sunnudagur 30. juli 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2006
20 vikuskifti
“Tá ið eg gangi úti, ígjøgnum býin, plagi eg at seta
hetta næsta lagið á mín iPod – lagið fær nýggjar
litir at koma fram í gerandisdegnum”
Ungur útvarpsvertur í tónleikasendingini “Løg mær dámar”,
Útvarpi Føroya mánakvøldið 24. juli 2006.
“... [Vit] fara syngjandi út í heim”
Uni Arge, Komin er nú onnur øld, s. 95.
At tónleikur hevur nógv at siga fyri ung er ein eyðsýnd sannroynd
í hesum tíðum.
Tónleikafestivalar er stóra tingið fyri tíðina, gomlu stevnurnar
eru mest sum fyri einki hesa tíðina í nýggja ártúsundinum.
Ungdómurin eigur lívið í teimum allarflestu festivalunum.
Og hann er umringaður av tónleiki – í visuellu og útvarpaðu
miðlunum; í lýsingum, filmar, alskyns sendingar, heimasíður
hava flest allar tónleik um yvirskot er til tess, teldur og
fartelefonir hava eisini innleiðandi tónar, tá ið hesar standa klárar
til brúkarans tænastu.
Populer-tónleikur fyllir gerandisdagin hjá allarflestu
ungdómum, fyri tey allarflestu er tað so, at ávísir sangir minna
tey á løtur, støð, aðrar persónar osv... Populer-tónleikur hevur
ein stóran leiklut fyri tann hoyrandi partin í ungdómsmentan,
líkamikið hvar í verðini hon er.
Men á kensluliga økinum hevur tónleikur altíð havt sín
fasta stað. Innanfyri sálarfrøðina er t.d. tónleikaviðgerð ein
vælgrundaður táttur og ein vísindagrein. Heri Kragesteen,
sálarfrøðingur, sigur, at tónleikur, sum hann sær tað, hevur
møguleika at frambera ótrúliga nógv.
- Tað er ein máti at vera til uppá. Tað eru ofta tær stóru
kenslurnar, sum eru frammi. Ein italienskur sálarfrøðingur hevur
sagt, at eitt barn hevur 100 mál, men við tíðini taka vit 99 mál frá
tí. Tónleikur er ein sera ríkur málbúni. Tað er heilt einfalt ein máti
at vera til uppá.
Hann metir eisini, at tónleikur, bæði siðbundin og nútímans,
fyllir ótrúliga nógv í føroyska samfelagnum.
Eg spyrji hann um hesar festivalarnar og um ung. Hví fara
tey á festival – hvat dregur meiri tónleikur ella er tað meiri
samveran? Hann peikar á trý stig, sum gera seg galdandi: 1. Tað
heilt persónliga, ið fevnir um tað meiri persónliga, hvønn tónleik
einum dámar, 2. so fer ein fyri at deila nøkur upplivilsir saman
við teimum, sum ein kennir, vinfólki og líknandi. Og síðan
er tað 3., sum ein kann kalla fyri “Totaluppliving”. Ung hitta
nýggjum fólkum, tey forelska seg og so víðari. – Festivalur er ein
eksistensformur, ein máti at liva uppá.
Eftir bókmentatiltakið á G! Festivalinum hitti tveir
ungar høvundar og spurdi teir um teirra forhold til tónleik sum
høvundar.
Ungir rithøvun
- Onkuntíð lurti eg eftir
eystur-evropeiskum
technotónleiki, sum eg
ordiliga hati, men hetta
hjálpir mær av og á at
skriva. Slíkt seti eg frá
onkuntíð tíðliga onkrar
dagar, tá er sovorðið
gott!
Samtíðargrein
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
myndir: Rólant Waag Dam
og Ole Wich
Hetta púra óvæntaða svarið
gevur norski høvundurin Harstad
mær, tá ið eg havi spurt hann, um
tónleikur fyri honum onkuntíð
kann vera ein skaldligur íblástur.
Hann er beinanvegin við uppá
spurningin og skjótur at svara.
Harstad er í dag kendur
høvundur í Noregi og bókin
Buzz Aldrin hevur fingið nógva
umrøðu í Noreg og eisini her
heima, t.d. í OUTSIDERmagazin.
Ungi høvundurin skrivar á
norskum. Bókin hevur fingið
eina góða móttøku eisini uttan
í heimi, hon verður týdd til 11
mál – herímillum týskt, franskt,
russiskt, føroyskt og seinni helst
eisini enskt.
Í samrøðu við OUTSIDER
magazin fortelur Harstad, at
m.a. kendu tónleikabólkarnir
Radiohead og Sigur Rós hava
verið íblástrarkeldur, meðan hann
skrivaði Buzz Aldrin - Hvor ble
det av deg i Mylderet?, sum fyri
stóran part fer fram í Føroyum.
Tónleikur er eisini ein
miðdepil í skaldliga lívinum hjá
Harstad.
- Tá ið eg lurtaði eftir
sanginum hjá Radiohead “How
to disappear Completely” var
tað ein avgerandi løta fyri
skaldsøguna, Buzz Aldrin
– eitt byrjunarpunkt. Tann
sangurin liggur sum grund fyri
hugskotinum í bókini. Tankin um
at hvørva heilt er nakað, sum er
viðkomandi fyri høvuðspersónin
í bókini, Matthias. Og í Føroyum
er tað jú ómøguligt at hvørva.
Og í hansara stuttsøgusavni,
Ambulanse, sum kom út í 2002,
hevur tónleikurin eisini ein
ítøkiligan leiklut.
- Tá ið eg skrivaði ta bókina
lurtaði eg nógv eftir eini
útgávu hjá íslendsku Sigur Rós
og í tí førinum fekk hendan
tónleikaútgávan nógv at siga
fyri bókina. Eg gjørdi brúk av
stemninginum á tí fløguni til
Ambulanse. Tað tekur umleið tað
somu tíðina at lesa bókina, sum
fløgan er long.
Tá ið talan er um Buzz
Aldrin er tónleikaliga víddin
nógv størri. Einhvør bók, sum
Harstad skrivar, hevur so at siga
eitt ljóðspor, fortelur hann. Í
løgum finnur hann ofta fangandi
og sterkar orðavendingar,
persónslýsingar og huglag, sum
hann ger brúk av.
- Onkuntíð fara tekstir ella
vendingar, úr løgum eg lurti
eftir, beinleiðis niður í tað, sum
eg skrivi. Í norskum formi altso.
Tá ið eg havi verið í Føroyum
havi eg lurtað nógv eftir Eivør,
Teiti, og Kára P.. Tað er ikki so,
at eg dámi serliga væl tónleikin
hjá Kára P. og eg skilji jú heldur
ikki føroysku tekstirnar hjá
honum, men har er nakað yvir
tónleikinum, sum eg kundi brúka.
Tá ið vinfólk vitja Harstad
og síggja hansara fløgusamling,
hyggja tey oftast spyrjandi uppá
hann. Hann viðgongur, at hann
ofta lurtar eftir tónleiki, sum
honum als ikki dámar. Og her
nevnir hann hendan eystur-
evropeiska technotónleikin.
Eisini rocktónleikur úr hesum
økinum kann geva somu ávirkan.
– Tað kann vera gott at byrja
dagin við – onkuntíð, leggur
hann afturat.
Á bókmentatiltakinum á G!
las Harstad úr seinnu helvtini
av bókini. Hann fortaldi eisini
frá, hvussu tað bar til, at hann
kom hendan vegin. Ein gamal
skúlavinur hevur familju í
Kollafirði og so eitt kvøldið, eftir
nøkur gløs av whisky, lovaði
hann honum at skriva ta næstu
skaldsøguna um Føroyar. Og
so fekk hann møguleikan at
koma higar. Hann hevur verið
her 2-3 ferðir og sigur seg vera
forelskaðan í landinum, hann
finnur nógva inspiratión av
ymiskum slagi her.
- Um ikki forlagið hevði givið
mær forboð at skriva meiri um
Føroyar, so hevði eg gjørt tað.
Harstad var á G! í fjør. Men
tað var eitt minni væl eydnað
kvøld, m.a. tí hann kom seint á
festivalin og, at hann ikki visti
nakað um, at einkarsøla av
rúsdrekka var í landinum – kalt
og veldig edrueligt, sum hann
orðaði tað.
”
- Tá ið eg lurtaði eftir
sanginum hjá Radiohead
“How to disappear Completely”
var tað ein avgerandi løta
fyri skaldsøguna, Buzz Aldrin
– eitt byrjunarpunkt. Tann
sangurin liggur sum grund
fyri hugskotinum í bókini.
Tankin um at hvørva heilt er
nakað, sum er viðkomandi
fyri høvuðspersónin í bókini,
Matthias. Og í Føroyum er
tað jú ómøguligt at hvørva.
Johan Harstad,
Á tiltakinum lósu fylgjandi høvundar og yrkjarar upp: Thomas Boberg, Einar Már Gudmundsson,
Jóanes Nielsen, Carl Jóhan Jensen, Eiríkur Ørn Norðdahl, Johan Harstad, Kim Simonsen og
Vónbjørt V. Linjonsdóttir. Vónbjørt V. Linjonsdóttir er ikki við á myndunum