mánadagur 31. juli 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 144 - 31. juli 2006
tíðindi
Á ólavsøku eru nógv full
fólk á gøtunum, og summi
høvdu fingið ov nógv niður
um. Løgreglan hevði úr at
gera við at koyra ávirkað
fólk til hús. Átta svóvu
rúsin av sær á støðini.
– Tað eru nógv full fólk á
ólavsøku, og átta av teimum
svóvu á støðini. Annars
royna vit altíð at sleppa
undan, at fólk sova á støðini,
um tey hava onkrastaðni at
fara. Tilsamans fingu vit
44 fráboðanir um ávirkaðið
fólk.
– Vit hava eisini koyrt
nógv fólk til hús.
Tað vóru sjey fólk tikin
fyri rúsdrekkakoyring á
ólavsøku. Harav vóru tvey
orsøk til ferðsluóhapp.
28. juli kl 6.50 koyrdi
ein maður ávirkaður. Hann
rendi í ein hýruvogn og
rann avstað. Løgreglan
visti, hvør maðurin var, men
hann goymdi seg. Seinni
fortalaði maðurin seg, tá
ið hann hevði reypað fyri
einum vinmanni um bragdið
hjá sær. Ein løgreglumaður,
sum ikki var til arbeiðis
stóð nær hjá og hoyrdi alla
søguna, og hann boðaði
vakthavandi frá. Síðani
varð maðurin tikin, og ein
blóðroynd varð tikin.
Tann 29. juli kl 20.50
rendi ein kvinna á ein par
keraðan bil. Ein annar løg
reglumaður, sum hevði frí,
sá tilburðin og boðaði frá.
Kvinnan var sera ávirkað.
Í morgun kom ein bil
ur í land frá Norrønu. Við
komandi luktaði sera illa,
og hann blásti promilluna
heilt upp á 1,6. Hann hevur
allarhelst drukkið seg fullan
umborð. Viðkomandi situr
nú í varðhaldinum.
Friðarliga ólavsøkan bjóðaði
ikki uppá nakað álvarsligt
mál hjá løgregluni.
Hóast hetta, eru altíð tey
vanligu málini, sum altíð
eru til stevnur og tílíkt.
Nógv høvdu veitslu heima
í egnum húsum, og tá er
onkur ósemja komin í onku
staðni.
– Onkrar fráboðanir hava
verið um húsaófrið. Slík
ar fráboðanir fáa vit altíð
á ólavsøku. Tað er ikki
altíð so álvarsligt. Tað eru
kanska tveir hjúnafelagar,
sum eru vorðin ósamd, og
so hevur annar hótt hin.
Men tílíkt hevur mestsum
ongantíð harðskap við sær,
sigur vakthavandi á løg
reglustøðini.
Av løgreglustøðini í Havn
siga tey, at tað hevur ver
ið ein stak friðarlig ólav
søka. Hetta skal tó ikki
skiljast soleiðis, at løg
reglumenninir hava havt
lítið at gera:
– Tað hevur verið nógv
smávegis, sum hoyrir til,
tá ið so nógv fólk eru
samlað. Nógv eru sera
full. Summi eru stein í
ørviti, so rúsað tey eru.
– Meginparturin av
tíðini koyrdu vit full fólk
heim. Vit hava umleið 60
síður av frágreiðingum, so
tað er ikki heilt lítið. Men
einki álvarsligt er hent,
og tað er einans at gleðast
um, sigur vakthavandi.
Skaðastovan hevði 49 út
rykningar, og í flestu førum
vóru tað ávirkað fólk, sum
vóru dottin og høvdu fingið
smærri snuddir.
– Tað vóru fýra harð
skapsmál, og øll vóru framd
av sama persóni. Tað var
ein 16 ára gamal drongur,
sum eisini hevði treytaðan
dóm frammanundan. Nú
var so nóg mikið, og tí er
drongurin framstillaður til
grundlógaravhoyring fyri
sjey sakir fyri stongdum
hurðum í dag. Tí fái eg
heldur ikki sagt meira um
hetta málið, sigur vakt
havandi.
– Annars vóru 8 mál um
herverk. Tað hevði ikki so
nógv uppá seg. Eisini her
var tað ein frustreraður
maður, sum hevði gingið
runt og framt herverk.
Maðurin er nú búraður inni
inntil miðjan august.
Átta svóvu rúsin av sær
Húsaófriður í Havn
Friðarlig
ólavsøka
Reypaði seg í geglið
Ungur drongur átti
allan harðskapin
Løgreglutíðindi