sunnudagur 30. juli 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 143 - 27. juli 2006 ]
Tað var neyvan væntandi,
at B36 skuldi gera tað stóra
við turkiska stórfelagið, tá
farið varð á stóra leikvøllin
í Istanbul mikukvøldið.
Við á leið 45.000 garvillum
áskoðarum var heldur ikki
lagt upp til tað stóra gesta
blídni, og skum væntað
kom B36 mest sum beinan
vegin í skotlinjuna.
Longu fyrsta minuttin
var talan um risa-møgu
leika, og Jákup Mikkelsen
hevði einar tvær fínar
bjargingar heilt skjótt, men
spakuliga megnaðu gest
irnir tó at finna kuldan í
høvdinum
fram,
hóast
hitastigini á vøllinum vóru
nógv í tali.
Trýstið frá Fenerbache
var heldur ikki so øgiliga
massivt, tá B36 hevði bólt
in, og tí fingu teir lutfals
liga góðan frið at føra
bóltin nakað upp á vøllin.
Spakuliga otaðu teir seg
longur niðan á vøllin, og
eitt mál var kanska ikki
heilt so veruleikafjart, sum
tað onkra tíð hevur verið.
Næstur við var Sylla, tá
hann sera hegnisliga dróg
inn um verjuna, og var tað
ikki fyri togan av verju
spælara, so var ivorianarin
helst púrasta leysur. Men
fríspark til B36 og gult kort
til verjuspælaran var tað,
sum spurdist burtur úr
teirri royndini.
Tað hóvaði illa heima
áskoðarunum, og tá Anel
ka stutt eftir fekk gult fyri
roynd at filma seg til
brotsspark, var mest sum
neyðugt at skrúva niður
fyri sjónvarpinum. Hóast
Kaj og Jóannes hoyrdust
mutla okkurt, so vórðu teir
púrasta yvirdoyvdir at
floytandi áskoðarunum, og
sjálvur stóð franska stjørn
an sum eitt spurnartekin.
Eisini hóast myndirnar
greitt talaðu fyri, at hetta
var sjónleikur.
Skotstyrkin avgerandi
At tað so eydnaðist Fener
bache at koma á talvuna
beint eftir hetta, var stórt
spell, tí ivaleyst var vána
sjónleikurin frá fronsku
stjørnuni eitt tekin um
byrjandi frustratiónir hjá
Fenerbache. Tað var tó lítið
at gera hjá Jákupi Mikkel
sen, tá verjan í fyrstu
atløgu var ov sein út at
blokka Appiah, og hartil
var skotið frá ghanesiska
landsliðsskiparanum eisini
av slíkum slag, at eingin
kundi verja. Knasandi turt
og drønandi hart varð bólt
urin sendir niður í mál
hornið. Og bara tríggjar
minuttir seinni stóð 2-0, tá
Metin royndi seg úr góðum
20 metrum við sama úr
sliti.
Júst hesi bæði málini
vóru eisini tekin um, at tað
sjáldan er nøkur einføld
uppskrift, tá lið av slíkari
styrki skulu steðgast. Tí
veruleikin var, at B36 um
hetta mundi hevði fingið
gott tak á verjupartinum.
Tað var ikki longur eins
lætt hjá stjørnusettu vert
unum at spæla seg ígjøg
num kantarnar, og tí varð
longri millum veruligu
málmøguleikarnar.
Men tá lið so ístaðin
kunnu vísa slíka skotstyrki,
so leggur tað aftur størri
trýst á verjuna. Trýst um at
koma longur út at møta
mótstøðuni, og júst hetta
førdi eisini til 3-0 málið
stutt inn í seinna hálvleik.
Hesa ferð kom verjan út,
men bólturin varð ístaðin
førdur til Anelka, sum av
baklinjuni legði inn til
púra blankan Tuncay.
Og harvið varð tað –
næstan. Tað skerst ikki
burtur, at 3-0 hevði sæð
munandi vakrari út enn 4-
0, og B36 megnaði at halda
ímóti, til 93 minuttir vóru
farnir. Tá var møðin farin
at gera um seg av álvara,
og tað var orsøkin til, at
markeringin ikki var nóg
góð, tá Turaci stútaði
seinasta hornasparkið í
dystinum í kassan.
Hatta var heiðurligt
Fleiri ferðir hevur verið
tikið til, at tíðin við heið
urligu tapunum í føroysk
um fótbólti er farin. Men
hvussu tað so verður vent
og snarað, so var talan um
eitt av slagnum hjá B36 í
Istanbul. Tí hóast bólturin
er rundur, og hóast Føroyar
á sinni vunnu 1-0 á Eystur
ríki, so skulu vit neyvan
rokna við, at føroyskt lið
nakran tíð megnar at basa
lið av styrkini, sum Fen
erbache hevur. Men hóast
yvirveldið, so spældi B36
sín møguleika, og á tann
hátt var liðið eisini við til
at styrkja um positivu
ímyndina, sum føroyskur
fótbóltur hevur vunnið
sær.
Og verður hartil hugsað
um, hvussu ungt liðið hjá
B36 í veruleikanum er –
bara Jákup Mikkelsen og
Fróði Benjaminsen hava
altóða royndir av týdningi
– so er talan um eitt framúr
avrik. Eitt avrik, sum B36
bara kann vera errið um.
Og fyri føroyskan fótbólt
er at frøast um, at tað yvir
høvur er eydnast einum
føroyskum meistaraliði at
koma hartil, soleiðis at tað
er møguligt at fáa slíkar
avbjóðingar yvirhøvur.
Øll odds vóru ímóti
B36, og teir megnaðu
sum so heldur ikki at
skapa sensatiónina.
Men hvør sum ein
góvu spælararnir
alt, og við at spæla
heldur enn sparka
fótbólt, vóru føroysku
meistararnir eisini
við til at skapa dystin
móti Fenerbache
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Heilt
fantastiskt
Hanus Thorleifsson hjá B36
var ikki í iva, tá vit fríggja
morgunin fingu orðið á
hann, tá B36-ferðalagið
hevði millumlent í Wien.
– Hatta var ein heilt fan
tastisk uppliving. Hon kann
snøgt sagt ikki beskrivast.
Áskoðararnir larmaður heilt øgiligt, og tað var ikki líkt
nøkrum, sum eg áður havi upplivað.
Gjørdust tit ikki nervøsir, tá gangurin var so øgiligur?
– Jú. Serliga, tá vit komu út undan dystinum. Vit
høvdu verið á vøllinum áðrenn, men tá vóru ikki so nógv
fólk. Tá var tað heilt øðrvísi, tá dysturin byrjaði. Ikki
minst, tá Anelka fekk hatta gula kortið. Tú fekk ilt í
oyruni, sum tey ýldu.
Í morgun vóru spælararnir meira hvíldir, enn teir vóru
eftir dystin í gjárkvøldi, og Hanus staðfesti eisini, at teir
nú eru meira nøgdir, enn teir vóru í gjár.
– Vit vóru vónbrotnir, tá hatta seinasta málið fór inn,
tí 3-0 hevði verið nógv vakrari. Hinvegin haldi eg, at vit
í dag í nógv størri mun síggja hetta sum eina ótrúliga
uppliving. At tapa fyri einum slíkum liði er als eingin
skomm, men høvdu vit størri dirvi, so kundu vit kanska
spælt enn meira við. Teir tóktust í øllum førum ikki vilja
nýta ov nógvar kreftir, tá vit høvdu bóltin, og tí kundu vit
kanska verið tolnari. Hinvegin sóu vit eisini, hvussu
ótrúliga sterkt hatta liðið er. Tá vit fáa fatur í verju
partinum, byrja teir bara at hótta við skotroyndum, og tá
fáa teir so tey bæði fyrstu málini. Men tað er kanska enn
eitt tekin um munin á liðunum, tá tú kemur upp í handan
flokkin.
Nú er so retur-dysturin eftir á Tórsvølli, og Hanus er
skjótur at staðfesta, at eisini hetta verður tikið sum ein
uppliving fyri B36.
– Sjálvandi vóna vit at vinna, men satt at siga, so veit
eg ikki, um tað yvir høvur ber til móti slíkum liði. Men
vit fara so avgjørt at gera okkara besta, og so er bara at
vóna, at vit eisini kunnu røkka einum betri úrslitið,
staðfesti hann.
Fenerbache - B36 4-0 (2-0):
Við uppreistari pannu
Einstakar ferðir fekk B36 skapt
vandastøður. Eitt nú í hesum førinum, tá
Bergur Midjord vann sær fríspark stutt
uttan fyri brotsteigin
Mynd: Thomir Jovanovic
Fríðka steypaøkið
Tað sær rættiliga rokaligt út við Kongabrúnna, har
steypahandanin eftir ólavsøkuróðurin fer fram. Men tá
klokkan er farin av 17 ólavsøkuaftan, verður økið bæði
ruddi- og snotiligt.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tey hildu, at
økið trongdi til at verða shinað upp, og at arbeiðið verður
liðugt til tíðina. Við nýggjum flísum og yvir høvur sum
eitt økið, sum er virðiligt til slíka stórhendingl, sum
ólavsøkuróðurin jú er.
-mørk
Kyndil-VÍF á Hálsi
Hondbóltur hoyrir eisini ólavsøkuni til, og aftur í ár fara bestu mansliðini hjá
Kyndli og VÍF at takast. Dysturin verður ólavsøkuaftan klokkan 20. Vanliga plagar
talan at vera um bæði spennandi og ferðmiklan dyst, og lítið er at ivast í, at tað aftur
verður støðan hesafeðr. Liðini verða vanliga rópt fyri risarnir í føroyskum
manshondbólti, og tí vil hvørgin parturin geva seg við góðum – vinardystur ella
ei.
Vanligt hevur eisini verið, at Neistin og StÍF spæla ólavsøkudyst, men sum skilst
verður tann dysturin tó av ongum í ár.
-mørk