Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 31. juli 2006 11 tíðindi leiðum í nøkur ár strikaði verandi landsstýrismaður í síni merkiligu umsorgan fyri ídnaðarbátunum 62 stig í loyvinum og øll skip­ ini kunnu nú fiska 1000 tons hvør frítt, har sum vit kunnu fiska norðhavssild - ella í veruleikanum eini 15.000 t afturat av norð­ havssild, uttan at lands­ stýrimaður hevur boðað frá nøkrum. Kravið um at fiska hetta við nót er eisini strikað og bert teir, sum hava strongt mest á hava fingið hesi boðini. Í ár hevur nógv sild verið á hesum leiðum heilt suður móti 61 stigum. Stór og góð sild, sum hevur verið væl egnað til framleiðslu í Kollafirði. Ein megnar møguleiki at kanna sær ein bita og til at styrkja møgu­ leikarnar fyri at menna eitt pelagiskt virki í Føroyum, men eingin hevur gjørt nakað fyri nakað fyri at stuðla hesum tankagangi. Um ein sild hevur eitt navn eftir sínum eyðkennum ella hvar hon er at finna má vera ein definitións­spurn­ ingur. Nøkur skip hava roynt við nót eftir henni og fingið hampuligt burtur úr, men tá íð tað frættist at onkur varð sloppin at fiska hana við troli, var eingin grund hjá hesum ikki at gera tað sama. Ein skuldi trúð, at hesi tíðindi um sild høvdu áhuga fyri ta nevndina, sum lands­ stýrismaðurin hevur lovað skal geva svar upp á alt tað, sum hann ikki hevur kunn­ að svara upp á. Men onkur má bera teimum tíðindini. Og neyðars Fiskiveiðu­ eftirlit. Ongan verðsins møgu­leika fyri at umsita vavgreytin. Tað er einki skil í okkara fiskivinnuumsiting. Hann sum situr næstur og er drúgvastur at banka upp á í Fiskimálaráðnum fær sín vilja - og vit aðrir frætta umsíður, men fáa ikki al­ ment nakað at vita. Eingin politikkur, bert stýring eftir trýsti. Hetta má broyt­ ast. Kanska hevur nevndin eisini eitt uppskot til loysn av hesum? Onkur fer kanska at spyrja, um eg ætli mær at halda áfram við at eygleiða og harta fiskivinnu­um­ sitingina. Eg eri jú fráfarin sum formaður í Felagnum Nótaskip og givin sum reiðari. Jú, eg ætli mær at halda áfram. Nú eri eg bert ein av ognarunum til ”liv­ andi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rætt­ indir, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða­ rætti eigur uttan fyri før­ oysku landleiðirnar”, sum verða umrøddir í Lógini um vinnuligan fiskiskap § 2. Sum veljari her í landi­ num fer hetta at hava mín stóra áhuga. Frá 1. august eri eg fyrr­ verandi á øllum arbeiðs­ økjum, men eg fari fram­ vegis sum borgari her at ditta mær til at siga mína hjartans meining um øll samfelagsviðurskiftir - og kanska serliga tað øki, sum mær untist at vera á eitt heilt arbeiðslív. Gøtu á ólavsøku 2006 Veðrið tykist vera av tí allarbesta, nú seinastu praktisku fyrireikingarnar til Summarfestivalin skulu fáast frá hondini. Tá vit í morgun høvdu orðið á Steintór Rasmus­ sen, sum er ein av fyriskip­ arunum til festivalin, lat hann heilt væl at, og segði annars, at full ferð nú er á fyrireikingunum. – Í løtuni gera vit klárt til stóra Silva-landið, sum er ætlað børnunum. Hetta fevnir um stóran part av akursmørk, og sjálvir eru vit sera spentir til, hvussu hetta fer at síggja út. – Og so eru vit sjálvandi eisini farnir í holt við pall­ arnir. Aftur í ár ahva vit fingið danska hjálp til stóra teltið, sum Festivalurin nú eisini hevur keypt, heldur enn bara leigað, og arbeiðið við stóra pallinum á Vágs­ bøi er eisini farið ígongd. Her hava vit eisini fingið okkum eitt nýtt ljóðanlegg, so vit eru sjálvandi sera spentir uppá, hvussu hetta fer at rigga, sigur Steintór. Vónir um veðrið At veðrið er av tí besta í løtuni, kemur sjálvandi væl við, nú alt arbeiðið gongur fyri seg uttandura, men fyrireikararnir eru ikki minni spentir um, hvussu veðrið fer at skikka sær um vikuskiftið. Sjálvur hevur Steintór ein beiggja, sum starvast á donsku veðurstovuni, og hann viðgongur, at tað er ikki heilt frítt, at hann hevur ringt nakrar eyka ferðir seinastu dagarnar. – Tað er sjálvandi trupult at siga, hvussu veðrið verður í Føroyum eina viku fram, men sum skilst, so síggja fyribils forsagnirnar út til at vera góðar. Og í øllum førum hevur Alex boðað frá, at hann kemur heim til festivalin, so heilt galið kann tað neyvan verða, heldur Steintór. Um fýra dagar byrjar Summarfestivalurin í Klaksvík, og nú síggj­ ast fyrireikingarnar av álvara kring Mið­ býin Summarfestivalur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Gera klárt á festival-økinum Veðrið er av tí allarfagrasta, nú riggað verður til Summarfestivalin. Her eru tey í ferð við at seta stjóra tjaldið upp Hóast hann enn er varin við at staðfesta nakað, so letur Steintór Rasmussen sera væl at atgongu­merkja­ søluni til Summar­festi­val­ in. – Higartil eru oman fyri 6.000 atgongumerki seld, og hartil koma so starvs­ fólk, sponsorar og onnur, sum jú eisini skulu hava armband. So vónin er í øllum førum, at fólkini verða líka nógv, sum tey vóru seinast. Men tað er so nakað, sum seinastu dag­ arnir fara at vísa. Higartil hevur sølan fyri tað nógva verið í »rykkum« upp undir tær ymsu deadlines, sum hava verið fyri til­ boðum av ymsum slag, og royndirnar siga, at tað altíð eru nøkur, sum koma í evstu løtu at keypa at­ gongumerki. Men hvussu nógv hesi verða, veldst um so nógv. Ikki minst um veðrið, og so eru vit sjálv­ andi eisini spent at vita, hvussu fasta sambandið fer at ávirka festivalin. Men hóast bjørtu orðini, so fæst Steintór ikki at siga nakað um, hvørt hann met­ ir tað vera møguligt at fáa enn fleiri fólk á festivalin í ár. – Tað fara komandi dag­ arnir at vísa. Enn sær tað gott út, men tey heilt stóru orðini vil eg ikki brúka, uttan at eg havi nakað at halda hesum í. Og tað er kanska við blandaðum kenslum, at vit nú bíða eftir seinastu døgunum. Sjálv­ andi vildi tað verið heilt fantastiskt, um øll atgongu­ merkini vórðu seld, men tað er stórt spell, um tað samstundis standa nøkur eftir, sum kundu hugsað sær at verið við, men sum ikki sleppa. -mørk Gongst væl við søluni Útlendsku nøvnini standa seg væl Tað tykist, sum hava fyri­ reikararnir av Summar­ festivalinum verið sera heppin í sínum vali av útlendskum nøvnum í ár. Avtalurnar við hesi verða aloftast gjørdar í góðari tíð, og tí er trupult at vita, hvørt nøvnini eru heit ella køld, tá august mánaði er í hond. Men sum hesi standa seg í løtuni, er lítil ivi um, at útlendsku gestirnir eisini draga nógv fólk. Johnny Deluxe selur í løtuni fleiri fløgur enn nakrantíð í Danmark. og The Rasmus hava havt sera góð ummæli á síni konsertferð kring heimin. Hartil koma so minni tíðarbundin nøvn sum Roger Hodgson, Shu- bi-dua og David Phelps, sum uttan iva hava eina velduga atdráttarmegi, tó at málbólkarnir til hesi uttan iva eru ymiskir. -mørk Framhald av síðu 10