Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 31. juli 2006 5 tíðindi Gracia Burnham hev­ ur nú verið nakrar dagar í Føroyum. Hon hevur havt møti í Ebenezer, og týsdagin verður stórt møti í ítróttarhøllini á Eiði, har ið Gracia fer at tala Trúboðaravitjan Heini Kristiansen heini@sosialurin.fo Gracia er kendur trúboðari, sum hevur skrivað tvær bøkur um hennara upplivingar sum trúboðari í Filipinunum. Gíslar hjá Abu-Sayaf Í 2001 vóru Gracia og maður hennara, Martin, tikin gíslar av yvirgangsbólkinum Abu- Sayaf. Tá høvdu tey verið trúboðarar í Filipinunum síðani 1986. Í eitt ár vórðu tey hildin gíslar hjá Abu-Sayaf. – Tað var eitt mistak, tá ið teir tóku okkum til gíslar. Yvirgangsmennirnir royna altíð at fáa fatur í ríkum evropearum, sum teir kunnu krevja stórt loysigjald fyri. Men amerikanskir trúboðarar eru tað ringasta, teir kunnu fáa, tí at trúboðarar eiga ongar pengar, og USA vil ikki samráðast við yvir­ gangs­­menn, sigur Gracia flenn­andi. Gracia fortelur, at hon og maðurin høvdu tað eftir umstøðunum gott tað árið, tey vórðu hildin gíslar: – Maður mín, Martin, var flogskipari, og hann fleyg matvøru og tílíkt til trúboðararnar í Filipinunum. Hann var ein sera dámligur maður, og hann gjørdist vinur við yvirgangsmennirnar. Av tí at teir høvdu so nógva virðing fyri Martin, varð eg eisini væl viðfarin. Mær vitandi var eg tann einasta kvinnan á fangaleguni, sum ikki var neyðtikin. Misti mannin tá hon vann frælsið Tá ið Abu Sayaf og teirra fangar einaferð ferðaðust frá einum staði til eitt annað, stoyttu teir á Filipinska herin, og tað endaði var skot­ bardaga. – Eg varð rakt í beinið, og Martin varð raktur í bring­una. Hann datt niður við síðuna av mær, og eg sá, at hann var doyggjandi. Filipinsku hermenninir drógu meg burtur, og tá ið eg hugdi afturum meg, sá eg, at Martin var hvítur. Tá visti eg, at hann var deyður, segði ein rørd Gracia Burnham á tíðindafundinum hósdagin. Gracia sigur, at hon ikki ber hatur til Gud ella nakran annan fyri hesa hendingina: – Tá ið eg kom heim, kundi eg velja at vera bittur um at missa mannin ella vera glað um, at eg kom livandi frá tí. Gud hevur so líðandi broytt mítt hjarta, og hóast saknurin er stórur, so dugi eg nú at síggja tær gávur, sum hann gevur mær. Gracia hevur síðani burtur­ av ferðast runt heimin og tala. Hon fegnast um at vera í Føroyum: Føroyar er eitt tað vakrasta staðið í øllum heiminum. Tað er rørandi at møta teimum, sum bóðu fyri okkum, tá ið vit vóru hildin gíslar. Eg veit, at vit høvdu og hava enn nógvar forbiðjarar í Før­oyum. Eg vóni, at eg fái givið føroyingum nakað. Eisini vóni eg, at tit kunnu geva mær nakað. Eg ætli mær eisini at halda frí og síggja tykkara vakra land, segði Gracia á tíðindafundi hósdagin. Tað eru Jógvan Zach­ aria­sen, samkomuleiðari í Lívdini og Ólavur Jøkladal, fyrrverandi trúboðari í Filip­ inunum fyri New Tribes Mission, sum hava fingið hana upp. Gracia talar í ítróttarhøllini á Eiði klokkan 19.30. Les meira um skránna yvir Føroyaferðini hjá Gracia Burnham á www.livdin.fo. Gracia Burnham í Føroyum: Greiður frá upplivingum Alt sum kundi ganga galið, gekk galið, tá alt meginøkið lá í streymloysi í ein­ar seks tímar ólav­ søkumorgun. SEV eftirmetir skip­anina og allar manna­ gongdir verða nú endurskoðaðar Samfelag Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Vit hava onkuntíð upplivað streymslit jólaaftan, júst tá dunnan er um at vera bróskin. Men sjálvt tá plagar streymurin at koma aftur, áðrenn ovnurin er kólnaður. At streymurin fór ólavsøkumorgun og ikki kom aftur fyrr enn spælið var spilt, kom tí ómetaliga óvart á hjá mongum, sum høvdu tendrað sjónvarpið, verið í brús ella á annan hátt høvdu gjørt seg til reiðar at halda tjóðarhátíðina við streymi í kontaktini. Alt fór í svart Sambært Klæmint Weihe, stjóra í SEV, gekk alt galið, sum kundi ganga galið ólavsøkumorgun. Kl. 7.28 kom fráboðan um brek á høvuðslinjuni í allari skip­ an­ini, sonevnda 60 kv linj­ uni millum Vestmanna og Havn. Brekið gjørdi, at báðir motorarnir inni á Sundi settu út, sum teir eiga, tá brek er á linjuni. Sum vanligt vóru tríggir mans á vakt, tveir inni á Sundi og ein norðuri í Vestmanna og teir fingu sum so einki gjørt sjálvir. Telduskipanin hjá SEV stendur í Vestmanna og eig­ur hon at boða frá breki og at seta inn eykaskipanir um streymurin fer. Men sam­stundis, sum brekið á høvuðslinjuni varð staðfest, gekk telduskipanin eisini niður, og vakt­in har norðuri sat í bøla­myrkri við einari deyðari telduskipanin. Og sum um tað var nóg mikið, so fór eisini neyða­ streymsannleggið har norðuri. So var bert eftir at senda boð eftir manning at fara út á linjuna at finna og umvæla brekið manuelt, og tók tað eisini eina løtu at fáa nóg nógvar mans tilkallaðar ólavsøkumorgun. Fingu streym úr Klaksvík Á Sundsverkinum riggaði neyðstreymsanleggið held­ ur ikki og tí fekk verkið streym úr Klaksvík, har neyð­streymsannleggið ikki var sett út. Soleiðis kom glið á streymin og eina góða løtu koyrdu skipanirnar hvør í sær, Norðoyggar fyri seg, Norðurstreymur fyri seg og Suðurstreymur fyri seg. Í skrivandi stund koyrir skipanin í suðurstreymi enn fyri seg, men roknað verður við, at alt fer at koyra aftur sum vant heilt skjótt. Eftirmeta hendingina – Vit hava eftirmett hend­ing­ ina og eru higartil komin fram til, at ávísar mannagongdir og partar av tøknuligu út­gerðini eru ikki hóskandi. Eitt nú ber tað als ikki til, at neyðstreymsanleggið á Sundi gongur niður í einari slíkari støðu, ella at telduskipanin ikki klárar ógvusliga trýstið. Og mannagongdirnar í sambandi við at kallað fólk inn virkaði heldur ikki nóg væl, og kemst hetta kanska eisini av, at vit ikki hava nakra bakvakt, sigur Klæmint Weihe. Og hann metir, at streymslit av hesum slag vanliga hevði merkt ein inntøkumiss hjá SEV á einar 25.000,- krónur um tíman. – So um vit siga, at streymurin var burtur í einar 6 tímar, so hevur felagið mist einar 150.000,- krónur, umframt tær áleið 70.000,- krónurnar í lønarútreiðslum til manningina, sigur Klæmint Weihe, sum vissar brúkararnar um, at tey gera alt sum tey kunnu, at slíkt skal ikki koma fyri aftur. Streym til hátíðarhaldið – Í allari neyðini snúði tað seg eisini um at fáa streym til miðbýin í Havn, so hátíðarhaldið við guds­ tænastu, tingsetan og kór­ sangi kundi haldast. Hetta eydnaðist í evstu løtu, við einum einkultum motori á Sundi og at vit bert valdu miðbýin til, sigur Klæmint Weihe. Sendarin á Knúki farin Enn hevur SEV ikki fingið fráboðanir um avleiðingar av streymslitinum ella endurgjaldskrav fyri mistar ,inntøkur. Á Velbastað og Kirkjubø siga fólk, at signalið til Kringvarpið hevur ikki virkað síðani streymslitið, men hetta visti Føroya Tele, sum hevur ábyrgdina av sendinetinum, onki um, tá Sosialurin ringdi og spurdi í morgun. Men helst er tað sendarin á Knúki á Sandoynni, sum er farin. SEV hevur timburmenn Ongar ítøkiligar ætl­anir eru um at streymslitið skal kannast av óheftum serfrøðingum, ella at tað skal hava avleiðingar fyri leiðsluna í SEV, sigur Leivur Hansen, formaður Samfelag Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sambært Leivi Hansen, stýr­isformann í SEV, er hann sera harmur um at streymurin fór um alt meginøkið ólavsøku­ morgun og hann sigur, at stýrið fyri SEV fer at viðgera streymslitið á fundi tann 15. august. – Tey, sum hava ábyrgd­ ina fyri dagliga rakstr­in­ um, fara nú at gera eina frágreiðing um streyms­ litið, og síðani fara vit at taka støðu til, hvørjar avleiðingar tað skal hava fyri mannagongdir og skip­anina sum heild, sigur Leivur Hansen. Og hann sigur seg ikki hava hugsað um at seta í verk eina óhefta kanning av mannagongdum, backup- og recovery skipanunum hjá verkinum, ella um streyms­ litið skal hava avleið­ingar fyri eitt nú stjóran í SEV, Klæmint Weihe. - Hetta má bara ikki koma fyri, og tí taka vit streymslitið í størsta álvara og vit fara at síggja til, at møguligar mannagongdir verða endurskoðaðar ella broyttar, sigur stýris­ formaðurin við Sosialin. Stýrið tekur streymslitið upp Lógin hjá Murphy: »Um nakað kann ganga galið, so gongur tað galið« ” – Í allari neyðini snúði tað seg eisini um at fáa streym til miðbýin í Havn, sigur Klæmint Weihe, stjóri fyri SEV Tað er rørandi at møta teimum, sum bóðu fyri okkum, tá ið vit vóru hildin gíslar, sigur Gracia Burnham Mynd: Alfie