingar fingu
gott í beinini frá Stefan
Mølvig í fjør, og tað hevur
borið frukt. Tá ið tú eina
ferð hevur smakkað, hvussu
søtur sigurin í kappróðri
er, so leggur tú nógv fyri
aftur at fáa hesa kensluna.
Tað vita vit alt um umborð
á Eysturoyingi, men hóast
vit hava nógvar royndir,
so eru tað tveir, sum í ár
eru fyri fyrstu ferð við í
tøttu kappingini millum
10-mannaførini. So tað er
hips um haps hjá okkum og
Klaksvíkingi.
Ymisk upplegg
Hesar seinastu tvær vikur–
nar hava róðraráhugaðir
klaksvíkingar einki sæð til
stolta hvíta 10-mannafarið
á vánni. Orsøkin er tann, at
Klaksvíkingur hevur vant
á Havnarvág í tvær vikur.
Tað hevur eisini nakað
við tað at gera, at fleiri
av manningini búgva aðra
staðni enn í Klaksvík, og
at hesir nú hava havt tað
høgligari at fara til venjing,
enn teir hava havt tað fyrr
í ár.
- Vit hava fyrst og fremst
vant teknikk og taktikk.
Vit hava ongantíð vant við
fullari ferð av Argjahøvda
og inn á málið. Vit hava
róð styttri teinar, og so hava
vit tosað um tingini, og so
aftur róð stuttan tein. Vit
kenna allir málið heilt væl,
og vit vita, hvat skal gerast
fyri at vinna, sigur Svein
Rógvi Nielsen.
Eysturoyingur hevur ik–
ki vant á Havnarvág, og
tað verður einki at síggja
til sigursvanda gula bátin
í høvuðsstaðnum fyrrenn
hann verður flotaður til
stóru finaluna.
- Í síðstu viku vandu vit í
maskinunum. Serliga fyrra
partin av vikuni vandu vit
ógvuliga hart. Í hesi vikuni
hava vit róð á fjørðinum.
Vit hava vant teknikk og
taktikk, og vit hava ikki lagt
so nógv fyri, at vit dagin
eftir venjing hava kent
nakað til møði. Tú kanst
siga, at vit hava trappað
niður í hesi vikuni, sigur
Hilmar Sam Lamhauge.
Klaksvíkingur
verður
flotaður á Havnarvág fyrra–
partin í morgin. Soleiðis
hava teir lagt tað til rættis
alt summar, og soleiðis
verður tað eisini undan
síðsta róðrinum. Í kvøld
fara teir á Eysturoyingi
at venja. Síðani verður
báturin drigin og í morgin
fluttur til Havnar, har hann
verður flotaður eina ferð
seinnapartin.
Undan síðsta róðrinum er
greitt, at júst hesar báðar
manningarnar ikki fara at
kappast aftur:
- Eg vóni, at fleiri fara at
vera við til at manna bátin
aftur næsta ár, men tað er
greitt, at onkrir fara av,
sigur Svein Rógvi Nielsen.
- Nú hava fleiri verið
við at manna bátin í nógv
ár. Tað verður tosað um,
hvør fer at halda fram, og
hvør fer at gevast. Ivaleyst
fara fleiri at vera við til
at manna bátin aftur næsta
ár, men tað verður neyvan
júst sama manningin sum
í dag, sigur Hilmar Sam
Lamhauge.
Við undantaki av eystanstevnuróðrinum hava eysturoyingur og klaksvíkingur hvørja ferð kappast um oddasessin. Higartil hava
bátarnir vunnið tríggjar róðrar hvør, so á sín hátt er talan um finalu
Høvdið hevur alt at siga
Ríða
ólavsøkudag
22 ross verða við í
siðvandu
kappríðin–
gini, sum Føroya Ríð–
ingarfelag skipar fyri á
ólavsøku. Kappríðingin
byrjar klokkan 14, og
verður kappast í ból–
kunum, trav, tvíspor,
ung, tvíspor 2. flokkur
og tvíspor 1. flokkur.
-mørk