sunnudagur 30. juli 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2006
30 vikuskifti
Hon er ógvuliga kvinnuliga
og óhátíðarliga ílatin í seinasta
nýggja mótanum, men tað
er kortini sjónligt, at av hesi
stjóraskrivstovu stýrir 35 ára
gamla Jóhanna á Bergi, Faroe
Ship fyritøkuni, við fimm
skipum, nógvum flutnings
akførum og 170 starvsfólk.
Fyri at lýsa nýggju tíðirnar
hjá gamla Skipafelagnum,
leggur Jóhanna á Bergi dent á,
at Faroe Ship er flutnings- og
tænastufyritøka. Ein mennandi
nútíðar fyritøka, sum skal føra
virksemið víðari, har tað gamla
slepti.
Hon endurgevur John
C. Maxwell, sum sigur, at
”framgongd kann ikki mátast
í tí tú fert til, men meira í
tí tú leggur eftir teg”.Tað er
arbeiðssetningur, sum Jóhanna á
Bergi kann taka undir við.
Endamálið við at fara undir
nýggjar avbjóðingar lýsir
Jóhanna á Bergi við at siga,
at nýggja virksemið byggir
á tríggjar meginreglur fyri
menning, sum eru: útinnan,
samstarv og álit.
Hon varð biðin um at taka við
nýggja starvinum og tók av.
Jóhanna á Bergi er útbúgvin
á danska útflutningskúlanum í
1994 og tók MSc í virkisleiðslu
á Lærda Robert Gordon
Háskúlanum í 2004. Hon tosar
enskt, týskt, flamskt, spanskt
og franskt, eftir at hava arbeitt
ella gingið á málskúla í ymsu
londunum, men heldur ikki, at
tað er grundgevingin fyri at hon
fekk boðið starvið.
Í átta ár hevur Jóhanna á Bergi
starvast sum sølustjóri í JFK /
Kósini samtakinum í Klaksvík,
higar hon kom eftir at hava verið
fýra ár í Fraklandi, har hon var
sølufólk í Faroe Seafood.
Umframt at hava verið
sølustjóri í Klaksvík, hava hon
og maðurin Eyðun á Bergi,
fingið tvey børn hesa tíðina. Tey
eru fimm ára gamla Randi og
Jónas, sum er trý ár. Familjan býr
í Klaksvík.
Av tí at Faroe Ship hevur
deildir kring oyggjarnar, er
stjórin ikki á høvuðssætinum
hvønn dag, men ferðast av og á
millum deildirnar. Tað er heldur
eingin forðing at búgva uttan
fyri høvuðsstaðarøkið, nú gott
samband er oyggjanna millum.
Børn eingin forðing
– Hvussu sita børn og starvsbreyt
saman?
– Tað er upp til tann einstaka at
meta um. Eg síggi tað ikki sum
eina forðing, sigur Jóhanna á
Bergi.
Fyrsta dagin í hesi viku situr
Jóhanna á Bergi á rúmligu stjóra
skrivstovuni í høvuðssætinum
hjá Faroe Ship og sæst næstan
ikki aftur í stásiligt innrættaða
skrivstovuumhvørvinum.
Hon heldur ikki, at hennara
arbeiðsdagur við útiarbeiði og
smábørnum, er so nógv øðrvísi
enn hjá øðum kvinnum og
monnum á arbeiðsmarknaðinum.
– Sjálvandi havi eg tann fyri
mun, at eg kann skipa mín
arbeiðsdag og noyðist ikki sum
t.d. flakakvinnnurnar, at standa
við flakaborðið frá kl. átta til
fimm, ella so leingi fiskur er,
men eg havi størri ábyrgd.
– Hjá okkum er tað sama
trummerummið við arbeiði
og børnum, og eg hugsi oftani,
hvat hevði verið øðrvísi, um
eg arbeiddi á posthúsinum ella
aðrastaðni. Harnæst kann eg
arbeiða heima, um tað gerst
neyðugt, eitt nú um børnini eru
sjúk, og maðurin ikki er heima.
Maðurin siglir og er tveir
mánaðir úti og tveir heima. Tað
er stór hjálp hjá Jóhonnu, men
umframt tað hava børnini ommu
og abba í Klaksvík og somuleiðis
í Havn, at dúva uppá.
Hugsar ikki í kvinnu og
mannfólkastørvum
– Tú byrjaði tína yrkisbreyt sum
24 ára gomul og hevur málrættað
arbeitt teg fram til týðandi størv,
sum annars hava verið sett av
mannfólki?
– Tað havi eg ongantíð
hugsað um, svarar Jóhanna.
Eg hugsi ikki í kvinnu- og
mannfólksstørvum, men havi
bert ynskt at arbeiða við altjóða
handli. Tá fiskivinnan er fremsta
vinnan her á landi, var tað bert
eitt náttúrligt val fyri meg, sigur
Jóhanna á Bergi.
Tá Jóhanna á Bergi hevði átt
fyrsta barnið og var í barsils
Hon byrjaði í fiskivinnuni:
Eg hugsi ikki í kvinnu- og mann
– Av tí at fiskivinnan er
fremsta vinnan her á landi,
og tí eg vildi arbeiða við
altjóða handli, var tað bert eitt
náttúrligt val fyri meg, sigur
nýggi stjórin á Faroe Ship
”
Um hvat skal til fyri at fáa stjórastarv
sigur Jóhanna á Bergi: – Tað ræður
um dygd, og at vera á røttum stað
til rætta tíð, umframt at vilja gera
dygdargott arbeiði. Sjálvandi er ikki
alt bara væl, men tað er neyðugt at
hava ambitiónir, at vera fult og heilt
til staðar og at hava eina meining
Rithøvundur
Dagny
Joensen