sunnudagur 30. juli 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 143 - 27. juli 2006
37
vikuskifti 37
Fólkaræðisvøkstur
Støðan hjá nógvum londum er
grundleggjandi broytt seinastu 50
árini. Fleiri lond vunnu sjálvstýri
og gjørdust fullveldisríki.
Fólkaræðishugsjónin hevur í
stóran mun broytt tilveruna
bæði hjá samfeløgum og
einstaklingum. Hugtøkini
fólkaræði og frælsi hava verið
natúrligur partur av almenna
og politiska orðaskiftinum
kring heimin. Serliga aftan
á, at kommunisman fall
í Sovjetsamveldinum og
Eysturevropu í tíðarskeiðinum
1989-1991, hava hesi bæði
hugtøkini verið nógv nýtt.
Einaveldi fullu, og royndir at
smíða frælsar, fólkaræðisligar
skipanir vóru framdar í
fyrrverandi kommunistisku
londunum.
At smíða og evna til eina polit
iska skipan, sum skal staðfesta
og seta á stovn fólkaræði, er
ein hin størsta avbjóðingin, ið
eitt fólk møtir. Hetta er serliga
galdandi fyri tey lond, sum ikki
hava havt nakra fólkaræðisliga
siðvenju ella mentan. Hagtøl
vísa tó, at til ber at smíða
eina nýggja politiska skipan,
sum tekur av gamlar, og ofta
kúgandi, skipanir og skapa
nýggja skipan, sum hevur
sum endamál at tryggja frælsi
hjá borgarum landsins. Hesar
skipanir, sum hava frælsi sum
endamál, eru aloftast grundaðar
á verju av grundleggjandi
rættindum, fólkaræði, valdsbýti
(valdsavmarking) og løgræði.
Slíkar stjórnarskipanir (grund
lógir) hava veruliga vunnið
frama kring heimin seinastu 50
árini.
Sambært kenda granskingar
stovninum Freedom House
(www.freedomhouse.org) er
politiska frælsið økt munandi
seinastu 30 árini. Stovnurin býtir
upp heimin í tríggjar partar:
frælsi heimurin, lutvíst frælsi
heimum og ófrælsi heimurin. Í
1974 vóru 42 lond mett at vera
fræls, 48 lond vóru mett at vera
lutvís fræls og 63 lond vóru mett
at vera ófræls. Tølini fyri 2004
vísa, at munandi fleiri lond eru
vorðin fræls. Í 2004 vóru 89
lond mett at vera fræls. Í 2004
var heimins fólkatal 6,4 mia. Av
hesum búðu 2,8 mia. fólk (44
%) í frælsa heiminum, 1,9 mia.
fólk (18,59 %) búðu í lutvíst
frælsa heiminum og 2,4 mia.
fólk (37,33 %) búðu í ófrælsa
heiminum. Í 2004 búðu 2,8 mia.
fólk (44 %) í frælsa heiminum í
mun til 1,4 mia. fólk (24,83 %)
í 1992. Hesi tøl eru áhugaverd
og viðkomandi fyri ein og hvønn,
sum hevur áhuga fyri politisku
støðuni í heiminum og fyri
alheims fólkaræðisligu gongdini.
Øll hesi lond, sum hava sett á
stovn fólkaræði og eru vorðin
bólkað sum fræls, hava verið
ígjøgnum eina tilgongd, sum
hevur kravt dirvi, vilja og
semjusøkjandi mannagongdir.
Fólkaræði verður ikki sett
á stovn eftir einum degi.
Tilgongdin tekur tíð. Eingi lond
eru eins, og eingin endalig og
fullkomin frælsisuppskrift er tøk,
men tó eru nøkur felagseyðkenni
fyri fræls og fólkaræðislig lond.
Í fólkaræðisligari skipan fær
fólkið rødd og ávirkan á avgerðir,
og til tess at tryggja frælsið
hjá borgarunum ímóti ágangi
frá myndugleikunum, verður
roynt at avmarka valdið hjá
myndugleikunum og skapa eina
valdsjavnvág millum ymisku
vøldini. Løgræði er eisini partur
av fólkaræðisligari skipan.
Løgræði tryggjar, at borgarar
og almennir myndugleikar
skulu geva seg undir lógirnar
í landinum; eingin er hevjaður
oman fyri lógirnar. Hugtakið
konstitutionalisma er nær
knýtt at bæði fólkaræðis- og
løgræðishugtakinum.
Konstitutionalisma
Tað er eingin røtt ella skeiv
allýsing av konstitutionalismu,
men talan kann vera um góðar
og minni góðar allýsingar.
Konstitutionalisma er eitt
hugtak, ið ofta verður sett í
samband við politisku ástøðini
hjá enska heimspekinginum
John Locke og teir amerikonsku
stjórnarskipanarsmiðirnar
(founding fathers) um lógarásetta
avmarking av valdinum hjá
almennu myndugleikunum. Teir
amerikonsku stjórnarskipanar
smiðirnir hugleiddu dúgliga
um, hvussu ein góð og frælsis
tryggjandi stjórnarskipan skuldi
skipast. Í greinasavninum The
Federalist Papers verður roynt
at lýsa avbjóðingar og loysnir
í samband við tilevnininga av
amerikonksu stjórnarskipanini,
sum varð skrivað í 1787.
Konstitutionalisma snýr seg
í stóran mun um avmarking
av valdinum hjá politiska
myndugleikanum fyri at tryggja
frælsið hjá borgarunum. Aloftast
verða grundleggjandi rættindi og
valdsavmarkingar, ofta valdsbýti,
staðfest í týdningarmiklasta
politiska skjalinum, nevniliga
landsins stjórnarskipan (grund
lóg).
Sigast kann, at hornasteinar í
modernaðari konstitutiomalismu
er býti og avmarking av stjórnar
valdi, verja av borgararættindum
og hugsanin um umboðandi ella
fólkaræðisligt stýri.
Stjórnarskipan
Stjórnarskipanir eru ymiskar
frá einum landi til eitt annað.
Tó eru nøkur alfevnd eyðkenni.
Stjórnarskipanir regulera
skipanina av stjórnini, áseta
ofta slag av politiskari skipan
(forsetaskipan, tingræðisskipan
ella blandingsskipan), skipa starv
og avmarkingar hjá tí lóggevandi,
tí útinnandi og tí dømandi
valdinum og viðurskiftini teirra
millum, og hvussu valdið er býtt
ímillum meginstjórn og statir/
landspartar. Eisini er vanligt, at
grundleggjandi rættindaverja
(Bill of Rights) verður staðfest í
eini stjórnarskipan.
Ein stjórnarskipan er eitt
slag av spælireglum, sum
skipa politisku institutiónirnar
og royna at staðfesta greiðar
og skilagóðar mannagongdir
fyri at tryggja effektivitet og
politiskan stabilitet. Tað øvuta av
slíkum skipaðum stjórnarligum
viðurskiftum er tilvildarligt og
sjálvráðið stjórnarvald.
Ein føroysk stjórnarskipan
Ofta verða nýggjar stjórnar
skipanir smíðaðar í sambandi
við kreppu ella kollvelting.
Tá eru flestu borgarar ikki
nóg “edrúiligir” politiskt til
at staðfesta og allýsa virði
fyri framtíðar samfelagið.
Løgfrøðingarnir Bárður Larsen
og Kári á Rógvi hava skrivað
áhugaverda grein í Fyrra
flaggdagsáliti, sum teir nevna
Skipanin. Um fyritreytirnar
hjá føroyingum at smíða
eina stjórnarskipan, siga teir
t.d.: Møguleiki er tó fyri, at
føroyingar í síni tilgongd eru
hepnari enn flest onnur fólk.
Long tíð er nú liðin síðan
seinastu kreppu, og fólkið kann
sigast aftur at vera nóg “edrúiligt”
til at leggja treytir fyri komandi
samfelagið.
Arbeitt verður við at smíða
nýggja føroyska stjórnarskipan.
Grundarlagið fyri hesum
arbeiði er frágreiðing frá
gomlu Grundlógarnevndini og
Fyrra flaggdagsálit frá 2004.
Stjórnarskipanarnevndin (
HYPERLINK ”http://www.ssn.
fo” www.ssn.fo) er sett saman
av politikarum og serfrøðingum.
Nevndin skal lata landsstýrinum
álit og uppskot til stjórnarskipan
í seinasta lagi 31. desember í ár.
Nevndin hevur ein søgu
ligan møguleika at smíða
eina grundleggjandi lóg fyri
Føroyar. Stríð um ríkisrættarliga
spurningin hevur í stóran
mun eyðkent politiska kjakið
í Føroyum. Arbeiðið í
Stjórnarskipananevndini er eitt
gylt høvi hjá øllum politiskum
flokkum at prógva, at føroyingar
kunnu semjast um at staðfesta
elligomlu virði okkara, støðu
okkara við onnur lond og tey
rættindi, sum fólkið longu
hevur og menna tey víðari. Tað
er týdningarmikið, at vit sum
fólk staðfesta og lýsa á okkara
egna máli, hvørji vit eru og
hvørja grund vit byggja okkara
samfelag á.
Ein nýggj stjórnarskipan
verður samtykt av fólkinum. Tað
er fólkið, sum, við hesi skipan,
staðfestir sín samleika, virði
og rættindi. Upprunin til hesa
nýggju grundleggjandi lóg er
sostatt føroyska fólkið. Fólksins
vilji er tann evsti myndugleikin,
og tí skulu aðrar lógir smíðast
við støði í andanum í nýggju
skipan okkara.
Í uppskoti til formæli stend
ur:”Vit, fólkið í Føroyum,
samtykkja hesa stjórnarskipan
okkara. Hon er grundarlag undir
stýri okkara og tann fyriskipan,
ið skal tryggja frælsi, trygd og
trivnað okkara.”
Vónandi fer viljin at fáa í lag
tjóðskaparliga semju at vinna
á teimum ósemjum og trætum,
sum forða fyri, at føroyingar
smíða sína egnu grundleggjandi
skipan við støði í felags samleika.
Stjórnarskipanir og tann
søguligi møguleikin
Rúni
Rasmussen
Í hesi grein verður
greitt frá fólkaræðisligu
gongdini seinastu
árini. Hugtøkini
konstitutionalisma og
stjórnarskipan verða
lýst. Eisini verður
víst á tann søguliga
møguleikan fyri at
semjast um eina nýggja
føroyska stjórnarskipan
Stjórnarskipanarnevndin hevur ein søguligan møguleika at smíða eina grundleggjandi lóg fyri Føroyar