mánadagur 31. juli 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 144 - 31. juli 2006
“Opinleiki virkar sum kunnugt báðar vegir”. Soleiðis
tók Niels Salmony, eldsálin og formaðurin fyri ólav
søkuhaldið í Keymannahavn til, tá hann tók saman
um væleydnaðu ólavsøkudagarnar á Bryggjuni. Við
hesum sipaði hann til, at letur tú tína egnu hurð upp
fyri øðrum, stendur hon aloftast samstundis víðopin
inn til onnur.
Vit føroyingar fýlast javnan á, at myndin, danir og
onnur hava av okkum, er bæði einsháttað og skeiv.
Men vilt tú taka ímóti, mást tú eisini lata nakað frá
tær sjálvum. Í staðin fyri at illneitast áttu vit kanska
at hýst tankanum um, at vit sjálvi ikki altíð hava
dugað líka væl at lata okkara land og mentan upp fyri
øðrum.
Við ólavsøkuhaldinum á Bryggjuni var partur av
okkara tjóðarhátið bæði ítøkiliga og myndaliga fluttur
út um bøgarðarnar. Her høvdu stigtakararnir av
sonnum skapað og brúkt eitt høvi at visa øðrum,
hvørji vit eru. Meir enn nakað annað boð aðu hesir
dagarnir frá einum mentanarligum og tjóðarligum
gávumildi, so tað neyvan hevur kenst meir fjálgandi
og fríandi at vera føroyingur. Eitt gávumildi, sum
týðiliga gav afturljóð í jaliga áhuganum og forvitninum
hjá mongu gestunum, sum stukku framvið hesar
dagarnar.
Víst er ólavsøkuhaldið í Keypmannahavn eisini eitt
høvi hjá føroyskum útisetum at savnast um heimligar
siðvenjur og kensluna av felags røtum. Slíkt styrkir
samleikan og uttan hann, hevur tú lítið at bjóða
øðrum – allarminst um tú vilt verða viðleikari í einum
nútímans altjóðagjørdum heimi.
Men ein sterkur samleiki tolir eisini atfinningar –
eisini tá tær koma frá tínum “egnu”. Í einum al
tjóðagjørdum heimi er tíðin farin frá erkvisnum gleps
um eftir føroyskum útsietum, sum ditta sær til at
blanda seg í kjakið her heima við onkrum sannleika.
Heldur enn at undirmeta teirra støðu sum útisetar,
eiga vit at virðismeta hana sum eitt serstakt høvi at
síggja okkum sjálvi útifrá í einum øðrum og ofta
klárari ljósi.
Sum føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn,
Herálvur Joensen, nevndi í setanarrøðuni á Bryggj
uni, so hevur føroyska fólkaræðið altíð notið gott av,
at føroyingar, ið búleikast uttanlands, siga sína
hjartans hugsan um evni, ið eru frammi í føroyska
kjakinum. Og tá saman um kemur, snýr fólkaræði seg
um at kunna rúma øðrum og øðrvísi fatanum av
lívinum og heiminum. At geva og taka ímóti í einum
áhaldandi samskifti, ið strembar eftir at læra av og
skapa pláss fyri hvørjum øðrum.
Í so máta var ólavsøkuhaldið á Bryggjuni ein ítøkilig
ímynd um, at dyrnar fyri einum markleyskum og
mennandi samskifti við umheimin standa víðopnar.
Nú er tað bara upp til okkum, hvussu vit brúka
hendan møguleikan.
Sosialurin
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 14.00
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Einasta úrslit var, at fiskimálaráðharrin í Út
varpinum ilskaðist inn á meg fyri at eg dittaði mær
til í summarfrítíðini at koma við tílíkum
Atli Hansen
SAMBAND
eirikur lindenskov@
sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Fyri uml. 2 vikum síðani
gjørdi eg nakrar viðmerk
ingar til Útvarp Føroya um
ta stóru mongd av sild og
makreli ið tykist at hava
verið norðan- og eystan
fyri oyggjarnar í summar
- og framvegis er. Eg gjørdi
hetta mest fyri at provokera
landsins fiskivinnumynd
ugleikar til at vísa áhuga
fyri hesum ríkidømi, at fáa
hetta staðfest alment so
leiðis at vit kunnu brúka
tað til í samráðingum við
strandalondini at undir
byggja okkara krøv og
kanska at seta størri krøv.
Ætlað sum ein hjálp til
fiskivinnumynduleikarnar.
Hetta skuldi eisini skiljast
sum ein heilsan til Fiski
veiðueftirliti um at fylgja
við í teimum stóru nøgdum
av sild og makreli, sum
verða flutt úr okkara sjóøki
av fremmandum skipum.
Men gakk. Einasta úrslit
var, at fiskimálaráðharrin í
Útvarpinum ilskaðist inn á
meg fyri at eg dittaði mær
til í summarfrítíðini at
koma við tílíkum. Ein
høvuðsatfinning var, at eg
brúkti tað góða gamla
føroyska orðið “at tveita á
borðið”. Tá hevur ein ikki
nógv at føra fram, um hetta
var størsta hárið í suppuni.
Og tá hevur man helst ikki
skilt boðskapin - soleiðis
sum tað eisini vísti seg
seinni í samrøðuni.
Tað sum skelkaði meg
mest var tá ið útvarpsmað
urin spurdi fiskimálaráð
harran, um hann fór at býta
meira sildakvotu út, um
hesi 65.000 tonsini vóru
uppfiskaðið. Hann svaraði,
at hann fyrst vildi síggja, at
skipini kláraðu at fiska
hetta upp. Og sjálvandi
skulu Føroyar hava so
stórar kvotur sum gjørligt.
Politiskir flosklar hoyra
heima í einum valstríði.
Tað áhugaverda er, hvussu
fáa vit hesar størru kvotur
nar?
Skulu Føroyar biðja um
kvotu eftir hvussu nógv
verandi floti klárar at
fiska? Nótaskipini klára at
fiska hesa sildarkvotuna
fleiri ferðir, um vit bert
vita frá ársbyrjan, hvørjar
treytirnar eru. Men hetta
vil ráðharrin ikki lata
okkum vita, tí hann vil
hava møguleika fyri gjøg
num ári at broyta, glíða og
leska. Loyvini verða ikki
útskrivaði fyrr enn hálvt ár
er farið. Makrelloyvini t.d.
eru ikki komin enn, so vit
hava ikki loyvi at fiska
makrelin
norðanfyri
-
soleiðis sum onnur skip.
Nei, Føroyar skulu ikki
hava kvotir eftir, hvat ein
ávísur skipabólkur klárar
at fiska. Vit skulu hava
okkara rættvísispart av øll
um teim kvotum, har vit
hava ein rætt - soleiðis sum
tað stendur í Lógini um
vinnuligan fiskiskap § 2.
Og henda rætt og henda
part fáa vit bert við argu
mentum - bert við at vísa á
teir faktorar, sum vanliga
liggja til grund fyri býti av
TAC (mest loyvdu veiðu) -
og eitt av hesum argu
mentum er nøgdin og tíðin,
ein ávísur stovnur stendur í
okkara sjógvi. Tað hevur
ofta verið skotið eftir
okkum, at vit hava eina
makrelkvotu
sum
eitt
strandaland, íð vit ikki áttu
at verið. Men nú er tímin
komin hjá okkum at vísa,
at vit eru strandaland - og
tað í ólukkumát. Havið
kókar av sild og makreli á
teimum gomlu sildarleið
unum.
Bæði í fjør og í ár hevur
so nógvur makrelur verið í
føroyskum sjóøki, at hann
hevur verið ein trupulleiki
sum hjáveiða í sildini. Før
oysku skipini hava silgt
undan makreli meðan út
lendsk skip hava lagt seg á
hann. Men lítið hevur verið
gjørt frá almennari før
oyskari síðu fyri at doku
mentera henda veruleika
og enn minni fyri at boða
okkara samráðingarpørt
um frá hesum. Onnur lond
blása í lúður tá íð slíkt
hendir.
Einasta vit vita um rann
sóknir eftir makreli og sild
í summar er, at tveir norskir
nótabátar vórðu sendir at
sigla ígjøgnum okkara øki
og gera kanningar. Endre
Dyrøy kom inn á Nóls
oyarbankan og helt so beint
norðureftir, har hann kom
fram á tey føroysku nóta
skipini norðan fyri 63 stig
og tosaði við tey. Libas
silgdi beint vestur eftir
uml. 63 stig. Báðir gjørdu
kanningar við troli og
søgdu seg øtast yvir tað
mongd av sild og makreli,
sum tá var at síggja ógvu
liga víða um í føroyskum
sjógvi.
Í Felagnum Nótaskip
hava vit lagt nógv trýst á
landsstýrismannin í fiski
vinnumálum um at arbeiða
fyri størri silda- og makrel
kvotum, men tað er sum
um tað er hansara áskoðan,
at Føroyar eiga ikki at fáa
fleiri ella størri kvotur. Vit
hava ikki rætt til meira.
Mítt ørindi við hesum er
at boða øllum føroyingum
frá, at vit eiga eitt stórt
ríkidømi av sild og makreli
norðan-
og
eystanfyri
oyggjarnar her um sum
mari, men tað verður stórt
sæð ikki brúkt í politiskum
høpi t.v.s. til at krevja ein
størri og rættvísari part av
heildarkvotunum og har
við til at styrkja okkara
støðu undir samráðingum.
Eitt serligt úrslit av vant
andi huginum hjá lands
stýrimanninum at loysa
kvotatrupulleikar og at
greiða loyvisfløkir hava vit
sæð í fiskiskapinum eftir
sild eystanfyri Føroyar. Alt
ein stórur hurlivasi.
Norðhavsildin varð í síni
tíð definarað sum ein
stovnur
norðanfyri
62
breiddarstig. Hetta er nú
strikað úr føroysku loyv
unum. Veit ikki hvat hini
londini hava gjørt.
Vit
fingu
táverandi
landsstýrismann
Jørgin
Niclasen til at útskriva
okkum loyvir til at fiska
sild (og hestamakrel) sunn
anfyri 62 stig, tí at har við
hvørt hevur verið sild og
vit hava hildið tað vera ein
annan stovn, so her var ein
møguleiki hjá føroyingum
at skaffa sær sín egna sild
arstovn eins og t.d. Ísland.
Loyvir vóru givin at
veiða “heystgýtandi før
oyska sild við nót sunn
anfyri 62 stig”. Hesi loyvir
vórðu givin til øll nóta- og
ídnaðarskip við 1000 tons
um til hvønn. Tá íð eingin
sild hevur verið á hesum
Atli Hansen
Fiskivinnuumsitingin
má purrast út!
Ólavsøka á Bryggjuni
letur upp dyr