Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2006 34 vikuskifti Samrøða Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Hann situr til borðs við teim­um fínastu. Frá háhúsum í olju­ býnum Houston til arabiskar háborgir í Egyptalandi til tropiska umhvørvið í Malaysia. Ferðing millum ymsu heims­ part­ arnar hevur verið gerandiskostur, síðani hann við síðuna av stjóra­ starvi sínum í Føroyum hevur umsitið oljuloyvi fyri Amerada Hess kring heimin. Fyrst bert í Norðurvesturevropa frá 2003, men í nýggja starvinum skal hann arbeiða í øllum Evropa, Norðurafrika og Asia. Tí flytur 33 ára gamli olju­stjórin Ben Arabo nú til London. Hann hevur verið stjóri í Føroyum hjá risastóra olju­felagnum Amerada Hess síðani 1999, men nýggja og ábyrgdar­fulla starvið hjá sama olju­felagi sum umsitari av komm ersiellum oljuloyvum í trimum heimspørtum hevur við sær, at hann nú fer av landinum og fær heitið “Licence Business Manager” hjá Hess, sum navnið nú er stytt til. Impulsivur og forvitin – Mær dámar væl, at tað alla­ tíðina hendir nakað kring ein. Mær dámar óvissuna, sum valdar í hesum yrki, og mær dámar ótryggleikan, tí tað krevur dirvi og nærlagni. Eg trívist ikki í ov nógvum stabiliteti og kundi ikki ímyndað mær ein gerandisdag, sum er ov lættur at spáa um. Tá er ov lætt at sovna, slær Ben fast. Sjálvur sigur fráfarandi olju­stjórin, at hann er bæði impulsivur og forvitin, og hetta er drívmegin í yrkinum. – Kanska eri eg ov bráur av og á, uttan at hetta higartil hevur elvt til nakra katastrofu. Hinvegin verður tú í hesi vinnuni noyddur til at satsa, skera ígjøgnum og taka eina avgerð undir sera trongum tíðarkarmum. Tað kann vera torført men ger tað heila meiri spennandi, sigur Ben. Hann hevur eina lívsfilosofi, sum ikki er til at fara skeivur av. Lívið skal ikki vera ov lætt. Avbjóðingarnar skulu allatíðina vera har. Og nýggjar leiðir skulu roynast. – Eg havi eina greiða sann­ føring um, at tað altíð er betri fyrst at royna og síðani at finna avmarkingarnar, heldur enn at seta avmarkingarnar framm anundan. Tú finnur tær við at royna teg fram og uppliva, hvar mørkini eru, sigur Ben. Okkurt er galið Í miðnámsskúlanum arbeiddi Ben Arabo sum ungur fyri Smyril Line við ymsum lestrarstørvum, og eftir lokið studentsprógv kundi hann kalla seg cand.merc. í uttanríkishandli frá Århus í januar í 1997. Sama ár fekk hann starv hjá Amerada Hess í London og hevur starvast í oljuvinnuni síðani. Men Ben hevur áhuga fyri øðrum enn oljuboring, olju­ pallum og oljuloyvum. Umframt stóra frítíðarítrivið, sum er at lesa ævisøgur, skaldsøgur og søguligar bøkur, fylgir hann væl við, hvat fer fram á politiska pallinum. – Politikkur hevur altíð havt mín stóra áhuga, og eg fylgi við nýggjastu tíðindunum hvønn dag. Sjónarringurin er mangan syndarliga smalur í føroyskum politikki, og eg eri mangan ósamdur, men eg havi virðing fyri føroyskum politikarum, tí teir røkja eitt so týdningarmikið starv, sigur Ben Arabo, sum serliga hevur áhuga fyri før­ oyskum búskapi og vinnulívi. Og júst á hesum øki hevur hann greiðar meiningar. – Føroyska tjóðin stendur yvir fyri einum stórum paradoksi. Andsøgnin er, at samstundis sum inntøkurnar í landskassan ongantíð hava verið størri, hava vit eitt stórt hall á fíggjarlógini. Henda einfalda sannroynd ber boð um, at okkara samfelag onkursvegna ikki hongur saman, sigur Ben Arabo avgjørdur. Hann metir, at hátturin, føroyskir politikarar handfara okkara búskap, er merktur av støðuloysi. – Málini eru sera ógreið. Vit hava onga greiða strategi fyri, hvat vit vilja, og hvørji mál og øki vit veruliga vilja satsa uppá. Í staðin fyri at seta hesi mál upp og raðfesta tey á fíggjarlógini, allokera vit fyrst peningin og finna síðani útav, hvat vit kunnu klára við tí peningi, vit hava, sigur Ben atfinnandi. Hann metir, at føroyskir politikarar skulu læra seg at rokna eftir reyv. Tað vil siga at byrja við úrslitinum og síðani at finna midlarnar. – Meginreglan er at finna málini fyrst, og so at finna amboðini. Í dag er tað umvent, og tað kostar okkum dýrt í longdini, er Ben greiður. Men hvat skal ítøkiliga broytast sam­ bært Ben? Hvørjar eru orsøk­irnar til, at samlaða roknistykkið anno 2006 ikki gongur upp? – Eg meti, at vit m.a. skulu endurskoða okkara skattaskipan radikalt. Vit hava blint kopierað eina danska skattaskipan, sum er konstruerað til eitt heilt annað samfelag og hóskar Ótryggleikin dreg Honum dámar ótryggleikan og óvissuna. Impulsiva forvitni hansara skal hava fríar ræsur. Og hann krevur, at tað allatíðina skal henda okkurt nýtt. 33 ára gamli oljustjórin hjá Amerada Hess í Føroyum, Ben Arabo, flytur nú til London til nýtt starv á somu fyritøku ” – Í hesi vinnuni skalt tú satsa, skera ígjøgnum og taka eina avgerð undir sera trongum tíðarkarmum ” – Stóra andsøgnin er, at samstundis sum inntøkurnar í landskassan ongantíð hava verið størri, hava vit eitt stórt hall á fíggjarlógini ” – Vit mugu læra at hyggja longri enn til Danmarkar