Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2006 21 vikuskifti 21 – Ja, Motorhead! Seinstu tíðina havi eg lurtað nógv eftir Motorhead, meðan eg havi skrivað Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo myndir: Rólant Waag Dam og Ole Wich – Eg lurti altíð eftir tónleiki! Eiríkur svarar eisini við eitt og beinleiðis uppá spurningin um tónleik og skaldskap, eins og Harstad. Eg fái fatur á íslendinginum eftir at landsmaður hansara, Mugison, hevur verið á pallinum við spæliplássið í Syðrugøtu. Vit práta eitt sindur um tónleik og tiltakið, sum var fyrr á degnum. Fyrr á degnum las hann upp á bókmentatiltakinum, sum varð ummælt í blaðnum fyrr í vikuni. – Eg eri úr tí ættarliðnum í Íslandi sum ikki dugir at tosa danskt, tí lesi eg á íslendskum og restin verður á enskum. Soleiðis legði hann fyri. Tónleikur inniheldur eina rúgvu av inspiratión fyri Eiríki. Fyrsta yrkingin, sum hann las upp var á íslendskum og hann frammanundan upplestrinum segði hann at tað gjørdi einki um fólk ikki skiltu íslendskt, tí yrkingin var ein “nonsense”- ramsa við rímum og eini knappari rytmu. Hann virkaði annars sera vandur við hetta at lesa upp, at framføra síni verk. Og í enska málinum, sum hann frambar yrkingarnar við, tyktist hann ógvuliga væl vandur og tryggur. Tá ið eg spyrji, hvussu hann hevur fingið hendan førleikan, sigur hann, at hann hevur verið í Berlin eitt tíðarskeið saman við fleiri ensktalandi yrkjarum og høvundum. Sambært OUTSIDERmagazin hevur hann tó bara útgivið á íslendskum. Nýhil er heitið á kollek­ tiv­inum av yrkjarum, sum leggja seg afturat grund­leggj­ andi hugskotinum undir Nýhil-bólkinum. Sam­bært fyrireikarunum av bók­menta­ tiltakinum hevur hesin bólkurin sett dagsskránna innan íslendska yrking seinastu árini. Hann hevur útgivið trý yrkingasøvn og skaldsøguna Hugsjónadruslan. Men, tað at upplesa ella fram­ føra skaldskap, hevur nógv at siga fyri íslendska høvundan. At framføra skaldskap (hann nýtir enska heitið “performance”) hevur stóran týdning fyri hann. Einar Már Gudmundsson las upp á bókmentatiltakinum, men Eiríkur saknar álvarliga at hoyra okkurt nýtt frá stóra íslendska skaldinum. – Hann dugir væl at frambera sínar yrkingar, men hatta er tað sama, sum hann í fleiri ár hevur lisið upp. Eg skilji væl at fólk her taka væl ímóti hasum, men eg sakni ein veruligan vitalitet í skaldskapinum hjá Einari. Eg sakni okkurt nýtt frá honum. Tónleikaframførsla og framførsla av skaldskapi hevur ávís sambond og ting í felag. Eiríkur sigur at, hann í harða rock-tónleikinum hjá Motorhead finnur nógva orku og íblástur til at skriva. Eitt spark í reyvina, fortelur hann. – Eg lurti altíð eftir tónleiki. Har er eitt ávíst tilknýti millum tónleik og skaldskap. Fyri meg er sambandið sera tætt. dar og tónleikur Eiríkur Ørn Norðdahl, f. 1978 Johan Harstad las upp úr Buzz Aldrin, hann endaði við nøkulunda hesum orðunum: “Og det var den morgenen jeg pludselig kom på, hvad vi skulle gjøre – vi drar til Caribien!” Lemmy úr heavy metal- bólkinum Motorhead. Tað seinastu tíðina hevur Eiríkur Norðdahl lurta nógv eftir hesum bólki, meðan hann hevur skrivað. ” - Hann dugir væl at frambera sínar yrkingar, men hatta er tað sama, sum hann í fleiri ár hevur lisið upp. Eg skilji væl at fólk her taka væl ímóti hasum, men eg sakni ein veruligan vitalitet í skaldskapinum hjá Einari. Eg sakni okkurt nýtt frá honum. f. 1979 Eiríkur Ørn Norðdahl: – Eg lurti altíð eftir tónleiki. Har er eitt ávíst tilknýti millum tónleik og skaldskap. Fyri meg er sambandið sera tætt