mánadagur 31. juli 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 31. juli 2006
tíðindi
30. juli kom Olav
Gundersen úr Noreg
aftur á bryggjuna
í Porkeri. Henda
dagin vár júst eitt
ár síðani at hann og
ein vinmaður illa
á holdum komnir
vunnu upp land í
Porkeri í árabáti, sum
teir høvdu róð úr
Noreg til Føroya
Vandaferð
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tað var bert við hjálp frá
báti úr Porkeri, at Olav
Gundersen
og
Tommy
Skeide fyri júst einum ári
síðani vunnu upp land í
Porkeri. Tann 30. juli í 2005
komu teir í land, men sera
illa á holdum komnir, eftir
ferð úr Noreg í árabátinum
Barbara í 22 og eitt hálvt
samdøgur, harav 4 dagar í
Hetlandi.
Porkeri var styttsta leið
og valdu teir tí at koma inn
á Porkeri og hugsingur var
ikki um at rógva t.d. stutta
teinin inn á Vág ístaðin,
so illa á holdum sum teir
vóru.
Ætlanin var í fjør at fáa
ólavsøkuna við, men tað
eydnaðist ikki.
Men í ár hevur Olav Gund
ersen upplivað ólavsøkuna,
og eitt ára dagin fyri land
námið, vitjaði hann aftur í
Porkeri.
Hann er komin fyri at
hitta fólk, síggja staðið og
taka myndir, tí tað er rætt
og slætt so, at hann minnist
ikki so nógv frá kvøldinum
í fjør, tá teir náddu land í
Porkeri.
– Vit høvdu nógvar
kenslur og hugsaðu okkum
fagnaðarróp og gleði, tá vit
náddu land, men orka var
als ikki til hetta, sigur Olav
Gundersen í dag.
Teir báðir fóru tá beina
leið til Havnar og komu í
fylgi við ein lækna, sum
helt teir vera eina søgu
verda, at teir vunnu upp
land, tá teir vóru so illa
fyri.
- Eg minnist ikki so nógv
av tí, ið fór fram, men eg
havi tíbetur tikið myndir
og sjónband, ið hevur bøtt
eitt sindur um, sigur Olav,
sum nú fegnast um at vitja
aftur og hitta tey fólk, sum
tóku sær av teimum, og
hann fegnaðist um at fáa
tikið nakrar góðar myndir
í Porkeri í góðveðrinum í
sunnudagin.
Um orsøkina til ferðina
í fjør sigur Olav, at hann
fyri 4 árum síðani vitjaði í
Føroyum heilt ófyrireikaður,
tá ein tíðindamaður knapp
liga beyð honum við. Olav
gjørdist sera hugtikin av
mentanini.
– Tit hava varðveitt norð
urlendsku mentanina so
nógv betri, enn vit. T.d.
málið og rógving í ára
bátum, sigur ein hugtikin
Olav Gundersen.
Í Noreg kom tað meira av
tilvild, at Olav og Tommy
settu sær fyri júst at rógva
til Føroya. Tveir mans róðu
fram við norsku strondini og
so segði Olav í ovfarakæti,
at teir ætlaðu at rógva nógv
longri og so kom ferðin til
Føroya í lag.
Báturin Barbara hevur
verið sýndur fram í Noreg,
men hevur fingið navnið
Faroe Far.
Bók og filmur
Ein orsøk til, at Olav nú
vitjar aftur er eisni, at hann
savnar tilfar til eina bók um
ferðina og møguliga verður
eisini ein filmur gjørdur,
sum kanska skal vísast í
NRK.
Bókina gevur sama forlag
út, sum hevur givið bók hjá
Duritu Holm út.
Bygarráði í Porkeri skip
aði sunnudagin fyri móttøku,
har Olav Gundersen og tey
fólk, ið hjálptu honum fyri
ári síðani, fingu ein bita.
Síðani fekk Olav Gundersen
eisini gávu, eina troyggju,
handaða.
Júst eitt ár síðani vandaferð
Olav Gundersen
avmyndaður á
bryggjuni í Porkeri
sunnudagin. Í baksýni
sæst báturin, sum fyri
einum ári síðani fór
út at hjálpa Olav og
Tommy at vinna upp
land.
Mynd: D.Olsen