Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-30, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 30. juli 2006síða 46

‹ fyrra síða allar 54 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 143 - 27. juli 2006 Adventistaskúlin sóknast eftir lærara 1. august 2006 Okkara skúli er ein frískúli, sum hevur virkað í 40 ár. Hann hevur 116 næmingar frá 1. til og við 7. flokk. Vit eru 8 lærarar í føstum starvi og ein skúlaleiðari. Vit eru ein kristin skúli, ið leggur dent á samanhald og felagsskap, har tað einstaka barnið fær stuðul til at mennast. Vit royna at skapa eitt heildarsamstarv millum heim og skúla, soleiðis at foreldrini uppfata skúlan sum ein longdan arm hjá heiminum og øvugt. Tað gera vit m.a. soleiðis: * Morgunsangur við søgu hvønn dag. * Tætt samstarv millum starvsfólkini. * Stutt frá hugskoti til verk. * Vit síggja skúla okkara sum ein felagsskap, ið byggir á tryggleika, opinleika og álit millum øll, ið starvast her. Vit vænta at tú: * Hevur eina kristna lívsáskoðan. * Ert góð/ur við børn. * Kanst laga teg til ein fjølbroyttan gerandisdag. * Hevur hugflog og áræði. * Ert opin fyri nýggjum avbjóðingum * Hevur hug at taka lut í menningini av skúlanum. Vit bjóða tær: * Gott arbeiðslag millum góðar starvsfelagar, og góð foreldur at samstarva við. Áhugaði kunnu venda sær til: Janne Schantz Johnsson, skúlaleiðara, tel. 225054 ella Tórunn Holm, stýrislim, tel. 210473 Viðareiðis skúli FO-750 Viðareiði Tlf. 588052 · Teldupostur: vid@skulin.fo Lærarastarv í Viðareiðis Skúla Skúlaárið 2006/2007 er eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar leyst at søkja. Undirvísingartímatalið er umleið 16 tímar um vikuna. Endaliga tímatalið verður fastsett í september. Søkt verður eftir lærara, sum: • undir ábyrgd leiðslunnar skal taka lut í dagliga arbeiði skúlans • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • er við í arbeiðinum áhaldandi at menna skúlan Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í : • føroyskum í 2. og 3. flokki • ítrótti í 1. og 2. flokki • næmingi við serligum tørvi Førleikakrøv Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum. Løn Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggja­ dagin 4. august kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jensebeth Absalonsen, skúlaleiðara á tlf. 58 80 52. Barnsburðaravloysari Søkt verður eftir barnsburðaravloysara. Starvið er barnsburðaravloysarastarv, 30 tímar um vikuna á einari stovu við 15 børnum í aldrinum 3-7 ár. Avloysari verður settur sum skjótast aftaná, at umsóknarfreistin er úti og til uml. 26. januar 2007. Barnagarðurin Vípan er ein sjálvsognarstovnur við 30 børnum í aldrinum 3-7 ár. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi millum kl. 7.30 og 17.00. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda– gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvið er lønt á lønarstigi 1-5. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Birgit Dam Thomassen, leiðara, tlf. 228603. Umsókn saman við avritum av viðmælum verða at senda stovnin í seinasta lagi 13. august 2006. Barnagarðurin Vípan Vípuvegur 3 100 Tórshavn Tlf. 31 75 35 lýsingar Lesið -tað loysir seg -har tað hendir