sunnudagur 30. juli 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2006
36 vikuskifti
Eldraár
Jógvan Fríðriksson, prestur
E
g skal viðganga, at hetta er
fyrstu ferð í almennum høpi,
at eg havi verið biðin um at tosa
undir eini yvirskrift, sum eitur
andalig heilsa. Tað haldi eg vera
tankavekjandi í eini tíð, har vit
eru farin at eta kaninføði og øll
skulu út at renna - at vit hava
gloymt andan. Tí lívið er likam,
sál og andi. Í mini verð kann
tað gera tað sama, hvussu gott
likamið hevur tað, og hvussu gott
sálin hevur tað, um ongin andi
er. Tí hvat er eftir av ballónini, tá
hon er brostin? Bert ein brostin
ballón.
Andin er sjálvt lívsinnihaldið,
andin er kvaliteturin, andin er
kjarnin, andin er tað, ið sigur
tær frá, at tú hevur eitt frískt og
sunt likam. Andin er innihaldið
í eini frískari og sunnari sál.
Lívið er ikki ein tabula rasa, eitt
óskrivað blað, sum sagt verður
í heimspekini. Lívið er nettup
eitt skrivað blað, og vit hava ein
samanhang at lesa tað í, sum
er at ansa eftir tínum likami,
ansa eftir tíni sál og geva væl
gætur eftir tínum anda. Tað
er Kierkegaard, sum sigur tey
megnar orðini, at eitt hvørt
menniskja er ábyrgdarhavandi
blaðstjóri í sínum egna lívi.
Ræður tað um kynstrið at liva,
so tørvar okkum ikki daddur.
Vit skulu sjálvi læra kynstrið
at liva og líta á tað, sum verður
sagt. Hetta, meti eg, er kjarnin í
trivnaði.
A
lt gott um at fara út at
renna, men hví ikki hava
ein almennan dag, har vit
siga: Nú sita vit still ein dag, tí
friður er ongastaðni. Kemur
tú inn til onkran, koyrir eitt
sjónvarp í einum rúmi, eitt
video í einum øðrum, ein telda
blafrar í einum triðja, og óljóð
brumma allastaðni. Hví ikki
hava eitt heilsufremjandi átak,
har vit øll eru kvirr ein dag?
– kirkjufólkini fara í dómkirkjuna,
brøðurnir fara í Ebenezer og
landsstýrismaðurin gongur
fyrstur. Tí tað er júst tað, vit hava
tørv á, at vera still eina løtu og
minna okkum á hesa gloymdu
dimensiónina – at lívið er andin.
Ein dagin herfyri skuldi eg
vatna urtapottarnar heima hjá
foreldrunum hjá mær, sum vóru
burturstødd. Tey hava eitt gott
og vakurt heim, men eg kom inn,
og tað var lívleyst. Húsið var ein
skabelón, og segði mær onki. So
skelkaður var eg at koma inn í
rúmið, nú foreldrini ikki vóru
har, at eg fór út aftur uttan at
vatna urtapottarnar, tí har var
onki av tí, ið eg metti, var vert at
lívga. Andin var burtur.
A
ndalig heilsa er fyri mær
høvuðshugtakið til at finna
út av, um tú ert likamliga frískur.
Tað eru øgiliga nógv likamliga
frísk fólk, sum onki annað gera
uttan at grenja. Andalig heilsa er
at hava so mikið av anda í hesum
hylkinum, likaminum, at vit duga
at síggja okkara støðu, sum hon
er og síggja hana virðisfulla. Har
meti eg, at kirkjur og samkomur
gera eitt megnararbeiði. Og
eg eri sera fegin um, at tit í
Tilhaldinum hava tikið hetta
fram, tí andalig heilsa er ikki
nakað, um verður borið á einum
silvurfati.
Lívið er ikki objektivt. Tað
kann gera tað sama, hvussu
frískur tú ert likamliga ella
sálarliga, um tú ikki hevur ta
portiónina av anda, at tú sært
sólina skína inn gjøgnum
gluggan. Um tú fert og dregur
gardinurnar fyri, so er tað líka
mikið, hvussu nógv sólin skínur
uttanfyri, tí so situr tú kortini í
kølsvarta myrkri innihýsis. Tað
er hetta hylkið, sum skal fyllast
við eini portión av anda, ið skal
síggja tað, sum er rundan um.
E
g gloymi ongantíð, at eg sum
blaðungur prestur hevði verið
á fundi í Christianskirkjuni í
Klaksvík. Tá eg morgunin eftir
skuldi eini ørindi í kirkjuna, sá
eg, at har sat ein gamal maður
á einum av fremstu bonkunum.
“Hvat í Jesu navni gert tú her
so tíðliga í morgun”, spurdi eg.
Jú, hann var komin inn her at
fáa frið við seg sjálvan, fáa frið
við sín Gud og fáa frið við sítt
umhvørvi. Seinni sama dag sá eg
henda gamla fara joggandi eftir
Ánavegnum. Her var javnvág
í. Og tað er hesa javnvágina, eg
sakni í okkara andleysu tíð. Et
sunt, liv væl, men sleppur tú
andanum uppá fjall, skalt tú
skjótt síggja, at tú sjálvur ert
sleptur upp á fjall. Liv, so leingi
tú livir, og liv væl – tað er túsund
ferðir betri enn at liva leingi.
Ábyrgd fyri egnari heilsu:
Andalig heilsa
Í eini tíð, har heilsa er á breddanum
allastaðni, má tað undra, at vit tykjast
hava gloymt andaligu dimensiónina,
segði Jógvan Fríðriksson millum
annað í sínum fyrilestri í temarøðini
um Ábyrgd fyri egnari heilsu
Greinarøðin, “Ábyrgd fyri egnari heilsu”, tekur støði í átta fyrilestrum, sum vórðu hildnir í Tilhaldinum í Tórsgøtu
í fjør og fyrrárið. Út frá ymsum sjónarhornum viðgera fyrilestrarnir spurningin: “Hvat kanst tú sum eldri sjálvur
gera fyri at varðveita eina góða heilsu so langt upp í árini, sum gjørligt?”
GREINARØÐ
Teir átta fyrilestrahaldararnir eru:
■ Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
■ Leila á Lofti, fysioterapeutur
■ Jógvan Róin, lækni
■ Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur
■ Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi
■ Jógvan Fríðrikson, prestur
■ Elsa Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur og ráðgevi
■ Anna Jacobina Ellingsgaard, mentanarberi á Eiði
– Tað kann gera tað sama,
hvussu frískur tú ert
likamliga ella sálarliga,
um tú ikki sært sólina
skína inn gjøgnum
gluggan, segði Jógvan
Fríðriksson, prestur