sunnudagur 30. juli 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2006
19
vikuskifti
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið:
Bæði sól og regn á ólavsøku
Spurdur um ólavsøkuveðrið sigur Petur Skeel, veðurfrøðingur, at vit kunnu rokna við
eitt sindur av hvørjum. Men hann sigur samstundis, at heilt vánaligt verður tað ikki.
– ólavsøkuaftan kunnu vit rokna við nakað av regni. Bæði um morgunin og um
kvøldið. Men meðan kappróðurin er, verður helst turt. Tað kann vera eitt sindur trupult
at siga, tí regnið líka sum ferðast yvir okkum, men tað er líkt til, at turt er um dagin og
út á seinnapartin.
– Men ólavsøkudagur sær góður út. Tá verður turt, og hóast mjørkaflókar verða, so fer
sólin eisini at síggja. Eisini á midnátt verður talan um gott veður. Vindurin verður helst
upp ímóti 10 metrar um sekundið, men tað man ikki fara at bila, tá nógv fólk eru savnað
á vaglinum, heldur Petur
Hann sigur at enda, at sunnudagurin í nógvar mátar fer at líkjast fríggjadagin. Altso
við nakað av regni og annars skiftandi veðri.
-mørk
– Eg havi droymt um at gjørt eitt stórt akvarium, síðan eg
fyri fyrstu ferð stakk høvdið undir vatnskorpuna í 1983
Bjørki Geyti
Á ólavsøku letur fyrsta
almenna akvariumið í
Føroyum dyrnar upp.
Tað eru feðgarnir báðir
– Bjørki og Dávid Geyti
– sum hava tikið stig til
hesa verkætlanina, sum
heldur til í Íshúsinum á
Argjum
Mentan
Orð & myndir:
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
– Eg havi droymt um at gjørt
eitt stórt akvarium, síðan eg
fyri fyrstu ferð stakk høvdið
undir vatnskorpuna í 1983, sigur
Bjørki Geyti, og sonurin Dávid
játtar, at pápin hevur prátað um
verkætlanina leingi:
– Hann hevur langt síðani
fingið hugskotið, men ítøkiliga
fóru vit ikki undir arbeiðið
fyrr enn fyri hálvum ári síðani.
Seinastu tríggjar mánaðirnar
hava vit arbeitt minst tólv tímar
hvønn dag fyri at fáa akvariumið
liðugt til ólavsøkuna.
– Men tað varð tíverri ikki
so liðugt, sum vit ætlaðu, tað
skuldi verða. Í løtuni eru bert
tvey akvarium liðug, men vit
hava stórar ætlanir fyri framman,
sigur Dávid og vísir mær runt í
Íshúsinum.
Eitt triðja akvarium er í gerð,
og tvinni rúm skulu gerast afturat
við nógvum smáum fiskabúrum,
so Íshúsið verður eitt sokallað
»eksperimentarium« hjá børnum
og ungum:
– Meiningin er, at skúlar og
barnagarðar skulu koma inn her
og gera ymiskar royndir, greiðir
Dávid frá og biður meg nema við
eina hvalspýggju, sum alt fyri
eitt heldur fingrarnir hjá mær er
matur, kleimir um og førir teir til
munnin hjá sær. Eg háli hondina
aftur og spyrji Dávid, hvar teir
hava fangað allar verurnar.
– Vit hava kavað eftir teimum,
men somuleiðis verið við báti
og fangað. Tær smáu verurnar
trívast sera væl her hjá okkum,
meðan stóru fiskarnir at byrja
við kanska eru eitt sindur
ørkymlaðir. Men eftir eina
tíð, trívast teir eisini væl, tí
umstøðurnar eru góðar, sigur
Dávid Geyti at enda.
Tá eg koyri heim aftur, koma
orðini, sum ein maður segði,
tá eg kom inn, mær til hugs:
– Hetta er so avgjørt ikki eins og
eitt heimaakvarium.
Akvarium í Føroyum
Ofta hava tankar verið frammi
um at stovnseta eitt akvarium
í Føroyum. Eina ferð vórðu
royndir gjørdar í kjallaranum
í fiskahúsinum í Kaldbak, og
áhugin fyri royndunum var
stórur. Síðst í 90’unum var ætl
anin at byggja eitt akvarium
í Sandagerði í sambandi við
eina samanlegging av Biofar,
Føroya Náttúrugripasavn og
Náttúruvísindadeildini á Fróð
skaparsetri Føroya. Hendan
ætlanin fór fyri bakka. Í 2005
savnaði Bjørki Geyti ein áhuga
bólk og søkti um at fáa loyvi
at nýta Íshúsið til akvarium.
Saman við peningi til smærri
íløgur og rakstur játtaði býráðið
at lata Íshúsið og økið rundanum
til endamálið. Harumframt
játtaði býráðið at fíggja
raksturin av verkætlanini í 2006.
Heðin Mortensen, borgarstjóri,
heldur, at tað er ein fragd at
síggja nýggja akvariumið:
– Eg eri sera stoltur av Bjørka
og Dávidi Geyti. Teir eru tveir
raskir menn, sum vit alla tíð
hava havt eitt framúr gott
samstarv við, sigur Heðin
Mortensen, men Bjørki Geyti
skoytir alt fyri eitt uppí, at teir
eru als ikki lidnir at arbeiða.
– Vit hava bara sett eitt lítið
sirkus upp til ólavsøkuna, so
tey vitjandi mugu ikki halda,
at hetta er endaliga úrslitið.
Um nakrar mánaðir verður
akvariumið nógv størri.
Ein verkætlan fíggjað av Tórshavnar býráð
Tað eru feðgarnir báðir – Bjørki
og Dávid Geyti – sum hava
tikið stig til nýggja akvariumið