mánadagur 31. juli 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 144 - 31. juli 2006
– Eg eri nøgdur við
røðuna og haldi ikki,
at hon var so lítið
ítøkilig, sum onkur
hevur ført fram.
Heldur hinvegin. Nú
havi eg sjálvur sitið í
somu støðu og haldi,
at røðan í roynd
og veru er rættiliga
ítøkilig, sigur Anfinn
Kallsberg, formaður í
Fólkaflokkinum
LØGMANSRØÐAN
Johan Jacobsen
Johan@sosialurin.fo
Anfinn Kallsberg, formaður
í
Fólkaflokkinum,
er
væl nøgdur við røðuna. Í
Útvarpi Føroya førdu for
menninir í Miðflokkinum
og
Sjálvstýrisflokkinum
fram, at teir saknaðu meiri
ítøkiligt í framløgu løgmans
ólavsøkudag. Anfinn Kalls
berg, formaður í Fólka
flokkinum, er væl nøgdur
við røðuna og metir atfinn
ingarnar tæna egnum parta
politiskum endamálum.
– Røðan var sum hon
plagar og sum hon eigur at
vera. Hon var afturlítandi
og eisini frameftirlítandi.
Eg eri nøgdur við røðuna
og haldi ikki, at hon var
so lítið ítøkilig, sum onkur
hevur ført fram. Heldur
hinvegin. Nú havi eg sjálvur
sitið í somu støðu og haldi,
at røðan í roynd og veru er
rætt iliga ítøkilig. T.d. er tað
trupult at vera so ítøkiligur,
tá ið ein politisk viðgerð
ikki hevur verið fyri enn. Og
nógv av tí, sum løgmaður
kemur inn á, eru stórmál,
har breiðar semjur eru eitt
krav. Harafturat umboðar
løgmaður tað politisku
skipanin og samgonguna.
Røðan var semjusøkjandi
og tað eigur hon eisini at
vera.
Kallsberg nevnir íbúð
arspurningin
og
fiski
vinnupolitikkin, sum trupul
mál, ið hava verið viðgjørd
fyrr.
1. januar 2007 verða
kirkjumál
yvirtikin
og
løgd undir føroyskar mynd
ugleikar at umsita. Og sam
bært framløgu løgmans
verður miðjað eftir at
á næstu ólavsøku verður
kirkjan føroysk. Hett a er
eisini størsta yvirtøkan í hes
um valskeiðnum. Spurdur
um yvirtøkuna av kirkjuni
heldur Kallsberg hett a vera
ein partur av einum longri
arbeiði.
– “Mangir eru leikirnir í
longum talvi”, sigur orða
takið. Hett a er ein stað
festing av, at málið verður
ført ígjøgnum. Samráðingar
um hett a málið hava verið
frammi fyrr, vit hava jú
verið við frá byrjan av í
1998.
Semjusøkjandi røða
Røðan vísir, hvat
samgongan arbeiðir
við. Og støðan
í samfelagnum
verður somuleiðis
endurspegla.
Vit síggja eina
ávísa optimismu
í samfelagnum,
sum vísir, at mann
hevur skapt ein
ávísan stabilitet í
samfelagnum. Men
Visión 2015 skal
spískast, soleiðis
sigur formaður
sambandsfloksins,
Kaj Leo Johannesen,
í viðmerking til
løgmansrøðuna 2006.
LØGMANSRØÐAN
Johan Jacobsen
Johan@sosialurin.fo
Kaj Leo Johannessen hev
ur bæði positiv og meiri
negativ orðingar viðvíkj
andi røðuni. Hann fegnast
yvir tey mál sum flokkurin
hevur verið við til at føra
ígjøgnum.
– Sambandið við Dan
mark er normaliserað aftur,
vil eg siga. Har er eitt annað
tónalag, enn tað sum var
í undanfarnu samgongu.
Vit arbeiða eisini við at
fáa eitt betri samband við
útheimin og at styrkja
utt anríkissambond.
Ein nýggj pensjónsskipan
skal gerast. Formaðurin
ásannar, at hett a málið
hevur líkasum ligið á láni
og er á ein hátt dott ið niður
ímillum.
- Pensjónsskipanin skal í
minsta lagi vera á hædd við
hana í Danmark.
Á hinum bógvin heldur
Kaj Leo tað vera óheppið
við tí stóra hallinum á
gjaldsjavnanum.
- Føroyingar læna meiri
og meiri, har kann ein
vandi liggja og lúra. Um nú
rentustøðið hækkar nógv.
So hett a er ikki nøktandi.
Vit skulu hava javnvág á
fíggjarlógina, hett a er ein
av avbjóðingunum, sum
liggur fyri framman.
Formaður
Sambands
floksins leggur í hesum
sambandinum afturat, at
viðvíkjandi øllum tosinum
um Visjón 2015, so mugu
vit ikki gloyma tíðina vit
nú liva í. Eisini metir hann,
at arbeiðið við visjónunum
skal gerast meiri ítøkiligt.
- Samgongan hevur ikki
verið nóg ítøkilig, vit mugu
til at tilspíska visjónina.
Visiónin skal til at spíssast
til, vit mugu finna nøkur
økir, sum vit velja út og
leggja okkara orku á.
Men afturat hesum so er
avbjóðingin eisini at fáa
andstøðuna við, tí í hesum
arbeiðinum verða avgerðir
tiknar, sum hava ávirkan
langt fram í tíðina.
Viðvíkjandi yvirtøkuni
av kirkjuni, so slær hann
fast, at hóast talan er um
yvirtøku, so rennur sam
bandsflokkurin ikki undan.
– So leingi talan er um
eina skilagóða avgerð, í
hesum førinum eina yvir
tøku, so rennur flokkurin
ikki undan. Vit halda
okkum sjálvsagt til sam
gonguskjalið og arbeiða við
at føra tað út í verki.
Kaj Leo Johannesen endar
við einum positivum tóna
og minnir á optimismuna,
sum er í samfelagnum.
– Tað er gott at vera
føroyingur í hesum døgum
og, sum sagt, so er ein ávís
optimisma at síggja.
Visjónin
skal spískast
Parta
eigararnir
í Smyril
Line
samdir
Partaeigararnir í P/F
Smyril Line hava gjørt
semju um ferðaætlanina
hjá Norrønu fyri kom
andi árið. Tað merk
ir, at ósemjan við het
lendingar er loyst, og at
tey rætt armál, ið hava
verið upp á tal, verða av
ongum.
Ein partur av semjuni
er, at partaeigararnir
í felag hava lagt eina
nýggja og spennandi
ferðaætlan, har Skotland
kemur inn sum nýtt
ferðamál, og Hetland
verður varðveitt sum
ferðamál.
Ein
annar
partur av semjuni er, at
hetlendski partaeigarin,
Shetland Development
Trust, setur meira pening
í Smyril Line.
Høvuðstætt irnir
í
nýggju
ferðaætlanini
eru, at næsta ár siglir
Norrøna uml. 25 ferðir
upp á Hetland móti uml.
70 ferðum í ár.
- Nú kenna vit karm
arnar, ið eru at arbeiða
undir hett a komandi árið,
og tað ber vónandi í sær,
at vit fáa arbeiðsfrið,
sigur Thomas Mgnussen,
stjóri.
Hann
leggur
afturat, at Smyril Line
arbeiðir m.a. við at
menna Skotlandsrutuna,
samstundis sum Hetland
varðveitir sítt góða sjó
vegis ferðasamband.
Stjórin vísir eisini á,
at nýggja semjan stuðlar
upp undir, at positiva
fíggjarliga kósin, ið er
løgd fyri fyritøkuna,
kann haldast.
-árni