mánadagur 31. juli 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 144 - 31. juli 2006
Nógv fólk var aftur
í ár komið saman
á Doktaragrund,
tá Unga Tjóðveldi
skipaði fyri
fólkafundi, og aftur
í ár rungaði láturin
millum húsini út
Reyni
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fólkafundurin
á
Dokt
aragrund hjá Unga Tjóð
veldinum gjørdist sera stutt
ligur úr enda í annan, við
fýra so ymiskum monnum
á røðaralistanum sum Tór
bjørn Jacobsen, Carl Johan
Jensen, George W. Bush og
Høgna Hoydal var talan um
eina sera undirhaldandi løtu,
fyri teir nógvu áhoyrarnar.
Tórbjørn
Jacobsen
legði fyri við røðu, ið
var ein útbygd útgáva av
kantaturøðuni, ið vegna
streymslit ikki hoyrdist á
Tinghúsvøllinum. Skemti
ligi tingmaðurin úr Eystur
oynni helt fyri, at nú fasist
arnir í SEV høvdu sløkt fyri
streyminum fyri at forða
honum í at vera hoyrdur,
mátti hann taka aftur í aftur
røðuna. Henda útgáva var tó
mundandi meiri eksplosiv.
Eins og grønlendski kolleg
ain hjá Tórbirni segði um
grønlendarar fyri fáum
vikum síðan, segði Tór
bjørn í røðuni, at Føroya
fólk leið av Stockholms
syndrominum. Eisini varð
løgmaður kallaður ein triva
lig donsk jukeboks.
Carl Johan Jensen las
tragikomiska monologin,
ið hann hevði skrivað til
bókmentaløtuna á G!. Sum
vant var talan um orðaspæl
í heimsflokki, og áhoyr
ararnir máttu gera sær ómak
fyri at skilja monologin,
men hetta gjørdi ikki so
nógv, tí tað sum vit skiltu
var stuttligt.
Stuttligasta
innslagið
átti tó sjónleikarin Jóannes
Lamhauge, ið framførdi
eina frálíka George W.
Bush herming. Við lívverj
um kom Bush yngri á
Doktaragrund, og láturin
tagnaði ikki, fyrr enn hann
fór aftur væl vardur av lív
verjum. Hann skeyt m.a.
upp, at Tinganes varð gjørt
um til ein McDonalds,
soleiðis at allir hesir klænu
føroyingarnir fingu eitt
sindur av amerikanska fitan
um.
Høgni
Hoydal
átti
síðstu orðini, og formaður
Tjóðveldisfloksins hevði
eisini skemt við í røðuni,
tá hann samanbar føroyska
politiska pallin við “Fínt
skal tað vera”, m.a. var
Jóannes Eidesgaard Hya
cint
Javnaðarflokkurin
ræðslusligna grannakon
an Elisabeth, Fólkaflokk
urin Sheridan og Tjóð
veldisflokkurin
Onslow,
Jóhan Dahl var sjálvandi
senili pápin, ið royndi at
rýma, men hvørja ferð
skjótt var fangaður og
læstur inni aftur.
Millum røðurnar spældi
Uni Debess løg, ið hann
hevði skrivað til yrkingar
hjá langabba sínum Nyholm
Debess. Talan var um vøkur
fólkatónleikakend løg, ið
tó vóru merkt av vanliga
blúsandanum, ið Uni hevur
gjørt sín egna.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
tíðindi
STUBBIN Fjarðarvegur 12, Vestmanna
Tlf. 471 800 stubbin@stubbin.fo www.stubbin.fo
Stórt úrval av bátum
Vitja okkum í Vestmanna
Stuttligur fólkafundur
á Doktaragrund
George W. Bush kom á Doktaragrund væl vardur av lívverjum
Mynd: Niels Uni Dam
Tórbjørn Jacobsen kallaði m.a. løgmann fyri eina danska
jukeboks
Mynd: Niels Uni Dam