Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 44

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 143 - 27. juli 2006 Eitt fulltíðarstarv í Heimarøktini og Serforsorgini, innan lønar- og starvsfólkaøki er leyst til setan frá 1. okt. 2006 ella skjótast tilber. Setanarstaður er Heimarøktin og Serforsorgin, Meginskrivstovan. Uppgávurnar sum starvsfólkið kemir at hava um hendi eru: • Setanarbrøv til starvsfólk fyri allar deildir innan øki. • Innplasering sambært sáttmála • Málsviðgerð í sambandi við lønar- og starvs- fólkamál • Leiðbeina og ráðgeva starvsfólki í sáttmála- spurningum • Taka lut í arbeiðinum við vaktplanskipanini og arbeiðinum í samband við nýggju lønar- skipanina • Avgreiða lønir til útgjald. • Ráðgeva leiðsluni í lønar- og starvsfólkamálum og sáttmálaspurningum Førleikakrøv: • Viðkomandi útbúgving • Hollar royndir at arbeiða við lønun- og starvsfólkamálum innan almennu fyrisitingina • Dugir at arbeiða skipað og miðvíst • Dámar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og tvørfakliga • Góð samstarvsevnir og vera før/ur fyri at arbeiða undir skiftandi umstøðum. • Góðan røkiskap. • Dugir væl at samskifta bæði skrivliga og munnliga Vit kunnu bjóða: • Eitt áhugavert og sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri førleikamenning • Eitt starv við nógvum avbjóðingum • Eitt arbeiðsumhvørvi har pláss er fyri látri Lønar-og setanartreytir: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Tú kanst fáa meira at vita við at venda tær til Sólvør Simonsen ella Ingrid Gregersen, lønardeildina, á telefon 304014 og 304009. Umsóknir: Skrivlig umsókn, við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til: Heimarøktin og Serforsorgin Eirargarður 2, 2 hædd Postsmoga 3037 110 Tórshavn Stílað: Virkandi stjóra, Regin Johansen Umsóknarfreist: 15. august 2006 Heimarøktin og SerForSorgin Starvsfólk Pedagogur Vit søkja eftir 1 Pedagogi Søkt verður eftir einum pedagogi 35 tímar um vikuna, at byrja skjótastgjørligt ella eftir nærri avtalu. Á stovuni eru 17 børn í aldrinum 3-5 ár. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur. Børnini eru í aldrinum 3-7 ár. Í okkara arbeiði leggja vit dent á: • Trivnaðin • Opinleika • Samarbeiði Vit ynskja at umsøkjarin: • Hevur góð samstarvsevni. • Er røkin, nærlagdur og álítandi. • Nýhugsandi og ígongdsetandi. • At tú heldur tað verða spennandi og mennandi. Løn sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara– felagið Føroya. Meiri fæst at vita við at ringja til okkum og tosa við leiðaran Elsebet Bolstad ella varaleiðaran Eyðvør Jensen. TLF. 317878 Umsókn við avriti av prógvið og møguligum viðmæli skal verða okkum í hendi seinast 16. august 2006 Barnagarðurin á Konmansmýru Barnagarðurin á Konmansmýru Hoyvíksvegur 41 B FO-100 Tórshavn Gjáarlon søkir námsfrøðing, hjálparfólk og tímaløntir avloysarar Søkt verður eftir námsfrøðingi, hjálparfólkum og tímaløntum avloysarum til dagstovnin Gjáar-lon í Vestmanna at byrja 1. september 2006. Vit sóknast eftir • 1 námsfrøðingi 30 tímar um vikuna at byrja 1. september til serligt arbeiði í avmarkaða tíð, og við møguleika fyri at halda áfram í starvi sum námsfrøðingur. Lønin fylgir lønarskalanum 11 – 18. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í staðin. Hesi fylgja lønarskalanum 3 – 8. • 1 hjálparfólk 35 tímar um vikuna at byrja 1. september • 1 hjálparfólk fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi 20 tímar um vikuna frá 1. september 2006 til 20. mai 2007. • tímaløntum avloysarum Dagstovnurin er í 5 eindum við vøggustovu og barnagarði – skipaður til íalt 84 børn. Stovnurin letur upp kl. 7:15 og letur aftur kl. 17:15. Gjáarlon er ein grønur srovnur, sum leggur dent á at fara væl um umhvørvið inni sum úti. Umstøðurnar eru sera góðar bæði innan– og uttandura. Vit bjóða Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit stóran dent á trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum, og vit virka alsamt fyri at skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur. Gerðandisdagurin er somuleiðis merktur av, at vit eru ein grønur stovnur. Vit ynskja Vit leggja dent á, at tú hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt, ert ágrýtin og nýhugsandi. Tú tekur ábyrgd og virkar í góðum samstarvi við samstarvsfelagar og foreldur, og saman við okkum ert tú við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiði. Vit vænta, at tú sært møguleikar og avbjóðingar fram um forðingar. Setanarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti eru skipað sambært sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Morið A. O. Gardy, leiðara, á telefon 230134. Umsókn og freist Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 11. august, kl 12:00. Setanarsamrøður verða í viku 33. Send eina umsókn við avriti av prógvum og viðmælum til: Gjáarlon Hornavegur 16 FO – 350 Vestmanna Umsóknir skulu merkjast ”Gjáarlon”. lýsingar Aðalfundur í Listafelagi Føroya Boðað verður til aðalfund leygardagin tann 26. august 2006 kl. 15.00 í Listaskálanum við hesi fundarskrá: 1. Val av fundarstjóra. 2. Frásøgn frá virki felagsins í farna ári. 3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi við fíggjarstøðu til góðkenningar og uppskot frá nevndini, hvussu avlopið skal verða nýtt. 4. Áseting av limagjaldi. 5. Val av nevndarlimum. 6. Val av grannskoðara. 7. Uppskot frá nevnd ella limum til aðalfundin. 8. Ymiskt. Heilsan Listafelag Føroya Gundadalsvegur · Postsmoga 1141 FO-110 Tórshavn · Telefon 313579