Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2006 22 vikuskifti Summarfestivalur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nostalgiskur. Fá ella eingi eksperiment og traditiónirnar í hásætinum. Tað eru nakrar av høvuðsetikettunum, sum støðugt verða heftar á Summarfestivalin í Klaksvík, sum í so máta brýtur nakað frá hinum stóra føroyska festivalinum. Tá fyrstu spírarnir til festivalin sóu dagsins ljós heystið 2006, var eisini skjótt, at nostalgi’in kom uppí. Fyrsta veruliga stóra navnið, sum varð sett á breddan, var rock-legendan úr Uriah Heep, Ken Hensley, og sum frá leið gjørdust væl kendu nøvnini alt fleiri í tali. Frændur, Hjarnar, Hanus Johansen, Ólavur Prestley og so eisini Boney M. Nøvn, sum kundu fáa øll 70’- og 80’arahjørtu at brána í summarhitanum, sum gjørdi um seg júst somu dagarnar, sum festivalurin stóð á skránni. Sangbærur tónleikur Framúr góða veðrið var kanska eisini við til at ekspandera Festi­ valin skjótari, enn fyrireikararnir høvdu væntað. Í øllum førum mundi størsti parturin av teimum 5.000, sum vóru á Vágsbøi 2004, eisini vitja aftur í fjør, tá mannamúgvan mest sum allan leygardagin mundi liggja um tey 8.000. Hesa ferð við Straight Ahead, Science Fiction, Dynamit, Anne Linnet og Shakin’ Stevens umboðandi afturhvarvið, meðan McFadden og Ana Jonsson samstundis vístu á, at sjónarringurin eisini rakk inn í nýggju øldina. »Tað var sum á ólavsøku« tók onkur til, og hóast tað kanska er at ganga sterka lokala samleikanum hjá klaksvíkingum dekan ov nær, so er tað nú eingin rong samanbering. Tí við átakinum, sum fyrireik­ ararnir fóru í holt við fyri hálvtum triðja ári síðani, raktu teir so beint í sentrum av stórum parti av fólkasálini. Og hóast fyrireikararnir sjálvir ikki so fegnir nýta »nostalgi«, so ásanna teir, at tað er ikki einki um hetta. – Tað hongur kanska mest saman við tónlistarligu tradi­ tiónunum, sum vit hava havt í Klaksvík, sigur Erik Biskopstø, sum saman við restini av liðnum nú er í fullari ferð við at fáa seinastu fyrireikingarnar frá hondini. – Vit hava havt nógvar væl dámdar bólkar, og felags­ eyðkennið hevur fyrst og fremst verið, at tónleikurin hevur verið sangbærur og savnandi. Tí var tað væl eisini náttúrligt, at hetta slagið av tónleiki gjørdist kjarnan í okkara konseptið. – Samstundis hildu vit eisini, at fólk um 35 og omanfyri í nógvar mátar vóru eitt sindur forsømd, tá talan var um slík tiltøk. Tí var náttúrligt at leita nakað aftureftir – bæði innan- og uttanlands – og tað tykist vera nakað, sum hevur hóvað fólkinum væl. So kanst tú kalla tað nostalgi, um tú vilt, men okkara ynski er so fyrst og fremst, at skapa eitt áhugavert tiltak, sum er fyri alla familjuna. Sjálvandi er vandin við at sikta breitt, at einki verður rakt, men tíbetur tykjast vit vera slopnir undan hesum. – Og so er festivalurin hóast alt eisini meira enn tað. Í ár hava vit eitt nú nøvn sum Johnny Deluxe og The Rasmus, sum báðir eru sera aktuellir. Ein sum er ein av heitastu bólkunum í Danmark, og hin sum ein finskur bólkur, sum í løtuni turnerar kring allan heimin. Veðrið er nakað fyri seg Hóast nógv fólk var til festivalin bæði fyrsta og næsta árið, so vóru karmarnir kring tónleikin sera ólíkir. Ikki minst, tí veður­ gudarnir, sum høvdu verið so blíðir í 2004, nú oystu regn oman yvir býin. Hóast hetta ikki tóktist at nerva tað allarminsta, so ásannar Erik, at veðrið kann hava týdning. Og at týdningurin fyrsta árið í øllum førum var ovurstórur. – Tú kanst sum so siga, at veðrið í 2004 gjørdi festivalin nógv størri, enn vit tordu at vóna. Sum dagurin leið, so komu bara alt fleiri fólk til Klaksvíkar, og tað var við til at skapa eina framúr uppliving. – Tí vóru vit kanska eisini eitt sindur bangnir, tá tað í døgunum upp til festivalin í fjør oysti niður, men tað vísti seg tó ikki at bila. Víðkað barnaøkið Í mun til árið í fjør er festivaløkið til Summarfestivalin mest sum óbroytt. Fyrsta árið stóð greitt, at tørvur var á meira plássið, men fyrireikararnir halda, at tað, sum varð gjørt í fjør, fyri tað mesta er nøktandi. – Vit hava loyvi til 9.000 vitjandi, soleiðis sum økið er nú, og tað meta vit vera nøktandi. Í fjør vóru á leið 8.000 gestir leygarkvøldið, og í fyrstu atløgu miðja vit eftir at halda fast um hetta. – Tað er væl eisini mark fyri, hvussu nógv størri ein festivalur kann verða í Føroyum, og tí ræður fyrst og fremst um at halda nøgdseminum hjá hesum 8.000. Megna vit tað, so er jú sannlíkt, at tey eisini koma aftur, og tí stendur nøgdsemið fremri enn vøkstur, tá vit skulu meta um okkara avrik í ár, sigur Erik Biskipstø. Á einum øki verður broyting tó gjørd, og hetta er hjá børnunum. – Vit hava gjørt av, at nýta ein størri part av Akursmørk til barnaøkið. Tað var eitt av teimum kritik-punktunum, sum vit fingu í fjør, og tí fáa børnini enn størri prioritet í ár. Ikki minst við nýggja Silva-landinum, sum Norðoya Sparikassi setur upp. Hartil verður so møguleiki at keypa serstakt armband til børn, og hava tey hetta, so eru mest sum øll spælistøðini ókeypis. -mørk Streymurin er tryggari Tvær ferðir á festivalinum í fjør steðgaðu framførslur, tí streymurin til pallin reyk. Og tað er nakað, sum fyrireikararnir vilja tryggja seg ímóti í ár. – Sjálvandi fært tú ongan tíð vart teg 100%, men vit royna at verja okkum, so væl sum vit nú einaferð kunnu, sigur Erik Biskopstø. – Í fjør var talan í øðrum førinum um eina grill, sum kortsluttaði, men tann hendingin kann so ikki endurtaka seg. Í ár er nevnliga serstakt streymtorn sett upp til pallin, og tí kunnu slík viðurskifti ikki órógva aftur hesaferð. – Í hinum førinum (tá Straight Ahead spældi, blðm), var talan um regulera sabotasju. Ein kápil varð skryktur út, og slíkum ónollum fáa vit illa vart okkum fyri, sigur hann. -mørk Trúgvur móti samleikanum – Summarfestivalurin er ikki bara nostalgi. Men konseptið liggur nær tónlistarliga samleikanum hjá Norðoyggjum. Ein samleiki, har sangbærur og savnandi tónleikur er í hásætinum. Tað kunnu summi so kalla nostalgi, men fyrst og fremst, so miða vit eftir einum breiðum og fólksligum átaki, sigur Erik Biskopstø, nú fyrireikingarnar til Shu-bi-dua, David Phelps, The Rasmus, TrøllaPætur og øll hini eru í hæddini Fyrireikararnir kundu ikki ynskt sær betri veður fyrsta árið. Sólin bakaði yvir allan býin, og so hvørt sum tímarnir gingu, valfartaðu festivalgestir til Klaksvíkar