Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 31. juli 2006 13 Petur Halgadal, Fuglafjørður, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum leygardagin 29. juli, 84 ára gamal. Bønarhald verður í Kapellinum mikudagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður lýst seinni. Sigrun Smith, vanliga nevnd Sigrun í Ullvøru­ húsinum, andaðist á landssjúkrúsinum fríggja­dagin 28. juli, 81 ára gomul. Kistan fer úr Lands­sjúkra­ húskapellinum heim í Ebebezer týsdagin 1. august kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Ebebezer mikudagin 2. august kl. 13.00. Robert Poulsen, Hoydalar, ættaður úr Vági, andað­ ist í heiminum 29. juli, 74 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Ingvald Petersen, búsitandi í Havn, ættaður úr Sandavági, andaðist leygardagin 29. juli, 84 ára gamal. Jarðarferðin verður úr salinum hjá Frelsunar­ herinum týsdagin kl. 14.00. Tey, ið vilja minnast Ingvald, kunnu lata Frelsunarherinum í Havn eina peningagávu; konta í peningastovninum. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Í gjár, sunnudagin 30. juli, fylti Jacobina Johannesen í Dali 80 ár. Hon hevur mesta partin av lívinum búð í heim­ bygdini Dali. Foreldrini hjá Binu vóru bæði úr Dali. Pápin var Jó­hannes Ebek Johannesen úr Rennuni, og mamman var Julia Malena, Lena, úr Malthúsi. Tey búðu í Malth­ úsi, og tey fingu níggju børn. Eitt doyði sum lítil. Bina var yngst, og hon er tann einasta, sum er eftir á lívi. Hini vóru Anna Nolsøe í Dali, Victoria Ziska í Havn, Hans, sum var 16 ára gamal, tá ið hann datt oman í Dímun, Palma Djurhuus í Skálavík, Gerda Joensen í Klaksvík, Vittus í Dali, Elsebeth Johanna Lam­­hauge ella Ebban, sum búði í Florida og doyði fyri fáum mánaðum síðani, og so Bina. Í 1945 fór Bina til Havnar. Hon tænti hjá Hans Andreasi Djurhuus í eitt hálvt ár, so var hon á hospitalinum og á TB, frá í 1951 og í fimm ár var hon hjá doktor Holm, og so var hon eitt skifti nátt­ ar­vakt á Sanatorinum í Hoy­ dølum. Í 1960 fór Bina til Dan­ markar at læra til sjúkra­ hjálp­ara. Eftir at hon var kom­in heim aftur, fór hon aftur til Dals. Har fór hon at hjálpa mammuni at ansa beiggjanum Vittusi, sum var vorðin púra avlamin. Bina ansaði beiggjanum, inntil hann doyði. Í Malthúsi stukku nógv inn á gólvið, og har var blíðskapurin altíð stórur. Bina, sum framvegis er væl fyri og fylgir væl við, hev­ur altíð verið fegin um børnini, og hon hevur verið umgyrd av børnunum í fam­ iljuni. Í frítíðini hevur Bina ging­ ið nógv upp í kvæðini og føroyska dansin, og hon hev­ ur eisini verið nógv upp­tikin av fenaðinum – gæsnum, dunn­unum, høn­unum og seyð­inum. Føðingardagin helt hon á Argjum ólavsøkudag. Har var hugnaligt, og Bina nýtti at vera saman við vinum og so mongum í familjuni. -fj Bina Johannesen 80 ár Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra móðir, vermóðir og omma Sigrun Smith Vanliga nevnd Sigrun í Ullvøruhúsinum andaðist á Landssjúkrahúsinum ólavsøkuaftan, 81 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrakapellinum heim í Ebenezer týsdagin 1. august kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin 2. august kl. 13.00. Familjunnar vegna Børnini Norðurlendsku náttúruverndar­ feløgini hittast á hvørjum ári í einum av norðurlendsku londunum til fundar at viðgera felags mál og støðuna inn­an náttúru- og um­hvørvisvernd í lond­unum hvørs sær. Føroya Náttúru­ verndar­felag hevur luttikið á hvørjum ári síðan felagið varð stovnað í 1980 og fundir hava eisini verið hildnir í Føroyum Tíðindaskriv Felags mál av týdningi eru uppfylging av Nordisk Miljøhandlingsplan, ið varð samtykt í 1998, har lagt verð­ ur upp til at londini taka til sín og gera langtíðarætlanir fyri burðardyggari menning innan øll øki í samfelagnum. Arbeiðsætlanin er beinleiðis úrslit av Rio-sáttmálanum við Agenda 21 skjalinum og veðurlagssáttmálanum sum støði. Kyoto-protokollin frá 1997 verður skoðað sum sera týdningarmikið skjal, ið norðanlond og náttúru- verndarfeløgini leggja stóran dent á at fylgja upp við miðvísum tiltøkum. Náttúruverndarmál annars eru í einstøku londunum ym­isk alt eftir støðuni hvør sær. Londini kring Eystra­salt hava allatíð eyga við dálk­ ingarstøðuni frá m.a. olju og evnafrøðiligum evnum, men takast eisini nógv við lívfrøðiliga margfeldni og tryggjan av hóttum dýra­ sløgum. T.d. hevur úlvur havt ring kor í norður Noreg, Svøríki og Finnlandi. Ov nógv varð skotið av úlvi og minkingin bleiv ov stór til at hann kundi ganga heilt und­ an sum serstakur stovnur. Bjarnir hava eisini havt ring kor, men eru nú aftur tryggja liviumstøður. Dálkingastøður eru ymiskar í landbúnaðar­ lond­um sum Danmark og Svøríki, har fylgt verður væl við gongdini innan nýtslu av køvievnum, eiturevnum og taðing, ið alt ávirkar livi­ umstøður bæði hjá fólki og náttúru annars. Nýtslan av hor­monlíknandi evnum í ídnar­vørum, leikum til børn og annað, er týdningarmikið mál, ið eisini verður havt frammi. Náttúruverndar­felags­skap­ ir­nir í norðanlondum eru sera væl virkandi og havt gott samstarv við stjórnir, amt og kommunur. Feløgini eru høgt í metum fyri tað stóra arbeiði hesi leggja eftir seg at tryggja fólki og náttúru so góðar umstøður sum gjørligt. Serstakt felags mál, ið arbeitt hevur verið við í fleiri ár, er skipan av frið­ að­um økjum og tjóðar- gørð­um. Dentur verður lagdur á at tryggja órørda náttúru og skipa øki sum kunnu mynda land og tað eyðkenda her finnist. Villini fuglur og plantur, serstøk lendisfyribrigdi, áir og vøtn, jarðafrøðilig serstøk øki og øki, ið kunnu vísa á serstaka mentan, verða løgd út eftir treytum, ið tryggja ímóti mannaskaptari ávirkan, og tó so at fólk hava atgongd til at kunna njóta og uppliva hesi serstøku øki. Seinru árini hava tjóðar­ garðar eisini fingið stóran týdning í ferðavinnuhøpi og draga hesir hópin av vitjandi til sín. Dentur verður lagdur á heisubót og upplivingar, ið eru heilt serstakar. Flestu norðanlond hava nógvar væl skipaðar tjóðargarðar. Danmark hevur lagt út 5 stór øki, ið skulu umboða danska náttúru burturav, og í Grønlandi verður miðvíst arbeitt við skipan av tjóðargørðum. Føroya Náttúru­vernd­ar­ felag hevur roynt at vísa landsstýrinum á, at vit kunnu skipa fleiri tjóðar-garðar, ið kunnu lúka norðurlendskar og altjóða reglur. Fundurin verður hildin fyrstu dagarnar í august á gistingarhúsinum í Øravík, og verða m.a. framløgur um náttúru- og havumhvørvið í Føroyum. Burðardygg menning í norðanlondum er á breddanum til felags­fund við innbodnum lut­tak­­arum umboðandi komm­unurnar í Suðuroy, løg­tings-limir úr Suðuroy, kunningarstovurnar, ferða­vinnu­rekandi og frítíðarfeløg í oynni. Miðlarnir fáa eisini innbjóðing og vóna vit at náttúru- og umhvørvis­ verndarmál verða væl lýst. Nevndin í Føroya Náttúruverndarfelag Norðurlendskur náttúruverndarfundur Dagurin í morgin 1. august. Pætur í fongsli. Dagurin var á latíni róptur vincula Petri (fjøtur Pæturs) og varð hildin til minnis um, at ein eingil kom til hansara í fangarúminum, sló leinkjurnar av honum og bað hann fylgja sær út úr fongsl­ inum. Ápostlasøgan 13, 3-23) Mánaðurin - august August hevur navn sítt eftir rómverska keisaranum Aug­ ustusi. Tá ið teir høvdu gjørt av, at fimti mánaður í gamla rómverska kalendaranum, quintilis, skuldi hava navnnið juli til minnis um Julius Caesar, hildu teir senhni, at Augustus átti at fáa sama heiuðrin sum Julius, og sætti mánaður, sextilis, fekk navnið august.