sunnudagur 30. juli 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2006
32 vikuskifti
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@Sosialurin.fo
myndir: Rigmor Dam
Skarvanes: Tokan liggur tjúkk
undir smala bygdavegnum.
Tíbetur fjalir hon djúpið, ið
hómast hinumegin slitnu auto
verjurnar, sum eru einasta markið
millum silvurlitta leigubilin og
avgrundina. Og í fimm nervøsir
kilometrar er morgunlesturin á
millumbylgju einasta sambandið
við umheimin. Men við eitt trínur
bygdin fram úr tokuni, og yvir
kulørtu húsunum og grønasta
juligrasinum er himmalin høgur,
og eg gestur.
Fríggjadagur er, og bert
tveir dagar eru eftir av summar
skeiðinum fyri børn, sum viga
ov nógv. Í fýra vikur hava tey
nærum livað eina Robinson
tilveru, avbyrgd frá umheiminum
í fjarskotnu bygdini Skarvanesi
vestantil á Sandoynni. 10 børn úr
øllum landinum, við hvør sínum
foreldri og trimum starvsfólkum.
Tað er troyttandi altíð at vera
aftast, og ikki at renna so skjótt
og ikki at passa klæðini.
Hans Hjørleivur, 11 ár
– Tá eg var valdur í nevndina
fyri Jólamerkjagrunnin, skeyt
eg upp, at vit gjørdu eitt tilboð
fyri børn við vekttrupulleikum,
sigur Fróði Joensen, barnalækni
á Landssjúkrahúsinum, tá
hann hevur boðið mær upp um
rúgvuna av súkklum í túninum
og inn í køkin í øðrum av teim
um báðum gulu húsunum, sum
hava hýst skeiðinum seinasta
mánaðin.
– Tað var av tilvild, at tað bleiv
Skarvanes, tí Ingi Mohr, sum
eigur húsini, beyð okkum tey
ókeypis. Og tá vit ikki hava
nakra stóra fíggjarætlan, valdu
vit sjálvsagt at taka av, sigur
Fróði. Og hann greiðir frá, at
trý starvsfólk hava verið í
bygdini alla tíðina, meðan hann
sjálvur hevur verið til arbeiðis
í Havn. So lutur hansara hevur
verið at kanna børnini undan
uppihaldinum og at siga gott fyri
heilsu teirra annars.
Tær tríggjar, sum annars
hava staðið fyri skeiðinum eru
Anna Louisa Joensen, sjúkra
systir, Helle Drews, barna
fysioterapeutur og Ulla Sidsel
Brandi, kostráðgevi.
– Vit settu eina lýsing í bløðini,
har vit buðu summarskeiðið
til børn og foreldur, sum eru
motiverað til at gera nakað
við vekttrupulleikan, tí tað er
avgerandi, at tey sjálvi ásanna,
at tey viga ov nógv, sigur Fróði
Joensen. Inn komu 43 umsóknir,
sum luku treytirnar, men pláss
var bara fyri 10 børnum.
Eg gráti ikki, men kann blíva
óður við meg sjálvan, tí eg dugi
ikki so væl at steðga við at eta,
og so eti eg alt ov skjótt.
Hans Hjørleivur, 11 ár
Ikki kurur, men lívsstílur
Endamálið við tiltakinum
er, at børnini sleppa at vera á
Skarvanesi í fýra vikur saman
við einum av foreldrum sínum,
og at tey síðani læra at eta
sunnari og lættari, umframt at
røra seg meira.
– Vit bjóða ein gerandisdag,
har kostur og rørsla eru í hásæti,
alla tíðina við foreldrunum sum
næsti stuðul barnsins, sigur Fróði
Joensen, sum samstundis sigur
seg vóna, at børnini tapa umleið
eitt kilo um vikuna, meðan
skeiðið er.
– Men málið er ikki, at børnini
bara skulu tapa seg her, tí talan
er ikki um ein kur, men um eina
broyting av lívs- og kostvanum,
sum eigur at halda fram, tá tey
koma heim. So hóast tey hava
tapt seg í her, er enn ov tíðliga at
siga nakað um, hvussu skeiðið
hevur eydnast, tí tað fer tíðin at
vísa, sigur Fróði Joensen.
Eg verið ikki argaður her í
Føroyum, men tað varð eg, tá
vit búðu í Danmark. Eg hati
at berjast og eri vanliga ein
friðarligur drongur. Men tá
onkur argaði meg, so bleiv eg
óður, og tey fingu tað aftur.
Hans Hjørleivur, 11 ár
Fjølbroyttir aktivitetir
Á skeiðinum fáa børnini ymisk
tilboð og avbjóðingar, so sum at
ríða, svimja, ganga túrar, renna,
súkkla og at rógva. Dagurin er
lagdur soleiðis til rættis, at aftaná
morgunmatin eru aktivitetir, og
um middagsleitið fáa tey breyð
við soltnum viðskera, har hvørt
barnið fær skamtaðar nøgdir
at eta. Seinnapartin eru aftur
tilboð og felags aktivitetir, og
um nátturðatíð verður borðreitt
við heitum mati, sum foreldrini
skiftast um at gera, undir kønari
vegleiðing frá kostráðgeva. Á
kvøldið eru upplegg og prát fyri
foreldrunum, meðan børnini
spæla frítt.
– Tað hevur alstóran týdning, at
ongin er svangur. Tí hava børnini
alla tíðina atgongd til frukt og
grønt, sum tey kunnu fáa sær.
Nú havi eg lært at rógva, og tað
dámar mær ordiliga væl. Eg havi
ikki fingið árabløðrur, men tað
hevur babba.
Hans Hjørleivur, 11 ár
Foreldrini eru lykilin
Munurin á tilboðnum í
Skarvanesi og øðrum líknandi
tilboðum, sum vit kenna
eitt nú frá teimum donsku
jólamerkjaheimunum, er, at her
eru foreldrini vegurin til eitt
lættari og sunnari lív, meðan
donsku børnini eru einsamøll
á jólamerkjaheimi í tríggjar
mánaðir.
– Tað eru foreldrini, sum
geva børnum at eta, tey seta
mørkini og hava ábyrgdina fyri
børnunum. Tað nyttar einki
at fortelja børnum um øðrvísi
kostvanar og nýggjan lívsstíl, um
tey koma heim aftur til gomlu
Foreldrini eru vegurin til eitt
10 børn við
vekttrupulleikum
hava seinasta
mánaðin verið á
summarskeiði á
Skarvanesi saman
við foreldrum og
serfrøðingum.
Har hava tey lært,
hvussu tey kunnu
fáa eitt lættari og
sunnari lív, og
tey eru lætnað
tilsamans 40 kilo
Hvønn dag er rørsla av alskyns slag á skránni. Henda seinnapartin renna øll og aftan á fara øll at svimja í Meginskúlanum
Tær tríggjar, sum hava staðið fyri skeiðinum eru Anna Louisa Joensen,
sjúkrasystir, Helle Drews, barnafysioterapeutur og Ulla Sidsel Brandi,
kostráðgevi
Fróði Joensen, barnalækni, tók stig
til summarskeiðið