mánadagur 31. juli 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 144 - 31. juli 2006
tíðindi
Tey hava søkt at
sleppa inn á hægri
lesnað í Danmark. Í
gjár høvdu tey møgu
leika at fáa svarið
at vita, tá brøvini
vórðu útflýggjað á
Posthúsinum á Óðins
hædd.
Tey flestu ætlaðu tó
kortini ikki at lata
brævbjálvan upp
fyrrenn í dag
Útbúgving
Orð&mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: – Ja, næsti. Hvussu
eitur tú?
Ein ung genta er komin
fram til diskin her aftanfyri
á posthúsinum. Nú er tað
hennara túrur.
Hon hevur pyntað seg
til høvið. Nú skal avgerð
nevniliga falla um hvørja
yrkisleið, hon skal velja í
framtíðini.
– Eg ætli mær at lesa til
ljósmóðir, sigur unga og
spenta kvinnan.
Hon sigur navnið og frynt
liga postkvinnan handan
diskin fer yvir í ein gráan
kassa. Her liggja hundraðtals
brøv og bíða eftir móttakara
sínum.
Hon leitar eina løtu í
kassanum, men finnur ikki
brævið har. Hon fer afturum
at leita, men kemur aftur
eina lítla løtu seinni – við
ongum!
– Tú, eg finni ikki brævið
beint nú. Ein annar er farin
at leita eftir tí. Tað man vera
her onkustaðni! Bíða bara
eitt bil.
Tað sæst, at spenta gentan
er ikki sørt vónbrotin. Með
an postkvinnan hevur leitað
eftir brævinum er spenn
ingurin og pulsurin hækk
aður samsvarandi tíðini.
Tað var illa. Tað er týðil
igt, at unga kvinnan klárar
næstan ikki at bíða eftir
hesum brævinum.
Men hon má bara geva tol.
Eina lítla løtu aftrat.
»Finna ikki bravid )-:«
Hon er kortini ikki tann ein
asta ella einasti, sum við
spenningi hevur bíðað eftir
hesi løtuni.
Postverkið ynskti at
veita hesum ungu ein eyka
tænastu við møguleikanum
at fáa teimum svarini so
skjótt sum gjørligt.
Hóast tað var sunnudagur
í gjár, høvdu teir kortini opið
eitt skifti seinnapartin. Hetta
forðaði tó ikki troyttum ólav
søkufólki at leita sær higar
eftir brævinum.
Aftanfyri hesa ungu og
spentu kvinnuna standa
nú eini 15 onnur í kø og
bíða eftir at sleppa framat
diskinum. Innanfyri liggur
brævið frá stovninum, hagar
tey hava søkt um at sleppa
inn at útbúgva seg um ein
mánað.
Hon fer úr kø’ini, men
heldur seg kortini nær at
diskinum. Hon fer í lumman
eftir fartelefonini. Tað eru
onnur enn hon sum eisini
eru spent eftir svarinum úr
Danmark.
Hon fer inn á sms-skip
anina, og við ristandi hond
skrivar hon eini boð til
onkran, sum somuleiðis
bíðar eftir svarinum. »Tey
finna ikki bravid )-:«, er ein
hugsandi tekstur í hesum
sms-boðunum.
Boðini eru farin avstað, og
nú er ein roykur góður. Ein
sigarett kemur úr taskuni og
úti í góðveðrinum festir hon
sær í.
Hon fær tó ikki loyvi at
roykja sigarettina lidna, tí nú
rópar fryntliga postkvinnan
á ungu kvinnuna. Hon hevur
funnið brævið!
Pulsurin er í toppi, nú hon
fær handað brævið. Í hesum
brævinum liggur svarið uppá
útbúgving hennara. Framtíð
hennara. Kanska lívsstarv
hennara.
Smárennandi fer hon
oman í bilin og fer avstað.
Hóast stóra spenningin, so
skal brævið fyrst latast upp
heima við hús.
Gráta her ella heima
Við spenningi hava hesi
ungu fólkini sæð fram til
henda sunnudagin.
Tey hava fyri tíð síðani
søkt inn á tann og tann læru
stovnin. Nú eru umsóknirnar
viðgjørdar og svarið greitt.
Tey senda eina tøkk til Post
verkið sum gevur teimum
møguleika at fáa svarið ein
dag fyrri enn ætlað.
Hóast tey hava bíðað í
longri tíð, skal brævbjálvin
ikki latast upp her og nú.
Hetta er eitt persónligt
bræv og eitt persónligt svar,
mundu flestu teirra halda.
Onkur maki var við til
hesa løtuna, men var hesin
av heilt aðrari áskoðan. Her
var ikki neyðugt at bíða so
leingi:
– Tú kanst akkurát tað
sama lata brævbjálvan upp
beinanvegin. Um tú grætur
her ella heima við hús, kann
tað ikki gera tað sama?!
Ungi maðurin fekk – ikki
óvæntað! – einki svar
uppá henda spurningin frá
unnustuni.
Svar út í heim
Tað vóru tó ikki bert ungfólk
í kø’ini seinnapartin í gjár.
Fleiri tilkomin fólk vóru
eisini samankomin her.
Millum hesi var pápi til
eina gentu, ið eisini hevði
søkt inn á danskan læru
stovn.
– Dótturin er úti í heimi
og ferðast. Interrail, veit tú.
Hon er ikki heima nú, og bað
meg fara ístaðin.
Pápin hevði fingið heimild
at lata brævbjálvan upp, eins
og hann hevði heimild at
svara játtandi uppá boðini
frá lærustovninum.
– Teir krevja 9,7 í miðal,
men hon hevur 9,9. So eg
rokni við at hon hevur góðan
møguleika, sigur hesin páp
in.
Løtu seinni kemur hann
út aftur við brævbjálvanum.
Hann skundar sær víðari.
Heima við hús skal bræv
bjálvin latast upp. Og fá
sekund seinni skal dótturin
– hvar í verðini hon enn er
– fáa boðini.
Fartelefonin er hent við
eitt slíkt høvi!
Maiken Johannesen
úr Vestmanna
søkti inn at lesa til
ídnaðarlaborant í
Keypmannahavn.
Og tað slapp hon
eisini
Vestmanna: – Jú, eg var
øgiliga glað, tá eg fekk tað
at vita, sigur Maiken.
Seinnapartin í gjár var
hon eisini ein teirra, sum
leitað sær niðan á Posthúsið
á Óðinshædd eftir týdning
armikla brævbjálvanum við
svarinum í.
Ikki tí, – hon hevði fingið
at vita um upptøkuna fyri
trimum vikum síðani. Nú
fyrilá so endaliga svarið.
– Hetta er akkurát tað,
sum eg havi ætlað mær, sig
ur hon.
Nú er so tíð at rigga seg
til flytingina til danska høv
uðsstaðin, bæði praktiskt og
sálarliga.
Um ein mánað verður lagt
til brots!
Mín áhugi
At Maiken hevur valt sær
júst hesa útbúgvingina
kemur ikki av ongum:
– Eg havi verið spent uppá
henda lesnaðin. Hetta hevur
mín stóra áhuga, sigur hon.
Frammanundan hevur hon
Framtíðin liggur í bræv
– Júst tað eg ætli mær
– Hetta er júst tað eg ætlaði mær, sigur Maiken Johannesen úr Vestmanna. Hon ætlar at lesa til
ídnaðarlaborant í Keypmannahavn
Við spenningi hava tey ungu fólkini bíðað eftir svarinum frá lærustovninum