Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2006 31 vikuskifti 31 nfólkastørvum farloyvi, fór hon við Skálaberg til Grimsby. Spurd, um hon ikki tímdi at ganga heima, sigur Jóhanna frá ferðini: – Vit vóru tvær av starvsfólk­ unum, ein góðskustjóri og eg, sum vóru í farloyvi. Vit tosaðu um, at tað hevði verið áhugavert at farið við at marknaðarføra nýggja Skálaberg fyri kundunum í Grimsby. Tað helt leiðslan í JFK vera eitt gott hugskot og bjóðaði okkum eina barnagentu við, um vit fóru. Tað var ein sera góður túrur, og børnini høvdu tað gott, sigur Jóhanna. – Hvat skal til fyri at fáa stjórastarv? – Tað ræður um dygd og at vera á røttum stað til rætta tíð, umframt ein vilja at gera dygdargott arbeiði. Sjálvandi er ikki alt bara væl, men tað er neyðugt at hava ambitiónir, at vera fult og heilt til staðar og at hava eina meining. Tað er nógv dugnalig fólk í leiðandi størvum í dag, men harfyri er ikki vist, at øll eru tey røttu til júst teirra starv. Altjóða felag – Í dag er kappingin stór, og tí er neyðugt at fólk arbeiða málrættað. Ì Faroe Ship, sum er ein føroysk/íslendsk fyritøka við nevnd, sum er mannað av trimum føroyingum og tveimum íslendingum, eru vit komin langt við at skapa framdrift. Kappingin er hørð, og tí er tað av týdningi, at førleikakravið hækkar, sigur Jóhanna á Bergi. Hon sær tó bjart upp á fram­ tíðina, av tí at hon hevur fingið góða móttøku í Faroe Ship og kendi seg heima fyrsta dagin til arbeiðis. – Starvsfólkini her minna meg um tey í fiskivinnuni. Her eru nógv góð fólk, sum ikki eru bangin fyri avbjóðingum og at fara til verka. – Tað er eisini ein orsøk til, at eg játtaði at fara í starv her, tí eg síggi góðar møguleikar í starvsfólkunum og í felagnum, sigur Jóhanna á Bergi. – Tað er sera spennandi at arbeiða í Føroyum, nú hetta er vorðið eitt altjóða felag, sum kann veita betri tænastu. Tað kann bert gera okkum betri og sterkari. Jóhanna heldur, at hon hevði eina avbera góða tíð í Klaksvík og spennandi fólk at arbeiða saman við. Har lærdi hon nógv, sum hon kann brúka í nýggja starvinum. Hennara dreymur hevur altíð verið at arbeitt sum sølustjóri innan altjóða vinnu, og at vera sølu- og tænasturættað í sínum arbeiði og at hava sambandi við onnur fólk. – Tað er har, alt byrjar, uttan tað onki virksemi, sigur Jóhanna á Bergi. Politiska skipanin og globaliseringin Hon arbeiðir einar seks – átta tímar dagliga og oftani eisini um kvøldarnar, tá børnini eru løgst, men hon skal vera tøk allan sólarringin. Tí verður fartelefonin ongantíð sløkt. Tað mest umráðandi er at hava góðan skipaðan arbeiðsdag. Týdningarmesta er at leiða og samskipa arbeiðið og at geva starvsfólkunum góðar arbeiðsumstøður. Um framtíðarvónirnar sigur Jóhanna á Bergi: – Fyrst og fremst síggi eg fyri mær, at tað kemur at henda nógv í Føroyum, og at tað verður ein spennandi uppgáva og ein avbjóðing at menna fyritøkuna. Nógvar broytingar verða, sum fyritøkan skal tillaga seg til. – Vit eru longu ávegis við at skipa felagið til eitt marknaðar- og tænasturættað felag. Tað arbeiða vit málrættað við í løtuni. Um politiskar forðingar og globalisering, sigur Jóhanna á Bergi, at sjálvandi skulu karmarnir verða í lagi, og at nógv kundi verið betur, men við globaliseringini er tað helst soleiðis, at hóast politiskar forðingar, finnur vinnan altíð sínar vegir at ganga, sigur Jóhanna á Bergi. Jóhanna á Bergi, stjóri á Faroe Ship: - Eg havi bert ynskt at arbeiða við altjóða handli. Tá fiskivinnan er fremsta vinnan her á landi, var tað bert eitt náttúrligt val fyri meg, sigur Jóhanna á Bergi, sum nú er farin undir nýggjar avbjóðingar við at skipa Faroe Ship til eitt marknaðar- og tænasturættað felag – Starvsfólkini her minna meg um tey í fiskivinnuni. Her eru nógv góð fólk, sum ikki eru bangin fyri avbjóðingum.Tað er eisini ein orsøk til, at eg játtaði at fara í starv her, sigur Jóhanna á Bergi ” Um politiskar forðingar og globalisering: - Sjálvandi skulu karmarnir verða í lagi, og her kundi nógv verið betur, men við globaliseringini er tað helst soleiðis, at hóast politiskar forðingar, finnur vinnan altíð sínar vegir at ganga