Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2006 33 vikuskifti 33 lættari lív vanarnar. Harumframt kunnu foreldrini stuðla børnunum, um tey eitt nú halda tað vera ov strævið at íðka ítrótt, sigur Fróði Joensen. Og hann vísir á, at uppgávan hjá foreldrunum sostatt er at læra um kost, at gera mat, umframt at taka lut í kropsligu avbjóðingunum hjá barninum og harvið at stuðla barninum. – Hetta er eisini orsøkin til, at vit hava valt at leggja tiltakið í summarfrítíðini, so børn og foreldur hava møguleika at luttaka saman. Og børnini verða heldur ikki tikin úr vanliga gerandisdegnum og forsøma ikki skúlan. Sambært Fróða Joensen, er tað sera týðandi, at familjan heldur nýggju vanarnar heima og foreldrini mugu geva sær far um tað at liva eitt sunnari lív saman við barninum, og tey mugu vera til reiðar at brúka tíð til tað – bæði til at matgera og at røra seg saman við barninum. Gongutúrurin til Húsavíkar og Dals var góður. Eg og babba fóru síðst avstað, men vit vóru millum tey fremstu, tá vit komu fram, tí vit runnu og gingu so skjótt – eg og babba. Hans Hjørleivur, 11 ár Ósolidariskir matarvanar Ein annar fyrimunur við at foreldrini taka lut er, at tey fáa eina kostætlan heim við, sum tey kunnu brúka til alla familjuni. Kortini kann tað koma fyri, at hini í húskinum tvíhalda um til dømis at fáa smelt aftur við døgurðanum. – Tað er ósolidariskt at sita og smovsa, meðan barnið skal broyta kostvanar. Tí skal øll familjan stuðla upp undir broytingina, og um tey endiliga skulu vera ósunn skal tað vera, tá barnið ikki er til staðar, sigur Fróði Joensen. Eg vóni at kunna renna longur, og eg fái eina teldu, um eg komi niður um eina ávísa vekt. Hans Hjørleivur, 11 ár Bróta óndu ringrásina Tá øll, sum taka lut á skeiðinum, fáa hvør sína kostætlan, hevur tað stóran týdning, at støðið verður tikið í matinum, sum familjan etur frammanundan, og tí kostinum sum barninum dámar. – Vit ganga inn fyri sunnum grundkosti, men vit broyta tilgerðarháttin eitt sindur og læra tey at eta meira av tí lætta, so sum eplum og grønmeti, og so, at tey skulu røra seg í minsta lagi í ein tíma um dagin - hvønn dag, sigur Fróði Joensen. Og hann vísir á, at børn eiga ikki at fáa góðgæti oftari enn eina ferð um vikuna og tá bert fyri eini 10-20 krónur. – Børn hava ikki brúk fyri tómum kalorium, men skulu hava vanligan mat, fittar smáar portiónir og annars meira frukt og grønt, sigur hann og minnist aftur á byrjanina av skeiðinum, tá børnini vóru meira still og smæðin, – Nú renna tey úti allan dagin og røra seg, og bæði vit og foreldrini síggja, at tey sum heild eru nógv glaðari. Hetta hendir sjálvsagt, tí tey fáa nakrar góðar upplivingar, og ikki minst tí, at tey orka betur at røra seg, sigur Fróði. Um sonevndu óndu ringrásina sigur hann, at hetta er ein støða, sum fólk koma inn í, tá tey eru tung. Tá orka tey minni, og so sita tey meira still og taka tí alt meira uppá. – Nú orka børnini longu nógv betur, tey hava uppbygt vøddarnar, og alt hetta hendir innan heilt stutta tíð, tí tey hava fingið meira orku. Mær dámar best at svimja. Fyrr dámdi mær tað ikki so væl, tí eg dugdi ikki so væl. Nú ætli eg mær at svimja nógv meira. Hans Hjørleivur, 11 ár Vónandi alment tilboð Av tí, at tað helst verður ómetaliga krevjandi at halda stand, tá skeiðið er av, er ætlanin, at børnini framhaldandi skulu vigast eina ferð um mánaðin hjá lækna ella heilsusystir, og at øll skulu hittast aftur eina ferð í heyst. Til jóla verður endaliga eftirmetingin, og tá fer tað veruliga at vísa seg um summarskeið av hesum slag eru verd at satsa uppá framyvir. – Tað mest krevjandi er at halda stand heima. Tí hava øll fingið ein telefonlista, so tey kunnu ringja til hvønn annan, og summi fara heilt sikkurt eisini at hittast aftur, sigur Fróði. Og hann vónar, at eftirmetingarnar av skeiðinum verða somikið góðar, at leisturin, sum nú er lagdur, kann leggja støðið undir einum meira varandi tilboði frá tí almenna til børn við vekttrupulleikum og familjur teirra. Men nú mugu vit fara víðari. Í gulu húsunum omanfyri vegnum eru fólk um at vera liðug at eta, og eg verið boðin niðan at fáa ein bita við. Í stovuni er dekkað upp við grovum breyði, Cheasy í longum banum og øðrum soltnum viðskera, so sum pylsum, skinku og rognasalat. Alt leskiliga borðreitt og pyntað við litføgrum grønmeti. Fólk ressast, lagið er gott og onkur mamma rokast við at pakka svimjiklæði. Fólk fara avstað, tí á skránni er rennitúrur, áðrenn leiðin gongur heim í Meginskúlan, har øll svimja tvær ferðir um vikuna. Sjori meg millum allar súkklurnar, sum ligga slongdar á eyruttu bygdagøtuni. Flyti onkra teirra, so silvurlitti bilurin sleppur út, meðan eg hugsi, at eg átti at runnið við hinum. Men eg velji heldur at rulla avstað í leigaða bilinum, heim á Sand, 15 ára gamla Katrin Thomassen hevur verið illa argað, tí hon vigar ov nógv. Og hóast hon ikki verður argað longur, ynskir hon at tapa seg. Katrin Thomassen úr Mið­ vági er 15 ára gomul og millum eldru luttakararnir á summarskeiðinum. Hon og mamman hava verið á Skarvanesi í fýra vikur, og tær siga seg hava fingið sera nógv burturúr. – Tað hevur verið gott at vera her og at hitta onnur børn og ung, sum hava somu trupulleikar, sum eg. Og so havi eg fingið eina nýggja vinkonu, sigur Katrin, sum hevur vigað ov nógv alt tað, hon minnist. – Vektin ger eisini, at eg havi færri vinir enn hini. Fyrr varð eg illa argað, og tey kallaðu meg elefantin. So græt eg og stongdi meg inni á vesinum, ella eg rann eftir læraranum. Men nú verði eg ikki argað longur, og um eg verði tað, so leggi eg einki í tað, greiðir Katrin frá. – Tá eg vigi so nógv, er tað nógv strævnari at renna, og eg gangi heldur ikki so skjótt sum hini. Tí vóni eg at blíva kløn og eg ætli mær at ganga túrar og kanska at íðka ítrótt - har sum eg sleppi at vera við, sigur Katrin, ið ikki hevur tær bestu royndirnar av at taka lut í ítrótti. - Eg íðkaði ítrótt fyrr, men summir venjarar dámdu ikki, at eg var partur av liðinum. So varð eg altíð send yvir at standa ímóti vegginum. Og um vit vóru nóg nógv á liðinum, varð eg send móti vegginum, um onkur kom afturat. Grækaris D. Magnussen er á Skarvanesi saman við 11 ára gamla soninum Hans Hjørleivi. Sum foreldur hevur hann gjørt sær nógvar tankar um kost og rørslu og ætlar sær avgjørt at halda fram við sunna lívsstílinum, tá teir koma heim. Vit hitta Grækaris á veg inn í svimjihøllina í Megin­skúlanum, har børn og foreldur á summarskeiðinum eru lopin útí. Í dag er kona hansara Lisa og børn hennara komin á vitjan, og tí taka tey lut á sama støði sum hini. – Higartil hevur alt verið so møtimikið hjá Hans Hjørleivi, men nú hevur hann fingið áræði, og hann puffar ikki, tá eg taki hann við út at renna ella ganga. Tvørturímóti vil hann vera fyrstur á mál, og hann orkar nógv betur, sigur ein væl nøgdur Grækaris, sum heilt givið hevur fingið nógv burturúr at vera saman við soninum á Skarvanesi. – Tað hevur verið ómetaliga gott fyri hann at vera saman við øðrum børnum, sum hava somu trupulleikar, sum hann, tí her eru øll líka, sigur Grækaris. Og Lisa greiðir frá, at børnini orka nógv betur nú, tí tey venja spakuliga hvønn dag og hava fingið nógv betur konditión. – Børnini eru broytt nógv upp á kropp, og eru meira trimmað, sigur hon. Og Grækaris greiðir frá: – Vit skulu ikki vera bangin fyri at geva børnunum góðan mat og at tora at halda fast um, at ein portión er ein portión, og tað er tað. Og so heldur at hava títtari máltíðir og bara góðgæti eina ferð um vikuna. – Vit eru ein stór familja, og kunnu lættliga verða boðin í føðingardag fleiri ferðir um vikuna. Avleiðingin av hesum hevur verið, at vit hava boðað familjuni frá, at vit koma ikki og tey vita væl hví, sigur Grækaris avgjørdur, meðan hann víðari greiðir frá, hvønn hugburð hann hevur til kost og tað at vera foreldur. – Tað hevur alstóran týdning at øll í húskinum fáa ein góðan morgunmat, sum liggur leingi á, so sum grovt breyð og greyt. Og so ein ordiligan matpakka, sum heldur blóðsukrinum støðugt allan dagin, tí tað er eingin ivi um, at Hans Hjørleivur verður óróligur og í ringum lag, tá blóðsukrið er í botni, sigur Grækaris at enda. Tey kallaðu meg elefantin Her eru øll líka