sunnudagur 30. juli 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2006
35
vikuskifti 35
ikki í Føroyum. Eg havi fyrr
tosað um ein sonevndan
transaktiónsskatt, har skattur
verður lagdur á allar transaktiónir
yvirhøvur. Umframt eina meiri
einfalda og gjøgnumskygda
skattaskipan hevði hon eisini
lætt um skattatrýstið á vanliga
borgaran og lagt meiri skatt á
tær allarstørstu transaktiónirnar,
metir Ben, áðrenn hann heldur
fram.
– Sum heild er tað ein stórur
trupulleiki, at alt okkara
lógarverk er skrivað, sum
um Danmark er allur okkara
umheimur. Alt ov stórur partur
av danska lógarverkinum verður
flutt beinleiðis yvir í føroyska
samfelagið, uttan at tað hóskar
okkum. Vit mugu læra at hyggja
longri enn til Danmarkar, metir
Ben Arabo.
Vælferðarsamfelagið
Sjálvur vísir hann frá sær alt prát
um at gerast politikari í bræði.
– Ein skal ongantíð siga
ongantíð, men í dag kemur tað
ikki uppá tal. Eg havi ivaleyst
við mínum núverandi starvi og
trívist væl. At gerast politikari er
ikki nakað, eg gangi og hugsi um,
sigur Ben Arabo.
Men politiska tilvitskan er
sterk. Og mongu arbeiðsferðirnar
kring heimin hava ávirkað. Ben
greiðir frá, at slumkvarterið í
Kairo setur tingini í perspektiv.
– Við at síggja fátækradømið
og neyðina í øðrum londum gerst
ein takksamur fyri okkara egna
vælferðarsamfelag. Við at síggja,
hvussu avmarkaðar møguleikar
ungdómar í mongum londum
hava, gerst ein takksamur fyri
møguleikarnar hjá okkara egna
ungdómi. Tak bert eitt fyri
okkum so sjálvsagt fyribrigdi
sum ókeypis útbúgving, sum er
ein ómetaliga stór mangulvøra
kring allan heimin, sigur Ben.
Eitt er, hvat Ben registrerar
úti í víðu verð. Eitt annað er
hansara egnu røtur. Og Ben sigur
seg vera tilvitaðan um sín egna
uppruna.
– Eg hevði tveir abbar, sum
báðir vóru fiskimenn, og sum
løgdu lunnar undir mítt lív og
møguleikar. Mítt ættarlið og
ættarliðini eftir meg standa
í djúpari skuld til tey, sum
stríddust og løgdu lunnar undir
okkara vælferðarsamfelag. Fyri
tað um eg siti á “den grønne
gren”, fari eg ikki at gloyma tey,
sum ikki hava og høvdu somu
umstøður, sigur Ben avgjørdur.
Men kann hann so avdúka,
hvønn flokk hann hoyrir til?
– Nei nei, eg eri ikki limur
í nøkrum flokki. Men eg
kann siga so mikið sum, at
míni politisku virði eru eyð
kend av, at eg vil verja og
menna tað norðurlendska væl
ferðarmodellið. Tað eru nakrar
grundleggjandi vælferðarskipanir,
sum bara skulu vera í lagi í
einum og hvørjum samfelagi, so
sum eitt dygdargott heilsuverk
og útbúgvingarskipan, slær Ben
fast.
Smalur sjónarringur
At ferðast kring heimin fyri
eina fyritøku við umleið
10.000 starvsfólkum kring
allan knøttin víðkar um sjónar
ringin. Nýggj menniskju,
øðrvísi hugsunarhættir og
fremmandar mentanir. Ben
Arabo livir í globala meldrinum
og merkir alheimsgerðina í
gerandisdegnum. Men sambært
honum hava føroyingar ikki ein
konstruktivan hugburð til heimin
uttanfyri.
– Ein upplivir mangan ein
smalan horisont í Føroyum.
Smáligheitin er sjónlig, politiska
kjakið er alt ov afturlítandi, og
prosessin tykist mangan vera
týdningarmiklari enn málini fyri
okkara politikarar, metir Ben
Arabo.
Um tað er nakað, sum fær
hann at ilskast ella harmast, er
tað smáligt grenj. Tvørturímóti
gleðist hann um fólk, sum
hevja seg upp um fjøldina og
gera okkurt nýtt. Slóðbrótarar,
sum flyta mørk og gera okkurt
óvanligt.
– Tá eg hoyri sólskinssøgur um
fólk, sum veruliga hava gjørt
mun, gerist eg glaður. Mínar
fyrimyndir eru menniskju, sum
bæði anonymt og sjónliga hava
avrikað okkurt, og her hugsi eg
bæði um útlendskar uppfinnarar,
vinnulívsmenn og statsmenn, um
stórar føroyskar politikarar eftir
1948, men eisini um fólk, sum í
tí dulda hava arbeitt og strevast
fyri seg og sítt samfelag, sigur
Ben Arabo. Hann leggur afturat,
at í sínum arbeiði hittir hann
eisini fólk, sum eru hugtakandi.
– Eg havi tey framíhjárættindi
at hava starvsfelagar, sum eru
heimsautoritetar og leiðandi
persónar í alheims oljuvinnu.
Førandi náttúruvísindamenn
í oljugransking og førandi
vinnulívsmenn, sum megna at
gera olju til eina orkukeldu fyri
heimssamfelagið. Hesir persónar
eru eisini fyrimyndir, sigur Ben
Arabo.
Føroyar og heimurin
Nú gongur leiðin so til London
hjá Ben Arabo og familju, og
fleiri uppgávur bíða í einum
spennandi, men krevjandi sessi.
Lítandi afturá sigur Ben, at
árini 2000 og 2001, tá alt snúði
seg um loyvi og brunnar undir
Føroyum, vóru spennandi, men
síðani fór aktiviteturin niður, og
Ben fekk aðrar uppgávur frá
leiðsluni í Hess við síðuna av
sínum stjórasessi í Føroyum.
Umsitingin av kommersiellum
oljuloyvum er so vorðið hansara
uppgáva burturav og verður nú
hansara fulla arbeiði. Seks ára
gamla oljuloyvið, sum Amerada
Hess fekk í 2000, gongur nú
út, og tá felagið tí ikki longur
verður operatørur undir Føroyum,
verður minni at gera hjá nýggja
stjóranum eftir Ben. Og sjálvur
metir hann, at tíðin er røtt til at
fara víðari.
– Heimurin fer ongantíð at
tillaga seg okkum, og tí mugu vit
út í heimin at tillaga okkum eftir
honum og royna hann. Jú skjótari
føroyska samfelagið sær hetta, jú
betri, endar Ben Arabo.
ur oljustjóran
”
– Málini eru sera ógreið. Vit hava
onga greiða strategi fyri, hvat vit vilja,
og hvørji mál og øki vit veruliga vilja
satsa uppá ”
– Fyri tað um eg siti á “den grønne
gren”, fari eg ikki at gloyma tey, sum
ikki hava og høvdu somu umstøður
sum eg ”
– Smáligheitin er sjónlig, politiska
kjakið er alt ov afturlítandi, og
prosessin tykist mangan vera
týdningarmiklari enn málini
– Mær dámar væl, at tað allatíðina hendir nakað kring
ein. Mær dámar óvissuna, sum valdar í hesum yrki,
og mær dámar ótryggleikan. Eg kundi ikki ímyndað
mær ein gerandisdag, sum er ov lættur at spáa um.
Tá er ov lætt at sovna, sigur 33 ára gamli oljustjórin
Ben Arabo, sum nú flytur til London til nýtt starv fyri
somu fyritøku
Mynd: Jens Kristian Vang