sunnudagur 30. juli 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2006
23
vikuskifti 23
MVG afturat prísinum
Eins og fleiri onnur líknandi tiltøk, so hevur
Summarfestivalurin í ár verið noyddur at hækka
atgongumerkjaprísin nakað, fyri at fáa endarnar at
røkka saman. Men talan hevur hinvegin ikki verið um
so stóran prísvøkstur, sum vit hava sæð aðrastaðni.
Soleiðis vórðu fyrstu atgongumerkini seld fyri sama
prís, sum í fjør – tó við mvg omaná, og tann príslegan
hevur verið galdandi allan vegin.
– Hetta hevur eisini verið rættiliga tilvitað. Vit royna
jú eisini at skapa nakað fyri alla familjuna, og tá kann
vøksturin verða ógvusligur, um hvørt atgongumerki
dýrkar fleiri hundrað krónur, sigur Erik Biskopstø.
-mørk
Ansni ansar
tjaldplássinum
Ein partur av festivalinum er tjaldingarøkið úti við Grøv,
sum undanfarnu árini hevur verið stúgvandi fult av
festivalgestunum.
Tað vóna fyrireikararnir eisini verður galdandi í ár, og
eins og í fjør ætla tey, at skilið á økinum skal vera gott.
Vit hava gjørt avtalu við Ansni, sum alla tíðina hevur
vakt á økinum. Bæði so vit á tann kunnu tryggja, at
skilið á økinum er hampuliga gott. Men eisini fyri
trygdina, soleiðis at um okkurt skuldi borist á, eru fólk
altíð til staðar at taka sær av hesum. Ella at biða um
hjálp, um hetta verður neyðugt.
-mørk
Fyrsti tunnils-festivalurin
Tað eru mong, sum eru spent um, hvussu nýggi tunnilin fer
at ávirka Summarfestivalin. Ikki minst, um lættari atkoman
fer at bera fleiri gestir við sær, ella um hetta kann kosta á
tann hátt, at fólk bara pendla aftur og fram, heldur enn at
taka allan festivalin í einum.
– Tað vita vit jú ikki. Og sum so kann tað venda báðar
vegir. Vit vóna sjálvandi, at betraða sambandið dregur
enn fleiri fólk, og at hesi framhaldandi síggja tiltakið sum
eitt heilt vikuskiftið, heldur enn bara eina lítla útferð til
Klaksvík.
– Men á einum øki er talan í øllum førum um fyrimun. Hjá
okkum sum fyrireikarunum er óvissan um flutning og annað
í øllum førum vorðin minni, so longu nú kunnu vit sláa fast,
at tunnilin eisini hevur hjálpt festivalinum, sigur Erik.
-mørk
Mannamúgvan var enn størri, og
tey allar flestu høvdu bara latið
seg í eftir umstøðunum. Og sum
heild haldi eg, at føroyingar hava
lært seg at góðtaka eitt sindur av
hvørjum, tá um veðrið ræður.
Men hvussu við útlendsku
nøvnunum. Hvat siga tey til at
spæla í slíkum veðri.
– Tað víst seg so als ikki at
bila. Ættin var tíbetur í bakið á
pallinum, so tey merktu lítið og
einki sjálvi. Og tað er kanska
eisini ein øðrvísi uppliving hjá
teimum, at oysandi regn ikki
koppar nøkrum sum helst.
Og besta dømi um sannleikan í
hesi útsøgn, mundu vit fáa í fjør,
tá Anne Linnet var á pallinum.
Hetta var júst um tað mundið, tá
regnið var av tí allarmesta: »I er
dog fantastiske. Det pisser ned,
og i er skideligeglade« ljóðaði
kontana meldingin frá donsku
songkvinnuni, áðrenn hon aftur
leitaði í mest sum ótømandi
goymsluna av væl kendum
hittum.
Ber eisini til uttan
klaksvíksbólkar
Onkra tíð hevur verið skotið
fyrireikarunum fyri, at talan
fyri nógva er um avdankaðar
klaksvíkarbólkar, sum sleppa
framat á festivalinum, men
hesum er Erik als ikki samdur
í. Og hann leggur afturat, at
hóast gomlu bólkarnir avgjørt
hava givið sítt íkast, so eru teir
ikki sjálvt fundamentið undir
festivalinum.
– Men tað hongur væl eisini
saman við konseptinum hjá
okkum. Sum eg havi sagt, so
var kjarnin hjá bólkum sum
Straight Ahead, Science Fiction,
Frændum, Dynamitt og øðrum,
at talan er um sannbæran og
savnandi tónleik. Skulu vit hava
slíkan tónleik fyri teimum, sum
eru farin um tey 35 – og kanska
meira – so mugu vit væl leita
aftureftir. Og tað vildi verið
løgið, um vit ikki hugdu eftir
teimum nøvnum, sum vit hava
her.
– Tað er tó mark fyri, hvussu
nógvar slíkar bólkar tú finnur
her norðuri, og tað nostalgiska
hvørvur eisini, um teir eru á
pallinum hvørt ár. Í ár hava vit
tó fingið Anfinn á pall, og hann
dugir vanliga at seta lív í. Og
við Hanus G. Johansen hava vit
einasta navnið, sum hevur verið
á hinum báðum festivalunum
– og eisini hann eru vit sera fegnir
um.
– Men vit meta tó ikki, at
hesir bólkarnir eru fortreytin
fyri festivalinum. Sjálvandi fara
føroyskir bólkar altíð at vera við
til at mynda ein slíkan festival,
men vitt hava eisini sæð, at
útlendsku nøvnini verða bæði
fleiri og størri. Í ár er tað soleiðis
bert Kim Hansen av føroysku
solistunum, sum spælir á stóra
pallinum. Og tað sigur nakað um,
hvussu nógv tiltakið er vaksið,
sigur Erik.
Og so kundu vit kanska lagt
afturat, at gaman í er festivalurin
størri. Men fólksligur er hann
framvegis. Nakað sum 8.000 fólk
á Vágsbøi í fjør væl og virðiliga
kundu skriva undir uppá!
Shu-bi-dua
The Rasmus
Roger Hodgson
Kim Hansen
Páll Finnur Páll
Høgni Lisberg
Johnny Deluxe
Sarah Brendel
David Phelps
Martin Joensen
Maggie Reilly
F.R. David
Anfinn Nielsen
Eyðun & Terji
Sámal og Jóan Jakku
Hanus G. Johansen
Anytime
Vísumenn
Peter Thorup Trio
All That Rain
Crawling Blue
Budam
The Story Ends
Káta Hornið
Poppkorn
Angela & Hannibal
Trøllapætur og omman
Silvi
Festival-djórini
Á pallinum í Klaksvík
Einasti luttakarin, sum triða
árið á rað stendur á pallinum,
er Hanus G. Johansen. Men ein
fólkasangari av slíkum kalibri
er mest sum eitt must til eitt
somikið fólksligt tiltak
Vágsbøur er tómur,
nú Erik og restin av
fyrireikarunum pussa
seinastu elementini til