Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 143 - 27. juli 2006 ] Inter nýggjur meistari Eftir italsku gøluna, sum fyribils er endað við, at Juventus er í Seriu B komandi kappingarár, hevur italska fótbóltssambandið nú staðfest, at Inter er italskur meistari fyri kappingarárið 2005/06. Inter varð annars nummar trý, stigatalvan varð gjørd upp í summar, men tá bæði Juventus og Milan eru rakt av gøluni, er Inter nú liðið, sum stendur ovast. Og soleiðis hava teir nú fyri fyrstu ferð í 17 vunnið Scudetto, sum italska meistaraheitið eitur. -mørk EB/Streymur í Havn á ólavsøku Hóast HB enn heldur fast um møguleikan at spæla á Mølini í kappingini um løgmanssteypið, so er tann dysturin framvegis í leysum lofti. Enn er avgerðin í tí málinum ikki follin, men ístaðin hava liðini gjørt av at spæla steypadyst á ólavsøku. Ólavsøkudystirnir hava kanska mist nakað av tign seinnu árini, nú løgmanssteyp og Evropa annars eru um somu tíð. Men árið í ár er undantak í so máta, og í EB/Streymi vóru tey skjót at taka av, tá innbjóðingin úr HB kom. Dysturin teirra millum verður klokkan 18.30 ólavsøkuaftan. -mørk Mynd: HB-EB/S Hóast veðurmaðurin boðar frá keðiligastu kappróðrarættini, so er tað einki, sum bendir á, at umstøðurnar at rógva kapp ólavsøkuaftan ikki fara at verða góðar ólavsøka Jóannes Hansen Paul Kragesteen, formaður í Havnar Róðrarfelag, ivast ikki, tá ið hann verður spurdur, hvørja ætt hann helst ikki vil hava tað at vera, tá ið kappróður verður á Ólavsøku: - Tað er, tá ið tað er nógvur vindur av land– synningi. Tá verður tað ófriðarligt á startmálinum, og tá verður tað heldur einki serligt at rógva fyrra partin av málinum. Veðurmaðurin hjá Sosial– inum boðar frá guli av landsynningi og eystri, men hetta verður avgjørt ikki roknað sum nøkur hóttan fyri góðum róðrarlíkindum. Hann sigur eisini frá turrum veðri og sólarglottum og við millum 17 og 20 hitastigum. Veðurmaðurin nevnir eisini mjørkaflókar. Men um veðrið fer at skikka sær soleiðis, sum tað hevur gjørt hesar seinastu dagarnar, so er ikki orsøk at rokna við øðrum, enn at tað verða góðar umstøður hjá áskoðarunum at fylgja við spennandi kappróðrinum. - Vit rokna við nógvum fólki, og vit rokna ikki minst við, at tað fara at koma nógvir klaksvíkingar at taka á við teirra báti, sum jú ikki hevur vunnið á Ólavsøku síðani 1949. Hesi taka jú eisini á við Rituni og Sundabátinum. Og vit rokna eisini við, at tað fara at koma nógv viðhaldsfólk hjá Eysturoyingi og Søl– mundi og ikki minst úr Vágum at taka á við Ørnini, Frúnni og Riddaranum og tey norðan úr Sundalagnum, sum nú hava møguleika fyri at eiga ein vinnara, eftir at genturnar umborð á Hvassa av álvara gjørdu um seg í Sandavági. Viðhaldsfólkini hjá feløgunum í Suður– streymi – á Argjum, Havnar Róðrarfelag og Knørra felagnum – eru eisini framúr trúgv, so vit hava alla orsøk at rokna við nógvum áskoðarum. Sambært Paul á Krage– steen kennist tað ikki tungt hjá Havnar Róðrarfelag at hava ábyrgdina av kapp– róðrinum á Ólavsøku: - Vit hava verið í sving tað nógva av síðstu vikuni. Mikukvøldið høvdu vit hugnakvøld í róðrar– neystinum, og nú fokusera rógvararnir á kappróðurin og hini á fyrireikingarnar. Vit eru einir tjúgu í Guttafelagnum, sum vit plaga at kalla okkum. Hesir hava vítt kontaktnet, og tað plagar ikki at standa á at fáa hundrað fólk ella fleiri enn so at syrgja fyri karmunum kring kappróðurin. Tíðirnar og metini Í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum lá saman við blaðnum týskvøldið, vóru metini at síggja frá ólavsøkuróðrunum. Paul Kragesteen heldur ikki, at alt ov nógv skal leggjast í metini, sum ikki altíð nýtast at boða frá, at manningarnar tey árini, tá ið metini vórðu sett, vóru tær bestu, sum nakrantíð hava róð á Ólavsøku. Men tað kemst ikki uttan um, at Skálabáturin og Havnar– báturin eiga sjey av bestu vinnaratíðunum yvirhøvur. - Tað valdast ógvuliga nógv um veðrið. Okkum dámar væl, tá ið hann er vestan í ættini. Tá er lívd at leggja bátarnar undir Argjahøvda, og tá rógva teir undan. Tíðin hjá Skála– bátinum í 1992 var 3.52.00. Tað er framvegis besta tíðin á Ólavsøku. Ta ferðina var hann vestan, og tað var nógvur vindur. Uttan at taka nakað frá manningini á Skálabátinum ta ferðina, so spældu líkindini nógv inn, tá ið metið varð sett. Tað er stórur munur á at rógva undan frískum loti ella rættari mest sum stormi, sum tað var ta ferðina, og so at hava lotið ímóti, heldur Paul Kragesteen. Síðani Skálabáturin settti metið í 1992, hevur tað onkra ferðina verið tætt við, at metið hevur verið tikið, men óføru skálamenninir eiga framvegis metið. Í 2001 var tíðin hjá Havnar– bátinum 3.52.03. Sjey ferðir hava vi– nnaratíðirnar hjá 10-manna– førunum verið undir fýra minuttum: Havnarbáturin í 1982 (3.58.10) og í 1975 (3.58.90), og Skálabáturin í 1994 (3.58.24), í 1991 (3.58.80) og í 1993 (3.59.72). Besta vinnaratíðin hjá Eysturoyingi higartil var tann í 1988 (4.02.60). Het– ta er besta vinnaratíðin omanfyri fýra minuttir. Klaksvíkingur hevur on– gantíð vunnið á Ólavsøku, síðani tað varð farið undir at skráseta róðrartíðir. Eru óvinir við landsynningin Tveir av manningini hava vunnið 24 ferðir og liggja harvið borð um borð við tann, sum higartil hevur verið sagdur at eiga metið í sigrum ólavsøka Jóannes Hansen Tað er møguleiki fyri, at tað í morgin verður hildið silvurbrúdleyp umborð á Eysturoyingi. Dagin undan silvurbrúdleypinum plagar tað at vera heilt víst, at silvurbrúdleypið verður da– gin eftir, um brúðarparið verður á lívið. Men í hesum førinum er talan um møguleika fyri heilt øðrvísi 25 haldi. Tveir av rógvarunum umborð á Eysturoyingi hava vunnið 24 ferðir í part í kappingini millum 10-man– naførini. Teir eru Ludvík Justinussen og Tóroddur Vang. Teir vóru fyrstu ferð við til at manna Eystur– oying, sum tá var nýggjur, í 1998, og tá ið teir á síðstu metrunum í Sandavági tóku Klaksvíking, var tað 24. ferðin, at teir vóru fyrstir á mál. Seinnu árini eru róðrar– hagtølini vorðin hópin meiri atkomulig – ikki minst á heimasíðuni hjá Drekanum. Men enn ber tað onga staðni til at sláa upp, hvørjir rógvarar hava verið við til at vinna sigrarnar. Tað hevur ikki eydnast at fingið tað hundrað prosent staðfest, men kønir menn á økinum vilja vera við, at Carl Oliver Bærentsen í mong ár hevur átt metið í sigrum. Hann var mest sum fast inventar á Havnarbátinum, tá ið teir í sjeyti árunum vóru einaráðandi og vunnu FM øll árini frá 1973 og til 1979. Metið í sigrum sigst hava verið 24. Tað var hetta metið, sum teir báðir omanfyri nevndu umborð á Eysturoyingi fyri tveimum vikum síðani rukku í Sandavági. Spurningurin er nú, um tað í morgin fer at eydnast teimum báðum at vinna 25. sigurin í kappingini millum 10- mannaførini. Umborð á Klaksvíkingi er eingin, sum er í nánd av so nógvum sigrum og als ikki í kappingini millum 10-mannafør. Sum tað varð nevnt eina ferð í síðstu viku, so hevur Klaksvíkingur ongantíð áður vunnið FM, og teir hava ikki vunnið á Ólavsøku síðani í 1949! Silvurbrúdleyp spøkir á Eysturoyingi Alt bendir á, at talan verður um fín róðrarlíkindini. So er spurningurin, hvørt tað eydnast bátunum at koma undir teir fýra minuttirnar, sum verður mett sum eitt benchmark á ólavsøku