mánadagur 31. juli 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 144 - 31. juli 2006
tíðindi
Ongin ólavsøka
uttan kappróður
– heldur ikki í
Keypmannahavn, har
føroyski kappróðurin
setti sín heilt serliga
dám á Kanalina
ólavsøkudag
Ólavsøka á
Bryggjuni
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Eitt av hæddarpunktinum
á ólavsøkuhaldinum í Keyp
mannahavn er kappróðurin
millum bátar hjá føroysku
róðrarfeløgunum í Dan
mark. Í ár luttóku heilar
níggju
bátsmanningar
úr fimm feløgum, og er
hetta tað mesta til nakað
ólavsøkuhald í Keypmanna
havn.
Forvitnislig sjón
Stigtakararnir stúrdu eitt
sindur fyri, hvussu tað fór
at gangast at leggja róð
rarbátarnar, tí so nógv báta
ferðsla vanliga er á leiðini,
har róð varð. Men so skjótt,
tað gekk upp fyri fólki, hvat
var í ferð við at henda, tóku
bátarnir atlit í allar mátar,
so róðurin kundi fara fram
uttan trupulleikar. Onkrir
av teimum fylgdu enntá við
róðarbátunum fyri at síggja
róðurin tætt at. Tað var eisini
týðiliga ein óvæntað og sera
forvitnislig sjón, sum møtti
mongu ferðafólkabátunum
á Kanalin, tá flaggskrýddu
føroysku bátarnir komu
skúmandi inn móti Nýhavn
ini, og tað mundu vera fá
ferðafólk, sum ikki høvdu
myndatólið frammi hesa
løtuna.
Sum á ólavsøku ...
Bæði á Bryggjuni og í Ný
havnini stóðu spentir áskoða
rar og róptu av fullum huga
á “sínar” bátar. Í so máta
minti stemningurin mest um
ólavsøkuróðurin í Havn.
- Sjálvt um tað jú ikki er
heilt tað sama, er ongin ivi
um, at manningarnar ganga
upp í hendan róðurin við
lív og sál. Vit vilja jú hava
okkurt at venja fram ímóti,
so hesin róðurin og Ishøj
Regatta hava stóran týdning
fyri áhugan og drívmegina
í róðrarfeløgunum, sig
ur Kristvør Hansen, for
maður í róðrarfelagnum
Neystið. Hon dylur ikki
yvir, at bátarnir hava vant
dúliga til júst hendan ólav
søkuróðurin, og at spenn
ingurin hevur verið stórur.
Róð varð 600 metra teinin
frá Knippelsbro inn til
Nýhavnina, og gjørdust úrs
litini hesi:
6. mannafør, Kvinnur:
1. Gongurálvur
3.10.24
2. Knørrur
3.21.56
3. Vesturskinið
4.01.96
6 mannafør, Menn:
1. Skarvur
3.00.26
2. Knørrur
3.01.93
3. Gongurálvur
3.02.84
10. mannafør:
1. Tvørábáturin
2.42.63
2. Vábingur
2.43.69
Vinnandi
manningarnar
fingu
handað
steyp
frá
formanninum
í
róðrarfelagnum Neystið,
Kristvør Hansen, ið eisini
er limur í stýrisbólkinum
fyri
ólavsøkuhaldið
í
Keypmannahavn.
Sum
nakað
rættiliga
forvitnisligt
varð
nýinnsettið føroyski báturin
í Keypmannahavnar havn,
Norðbúgvin, dómsbátur í
róðrunum.
Ólavsøkuróður í Keypmannavnar havn
Best vitjaða
ólavsøkan nakrantíð
Triðja ólavsøkuhaldið á Bryggjuni í
Keypmannahavn gjørdist tað mest vitjaða
higartil. Mett var at eini 2000 fólk stukku
inn á økið hesar dagarnar til okkurt av
mongu tiltøkunum, ið vóru á skránni
Ólavsøka á Bryggjuni
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Lítil ivi mundi vera um, at ólavsøkuhaldið í ár eisini
var tað best eydnaða, og allastaðni hoyrdust fólk hava
á orði, hvussu væl fyriskipað tiltakið var. Sum ein av
gestunum tók til
- Her hendir allatíðina okkurt, men tú fært verið við í
øllum allíkavæl.
Okkurt fyri øll
Fyri líkasum at hita upp og skapa rætta ólavsøkudámin,
byrjaði tiltakið við at kappróðurin í Havn var at hoyra
úr stórum hátalarum, ið vóru settir upp uttanfyri á
Bryggjuni. Runt um sótu fólk við borðini og lurtaðu
altrá eftir, hvussu leikur og róður fór har heima. Uttan
iva høvdu tey øll sínar favorittar, men tað er neyvan
ov nógv sagt, at spenningurin illa fekk verið størri, tá
slagið stóð hjá 10 mannaførunum millum Klaksvíking
og Eysturoying.
Eftir kappróðurin úr Havn ólavsøkuaftan var farið undir
restina av skránni fyri ólavsøkuhaldið á Bryggjuni. Við
síni setanarrøðu hugleiddi Herálvur Joensen, føroyskur
sendimaður í Keypmannahavn, við nøkrum væl valdum
orðum um serstøku støðuna hjá føroyskum útisetum og
týdningin av einum slíkum ólavsøkuhaldi.
Síðani kom helt serliga løtan, tá føroyski seksæringurin
Norðbúgvin alment fekk handað føroyska flaggið og
siglingarloyvi í havnini í Keypmannahavn, sum tann
fyrsti føroyski báturin, ið fær slík rættindi.
Út á dagin var føroyskur dansur, matur, undirhald og
tónleikur at uppliva bæði úti og inni á Bryggjuni. Á
loftshæddini spældu Vestmenn upp til dans út á kvøldið,
og skjótt var dansigólvið á tremur av vælhýrdum fólki,
sum dansaðu til tann ljósa morgun.
Ikki eitt eygað turt
Ólavsøkudag varð byrjað við gudstænastu í Christians
kirken, har Bergur Jacobsen prædikaði. Sum eitt serligt
innslag sungu Anna Maria Olsen og Agnar Lamhauge
solo, meðan Stamen Stantchev spældi undir. Síðani var
farið oman á Bryggjuna at hyggja at kappróðri millum
bátar hjá føroysku róðarfeløgunum.
Beint áðrenn midnátt hoyrdist brádliga røddin hjá
Heðini Mortensen úr hátalararnum. Eins og í fjør
hevði hann eina heilsan at bera ólavsøkugestunum á
Bryggjuni beint undan midnáttarsanginum. Manna
múgvan á Bryggjuni var nú serliga tøtt, og við Heina
Davidsen á odda var midnáttarsangur á skránni, har
somu sangir vórðu sungnir samstundis á Bryggjuni í
Keypmannahavn og á Vaglinum í Havn.
Tiltiknað fýrverkið á Bryggjuni livdi í allar mátar upp
til væntaninar, tá tað mest sum lýsti upp allan himmalin
yvir Keypmannahavn. Tá so tríggjar rakettir til seinast
fingu himmalin at lýsa í teimum føroysku litunum, var
ikki eitt eygað turt, sum ein av mongu áskoðararnum
tók til.
- Endamálið við
ólavsøkuhaldinum
í Keypmannahavn
er ikki minst at lata
Føroyar upp fyri
umheiminum. Við
frálíku umstøðunum
á Bryggjuni hava
vit av sonnum flutt
okkara ólavsøku út
um bygdagarðin,
sigur Niels Salmony,
formaður í stýris
bólkinum
Ólavsøka á
Bryggjuni
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Triðja árið á rað fór
ólavsøkuhaldið á Bryggjuni
í Keypmannahavn av bakka
stokki seinnapartin ólav
søkuaftan.
Við
nýggju
umstøðunum á Bryggjuni
er ein gamal dreymur
hjá fyrireikararnum vorð
in veruleiki, og kann
møguleikin
at
røkka
endamálinum við tiltakin
um nú neyvan gerast betri.
Opinleiki virkar báðar
vegir
- Vit hava hildið ólavsøku
í Føroyahúsinum í nógv
ár. Tað hevur eisini verið
hugnaligt, men dreymurin
hevur allatíðina verið at
lata meginpartin av skránni
ganga fyri seg uttandura.
Bæði fyri at skapa rætta
ólavsøkudámin,
men
avgjørt eisini fyri breiða
kunnleikan til Føroyar og
tað føroyska út til so nógv
fólk, sum gjørligt, sigur
Niels.
Hann leggur afturat, tað ikki
er nøkur loyna, at myndin,
danir og aðrir útlendingar
hava av Føroyum, ofta hevur
verið nakað einsháttað. Hin
vegin hava føroyingar kanska
ikki altíð dugað líka væl at
lata sítt land og mentan upp
fyri øðrum.
- Vit hava jú nakað, vit eru
sera glað fyri, og tað vilja
vit fegin vísa øðrum við
ólavsøkuhaldinum. Reyði
tráðurin í tiltakinum er at
koma út um bygdagarðin
og lata Føroyar upp fyri
umheiminum. Opinleiki
virkar jú báðar vegir. Vilt
tú integrerast í eitt nýtt
umhvørvi, mást tú lata teg
upp fyri øðrum á ein hátt,
so tú samstundis fært givið
nýggja umhvørvinum nakað
frá tær sjálvum , sigur Niels
og leggur afturat, at opinleiki
eisini er fyrsta treytin, um
tú vilt markera teg sum við
leikara í einum nútímans, alt
jóðagjørdum heimi.
Ólavsøka á Bryggjuni:
Út um bygdagarðin
- Ongin ivi er um, at
róðarfeløgini her niðri
ganga upp í hendan
ólavsøkuróðurin við lív og
sál, sigur Kristvør Hansen,
formaður í róðrarfelagnum
Neystið í Keypmannahavn
Tað var ein óvæntað og forvitnislig sjón, ið møtti mongu ferðafólkabátunum, tá flaggskrýddu
føroysku bátarnir komu skúmandi inn móti Nýhavnini
Mynd: Kristvør hansen
- Við frálíku umstøðunum á Bryggjuni er ein dreymur hjá
okkum, sum skipa fyri ólavsøkuni í Keypmannahavn, vorðin
veruleiki, sigur Niels Salmony, formaður í stýrisbólkinum