Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 31. juli 2006 9 tíðindi vbjálvanum m. Ein fryntlig postkvinna handar teimum brævbjálvan við svarinum gingið á Fiskivinnuskúlanum í heimbygdini og hevur somu­ leiðis arbeitt í barnagarði í Havn. Nú er liðugt við hesum, tí um stutta tíð byrjar skúla­­gongdin aftur á Lab­ orantskúlanum í Keyp­ mannahavn. – Tá vit gingu á Fiski­ vinnuskúlanum dámdi mær sera væl mikrobiologi og kemi, sigur Maiken, sum fær møguleika at seta seg meiri inn í hesi evnini tey komandi árini. Útbúgvingin tekur hálvt­ triðja ár, og so er spurn­ ingurin hvussu verður við at fáa arbeiði innan hetta økið. Við eini slíkari útbúgving ber til at fáa arbeiði hjá til dømis Heilsufrøðiligu Starvs­stovuni. – Eg ætli mær at koma heim, tá eg eri liðug at lesa. Eingin ivi um tað. Spurn­ ing­urin er bara um nakað arbeiði er. – Tað er nevniliga ikki so lætt at fáa arbeiði innan hetta økið í Føroyum, sigur Maiken. Brekkubrothers spældu 29. juli frá­ líka konsert í Miðla­ húsinum í samband við ólavsøkuna. Sum altíð, so er dygd í tónleikinum og framførslan hev­ur ein farra av skemti allan vegin ígjøgnum, hvørt tað so eru tónleikalig skemtibrot, ella smásøgur millum løgini Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Brekkubrothers spældu eisini í Miðlahúsinum á ólav­søku í fjør og beinan­ vegin varð avgjørt, at teir skuldu spæla aftur í ár. Tað eydnaðist væl í fjør og tað sama má sigast um konsertina í ár. Teir eru óførir tónleikarar og so swinga teir væl saman og tað skortar ikki við skemti­ligum innføllum. Fólk fingu eisini høvi at keypa nýggju fløguna hjá bólkinum og sum so ofta, so kom eisini skemt inn í myndina her, tá Bjarki end­ ur­tók framløguna hjá Hans Peturi av fløguni á bæði enskum og sponskum. Teir hava eisini styrkt sær um hópin við at fáa Ólav Olsen á horn. Hinir brekkubrøðurnir eru Hans Petur og Trygvi í Brekk­un­ um, Bjarki Meitil og Magn­ us Johannesen. Eitt av mongu til­ tøkunum í Miðla­ húsinum um ólav­ søkuna var konsert við Brandi og Tróndi Enni, ið høvdu Heiðr­ un Petersen við á fiól Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Brandur Enni hevur fingið rósandi orð við á vegnum, nú hann hevur stovnað nýggj­an bólk, og er farin frá lívinum sum barnastjørna, til at vera ein evnaríkur ung­ lingi. Hann hevur klárað lopið um ættargjónna og er heilskapaður lendur í vaksna­ mannaliðnum, har hann ikki stendur aftan­fyri aðrar, ið royna síni kynstur. Brøðurnir Tróndur og Brandur borga altíð fyri einum frískum innslag og tað gjørdu teir eisini á ólavsøku í Miðlahúsinum tann 28. juli. Saman við sær høvdu teir Heiðrun Petersen á fiól og hetta riggaði sera væl. Hendan hálvakkustiska samansetingin við tveimum røddum, bassi, guitari og fiól riggaði væl. Eisini legði samansetingin upp til sangir av friðaligari slag, um enn pulsurin ikki nýttist at falla heilt í fátt. Og tað gjørdi hann heldur ikki, tí á skránni var bæði friðarligt og vakurt, men eisni løg, ið ein ikki kundi sita heilt stirvin og lurta eftir, tí væl ljóðaði og tað swingaði. Tróndur fekk roynt seg við eitt nú sanginum hjá Hanusi Á Tíðarhavi og við eini sera væl eydnaðari framførslu av einum lag hjá James Blunt. Brandur prógvaði seg sum tann óføra sangara, ið hann er, og so eisini sum tónasmið. Tað er stuttligt at hoyra, at Brandur veruliga er harri yvir kynstrinum at skriva sangir, tí hetta kann bera hann longur fram á veg, í mun til, um hann her skuldi sett álit sítt á aðrar kreftir. Løgini “Einans Koss” og so eitt spildur nýtt, sum hann júst hevði skrivað (kanska tað æt Kristina??, blðm.), standa sterk. Teir báðir Enni brøðurnir høvdu sett Heiðrun Petersen millum sín og hon kom sera væl frá uppgávuni. Bæði við soslostykkjum og sum mjúk bakgrund riggaði væl og hon sá eisini út til at trívast millum teir báðar dámligu tvøramenninar. Fólk fegnaðist og rópti “ein afturat”, tá teir tey høvdu spælt síðsta lagið og tað er ikki at undrast á, men hesi mugu so bara vóna, at hendan samansetingin verður at hoyra aftur eina aðruferð. Brekkubrothers við tónleiki og skemti í hásæti Brandur, Tróndur og Heiðrun heiðraðu tónleikinum ” Pulsurin er í toppi, nú hon fær handað brævið. Í hesum brævinum liggur svarið uppá útbúgving hennara. Framtíð hennara. Kanska lívsstarv hennara.