mánadagur 31. juli 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 31. juli 2006
7
tíðindi
Klaksvíkingar hava keypt
handilsimperiið hjá Ossa
Eitt felag hjá Norðoyar
Sparikassa hevur keypt P/
F Vørður, ið eigur Bakaríið
hjá Gunnleivi umframt
handilin hjá Gunnleivi við
Hoyvíksvegin, Handilin
hjá Eli við Landavegin,
Statoilstøðina á Argjum,
Frants Restorff í Tórsgøtu
og Hjá Pidda á Toftum.
Keypið er fyrst og fremst
fyri at fáa hendur á teimum
bygninginum, ið bakaríið
og handilin hjá Gunnleivi
halda til í, sigur Eyðfinn
Reyðberg stjóri í Norðoyar
Sparikassa við Sosialin.
– Vit skulu ikki dríva
vinnulív, tað hava vit ikki
loyvi til, sigur hann
Handilin
gekk
sera
skjótt, og kom uppá pláss
bein fyri ólavsøku. Felagið
hjá Norðoyar Sparikassa
yvirtekur virksemið longu
ímorgin týsdagin 1. aug
ust.
Gunnar Justinussen vátt
ar, at teir hava selt alt
handilsvirksemið, ið teir
seinastu tíðina hava savnað
í felagnum P/F Vørður, og
sigur at við hesum takka
teir fyri seg í hesi bransj
uni.
– Hetta var stuttligt,
hóast tíðarskeiðið ikki var
stórt meira enn eitt hálvt
ár, sigur Gunnar Justinus
sen. Hann sigur orsøkina
til søluna vera sera einfalda,
teir fingu eitt gott tilboð,
og valdu at taka av.
– Hetta er ikki nøkur
panikkloysn!, leggur hann
dent á.
Hann vil ikki avdúka,
hvussu nógv felagið er selt
fyri. Men sigur, at talan
ikki hevði verið um eitt
gott tilboð, um teir seldu
virksemið við halli.
Tá Justinussen menninir
fóru undir at keypa upp
handlar og bakarí, var hetta
ikki beinleiðis við eini
skjótari sølu fyri eyga. Men
Gunnar Justinussen sigur,
at teir arbeiða undir teim
um fyritreytum, at alt er
umsetiligt, men, at ætlanin
ongantíð hevur verið, at
selt hetta víðari so skjótt.
Enn eru ongar ætlanir
um at seta peningin, ið teir
hava fingið fyri søluna í
annað
virksemi,
sigur
Gunnar Justinussen.
– Í staðin fara vit at nýta
høvið til at hava frí 2-3
tímar longri um dagin,
sigur hann.
Eyðfinn Reyðberg stjóri
í Norðoyar Sparikassa vísir
á, at Norðoyar Sparikassi
flytur inn í grannabygn
ingin hjá Gunnleivi, Mið
lon í heyst. Tað er í hesum
sambandi, at hesin bygn
ingur er vorðin áhuga
verdur.
- Eitt bakarí kann í prin
sippinum liggja alla staðni,
og vit meta at møguleikar
eru fyri at útnytta bygn
ingin hjá Gunnleivi og
Miðlon betur saman, um
virksemið skal víðkast um
nøkur ár, sigur Eyðfinn
Reyðberg við Sosialin.
Nú verður fari undir at
býta virksemið hjá P/F
Vørður sundur, fleiri áhug
aðir partar eru í at keypa
handils og baksturvirk
semið, og hetta verður selt
skjótast til ber. Enn er tó
ikki greitt, um handlar og
baksturvirksemið
verða
seld saman ella hvør sær. Í
sambandi við baksturvirk
semið verður talan um sølu
av virkseminum, við møgu
leika fyri tíðaravmarkaðari
leigu. Eyðfinn Reyðberg
væntar, at perspektivini
eru 5-7 ár, áðrenn tað
verður áhugavert at brúka
bakarí bygningin í sam
bandi við Miðlon.
Bygningurin hjá Gunnleivi við Hoyvíksvegin kann um fá ár gerast partur av Miðlon
Norðoyar Sparikassi
hevur keypt virk
semið hjá P/F Vørður
frá Justinussen monn
unum, og klaksvík
ingar eiga nú størsta
bakarí í landinum,
umframt stóran part
av matvøruhandlun
um í Havn. Felagið
verður nú brotið
sundur og selt, sigur
Eyðfinn Reyðberg
stjóri í Norðoyar
Sparikassa.
Handilsvinna
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Felagið verður nú brotið
sundur og selt, sigur Eyðfinn
Reyðberg stjóri í Norðoyar
Sparikassa.
Tað hevur eydnast Lindini
at fáa ein samrøða við
David Phelps, ið komandi
vikuskifti kemur til Klaks
víkar at spæla á Summar
Festivalinum.
David Phelps er í hesum
døgum á umfatandi kon
sertferð í USA. Har hansara
triðja útgáva sum einstak
lingur, Life Is a Church, er
sera vælumtókt. Tað er Tór
Arni Samuelsen, sum er
vertur og prátar við hesa
heimsstjørnu.
Sendingin verður send í
Lindini hesar tíðir: Mána
dagin 31. juli kl. 15.00,
týskvøldi 1. aug. kl. 21.00,
mikudagin 2. aug. kl. 13.30.
nud
Heðin Mortensen borgar
stjóri í Havn sigur, at
Tórshavnar kommuna æltar
at fara líka harðliga til
verka móti teimum, ið hava
ábyrgd av dálkingini av
Havnarvág fríggjadagin,
sum kommunan fór fram
ímóti Tórshavnar Skipa
smiðju og Føroya Fiska
virking, ið hon meldaði til
løgregluna í síðstu viku.
Dálkingin hendi tá tá grøn
lendski trolarin Mikol L úr
Maniitsoq, bunkraði yvir
og útvið 100 litrar av diesel
olju fóru á sjógv.
Heðin Mortensen segði
við Sosialin: “Sovorðið má
ikki finna stað! Her verður
eingin slingur í valsinum
framyvir. Vit brúka milli
ónir til at reinsa vágna.
Man helt jú, at dálkingin
kom úr býnum, og so kemur
hon nú av sjálvari vágni”.
Ein sera ónøgdur Heðin
Mortesen og helt fram:
“Hvussu skulu vit fáa
vágna reina til ólavsøk
una?”
Heðin vísti á, at komm
unan hevði úr at gera við at
gera klárt til ólavsøkuna,
og hevði als ikki tíð til
tílíktar mannaskaptar tru
pulleikar. “Tey, ið skapa
hesar trupulleikar læra bert
upp á ein máta, so framyvir
verður eingin toleransa, øll
tílík dálking í Havn verður
politimál!”
nud
Eingin toleransa í
dálkingarmálum í Havn
Samrøða við David
Phelps í Lindini