Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 45

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 143 - 27. juli 2006 45 Kunngerð Vísandi til samtykt bygdaráðsins tann 26. juni 2006 fer vegleiðandi fólkaatkvøða fram ley– gardagin tann 9. september 2006. Fólkaatkvøðan fer fram í skúlahøllini í 1974 skúlanum frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg, og verður tá fólkaatkvøðan lýst liðug. Brævatkvøður: Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna. Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi innan valið byrjar kl. 10.00 tann 9. september 2006. Heimaval: Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki kunnu møta við valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri fólkaatkvøðuna við at boða kommunuskrivstovuni frá – helst innan kl. 15.00 hósdagin 7. september 2006 á tlf. 441.012. Valkort: Valkort verða send út við postinum. Um persónur, sum heldur seg hava valrætt í kommununi ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna. Mint verður á, at tygum eiga at hava valkortið við á val. Gøtu tann 24. juli 2006 GØTU KOMMUNA Páll Isholm borgarstjóri Kunngerð Vísandi til bygdarráðssamtykt 26. juni 2006 fer vegleiðandi fólkaatkvøða fram leygardagin tann 9. september 2006. Fólkaatkvøðan fer fram á kommunuskrivstovuni kl. 10.00 – kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg, og verður tá fólkaatkvøðan lýst liðug. Brævatkvøður: Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna. Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi innan valið byrjar kl. 10.00 tann 9. september 2006. Heimaval: Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki kunnu møta við valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri fólkaatkvøðuna við at boða kommunuskrivstovuni frá – helst innan kl. 15.00 hósdagin 7. september 2006 á tlf. 443 006. Valkort: Valkort verða send út við postinum. Um persónur, sum heldur seg hava valrætt í kommununi ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna. Mint verður á, at tygum eiga at hava valkortið við á val. Leirvík, tann 24. juli 2006 LEIRVÍKAR BYGDARRÁÐ Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri Leirvíkar Kommuna Postboks 42 520 Leirvík Summarfrí Vegna summarfrí er skrivstovan afturlatin frá 31. juli - 11. august Boð kunnu sendast í telduposti til liv@liv.fo ella ringja á telefon 589999 Opið er aftur sum vanligt mánadagin 14. august. Føroya Lívstrygging VinnumálaráÐiÐ Vinnumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til avloysarastarv Fyri løgfrøðing í farloyvi søkir Vinnumálaráðið eftir løgfrøðingi. Talan er um eitt fulltíðar barsilsavloysarastarv frá 18. september 2006 og 6 mánaðir fram við møguleika fyri leingjan. arbeiðið Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru: • At veita landsstýrismanninum og stjóranum løgfrøðiliga ráðgeving • At gera uppskot til lógir og kunngerðir • Málsviðgerð • Kæruviðgerð Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv (cand.jur.). Umsøkjarar, ið hava staðið bachelor útbúgving í løgfrøði, eru eisini vælkomnir at søkja. Umsøkjarar skulu duga føroyskt og enskt væl, umframt at umsøkjarar skulu hava kunnleika til EDV. Setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir Vinnumálaráðnum, umframt onnur stjórnarráð. Umsókn, saman við prógvum, CV, viðmælum o.ø., skal verða send til Vinnumálaráðið Postsmoga 377 110 Tórshavn Freistin at søkja er mánadagin 14. august 2006. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Arna Poulsen, stjóra, tlf. 356070. lýsingar Starv Fyri skúlaárið 2006/2007 er eitt ársvikariat leyst at søkja í sálarfrøði og uppgávum, sum eru knýttar afturat sjálvari frálæruni. Harafturat verður søkt eftir tímalærara í føroyskum at lesa íalt 150 tímar í námsfrøðisútbúgvingini. Setanir verða sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir skulu sendast til: Føroya Læraraskúla att. Jóannes Hansen, rektari Postsmoga 348 FO-110 Tórshavn í seinasta lagi 7. august