mánadagur 31. juli 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 144 - 31. juli 2006
Harra formaður.
Løtan við skrúðgongu, guds
tænastu og kórsangi kennist
tignarlig. Tjóðin øll steðgar á
og fer úr gerandishaminum. Vit
kenna felagsskapin so veruligan
- kenna, at vit eru partur av sama
samleika. Ivaleyst ásanna vit øll,
at tað er ein framíhjárættur at
vera borgari í hesum samfelag,
sum er okkara, og sum vit øll eru
so ómetaliga góð við. Hetta er
góður førningur at hava við sær
á ferðini, nú vit gerast alt meira
partur av alheiminum.
Hóast ein hevur verið við í
mong ár, so kennir ein framvegis
hátíðina so ítøkiliga, tá ið farið
verður oman í dómkirkjuna
– nú fyri seinastu ferð í eina
danska kirkju. Tú kennir ylin fara
ígjøgnum teg, tá ið kórsangurin
tekur at ljóma á Tinghúsvøllinum.
Og soleiðis kennist eisini henda
løtan, har eg fyri triðju ferð skal
bera ólavsøkurøðuna fram.
Men samstundis ber hetta
boð um, at fjørðurin hjá sitandi
samgongu er meira enn hálv
rógvin. Vit standa á gáttini til
okkara seinastu heilu tingsetu í
hesum valskeiði, og hóast vit hava
rokkið nógv av setningini okkara,
so eru enn mong týdningarmikil
mál at avgreiða.
Vit løgdu fyri í 2004 við at
siga, at vit ynsktu at skapa álit og
arbeiðsfrið, tí hetta var fyritreytin
fyri, at vit kunnu røkka úrslitum.
Hetta vísti seg at bera til.
Vit ynsktu at fáa vent búskap
argongdini við at reka ein varn
an, men tó arbeiðsstimbrandi
búskaparpolitikk, og alt bendir á,
at hetta hevur eydnast.
Vit vildu fáa viðurskiftini í
sjálvstýrismálinum á føroyskar
hendur, so at framtíðar tilgongdin
skuldi liggja í hondunum á Føroya
fólki og hesum høga tingi. Hetta
er eisini komið í rættlag.
Tað kennist hugaligt, men lat
tað vera okkum ein íbirtari til ikki
at setast hendur í favn, men at
halda áfram og greiða tey mongu
týdningarmiklu
málini,
sum
krevja skilagóðar loysnir. Og til
hetta arbeiðið hava vit brúk fyri
øllum góðum kreftum, eisini frá
andstøðuni.
Harra formaður.
Tað stendur væl til í Føroyum.
Okkara búskapur er vorðin
betri seinasta árið, og útlitini eru
í løtuni bjørt fyri land okkara.
Vit fegnast um, at arbeiðsloysið
er sera lítið – minni enn í flestu
Norðurlondum og í ES. Inntøk
urnar í landskassan vaksa, sam
stundis sum Landsstýrið, eins
og vit lovaðu, hevur givið skatta
lætta, sum stimbrar hugin at
arbeiða og harvið eisini búskapin.
Lønarútgjalding arnar eru øktar.
Tað gongur væl í flestu pørtum av
okkara vinnulívi. Trygga politiska
støðan skapar álit, sum saman
við einum skynsomum búskap
arpolitikki gevur dirvi og trúgv
upp á framtíðina.
Familju- og bústaðarpakki
Hóast búskaparstøðan er góð, so
eru tað enn tíverri tey, ið ikki hava
nóg góðar fíggjarligar umstøður.
Vit síggja, at húsaprísirnir
hækka dag um dag. Tað kostar
nú so nógv at keypa sær hús ella
íbúð í miðstaðarøkinum, at tað
nærum er vónleyst hjá ungum
familjum, skulu tær ikki at binda
seg fíggjarliga til langt inn í
ellisár. Oljuprísirnir eru methøgir,
og tí er tungt at húsast hjá nógvum
familjum og hjá eldri fólki.
Hetta vilja vit – og hetta fara vit
– at gera nakað við!
Familjan fer at standa fremst
í raðfestingunum á komandi
fíggjarlóg. Bústaðarpakkin, sum
Landsstýrið fer at leggja fram, fer
at gera tað lættari hjá ungum fólki
og familjum at seta búgv og fer
eisini at betra um møguleikarnar
hjá fólki við serligum tørvi at fáa
sær egnan bústað.
Hetta fara vit at gera við tveim
um lógaruppskotum – einum
um lutaíbúðafeløg og einum um
bústaðapartafelag. Skipanin við
lutaíbúðafeløgum ger tað lættari
hjá fólki við lægri inntøkum at seta
føtur undir egið borð. Somuleiðis
fara eldri fólk at kunna skifta hús
síni um við minni bústaðir. Við
hesum gerst bústaðarmynstrið
fjølbroyttari.
Lógin um bústaðapartafelag
fer at skipa Húsalánsgrunnin
og Íbúðagrunnin í eitt alment
partafelag, sum skal fíggja bústað
ir til fólk við serligum tørvi.
Landsstýrið fer at gera tað
møguligt hjá lesandi at fara í
barnsburðarfarloyvi, so at korini
hjá teimum gerast betri.
Vit fara at leggja barnafrádráttin
um til eitt útgjald. Hetta merkir, at
eisini tey, sum onga arbeiðsinntøku
hava, fáa barnastuðul. Umframt
hetta ætlar Landsstýrið at hækka
stuðulin til barnafamiljur við
serligum tørvi.
Landsstýrið fer at leggja fram
uppskot um sjúkradagpeningalóg,
sum fer at gera, at tímalønt fáa
betri møguleikar at vera heima hjá
sjúkum børnum, og eitt uppskot
um felags foreldramyndugleika
fyri at styrkja støðuna hjá bæði
børnum og foreldrum.
Vit hava longu økt inngjaldið
í Samhaldsfasta, og samsvarandi
er útgjaldið nú hækkað. Frá 1.
januar næsta ár fer tað veruliga
at merkjast, tí tá hækkar útgjaldið
munandi. Saman við reguleringini
av
fólkapensjónini
fer
ein
fólkapensjonistur, sum ikki hevur
aðra munandi inntøku, at fáa
9.000 kr., og eini hjún 15.000 kr.
um mánaðin.
Harumframt fer Landsstýrið
at fremja ein víðfevnandi eftir
lønarreform, sum fer at bera
við sær, at allir borgarar sum
frá líður fara at gjalda til egna
eftirlønarskipan. Hetta er ein
neyðugur lutur fyri at tryggja
komandi ættarliðum góð pensjóns-
og eftirlønarviðurskifti. Eitt álit
um pensjónsreformin kemur nú
í heyst.
Visjón 2015
Í fjør nýtti eg stóran part av
ólavsøkurøðuni til at umrøða
hugsanirnar aftan fyri Visjón 2015,
sum er eitt av hjartamálunum
hjá Landsstýrinum. Sum kunn
ugt
hevur
Landsstýrið
sett
strategibólkar at gera uppskot
til mál og ítøkiligar ætlanir fyri
samfelag okkara. Somuleiðis
setti Landsstýrið eitt visjónstorg,
sum er breitt umboðað av
politisku skipanini, umframt av
arbeiðstakarum, arbeiðsgevarum
og áhugafeløgum. Visjónstorgið
viðger og umrøður tað arbeiði,
sum
strategibólkarnir
leggja
fram.
Arbeiðið higartil hevur gingið
væl, og fólkið hevur tikið visjón
ina til sín. Almenningurin við
ger visjónina í álvarsemi, kon
struktivt og jaliga, og við hvørt
meira kritiskt og neiliga. Tað er
umráðandi at vit kjakast, og at vit
líta longur fram - at hugarenslið
verður strekt munandi longri
enn til næsta val. Tí kjakið er
grundarlagið
undir
teimum
avgerðum, vit skulu taka, fyri at
fáa samfelagið, vit ynskja okkum
í 2015.
Eg skal her leggja dent á,
at bólkarnir koma við teimum
uppskotum, sum teir meta vera
rættast – óheft av samgongu
skjalinum ella politiska viljanum
annars. Landsstýrið fer gjølla at
viðgera uppskotini, ið koma frá
strategibólkunum.
Í juni varð skipað fyri fýra
visjónsdøgum, har teir ymsu
strategibólkarnir løgdu fram tey
mál, sum teir meta, at vit eiga
at seta okkum. Í løtuni arbeiða
bólkarnir við at leggja strategiir
fyri hesi mál, og í heyst fara teir
at leggja endaliga arbeiði sítt fyri
Visjónstorgið.
Landsstýrið vil nýta hetta
arbeiðið til at finna felags semjur
og felags kós á økjum, har tað
er avgerandi neyðugt at leggja
langtíðarætlanir – eitt nú um
vinnukarmar, gransking og skúla
verk.
Fólkaskúlin
Eg nevndi fyrst í røðuni, at vit
fara at leggja dent á familjuna á
komandi fíggjarlóg. Skúlaverkið,
sum er grundarsteinur í Visjón
2015, fær eisini fremstu raðfesting.
PISA-undankanningin, sum varð
almannakunngjørd í vár, bendi
á, at føroyskir næmingar eru ikki
nóg væl fyri fakliga.
Landsstýrið hevur tikið hesa
niðurstøðu í allar størsta álvara
og hevur viðgjørt kanningina
saman við øllum skúlaleiðarum í
fólkaskúlanum.
Bøtast skal um umstøðurnar hjá
øllum næmingum, bæði teimum,
sum duga væl, og ikki minni hjá
teimum, sum tørvar hjálp.
Størri áherðsla skal leggjast á
byrjanarundirvísingina, serliga í
føroyskum og støddfrøði. Málið
er, at næmingarnir duga at lesa
eftir annað skúlaár. Umráðandi
er at menna bæði lesiførleikan
og lesiáhugan hjá næmingunum
og at skipa so fyri, at teir fáa
fjølbroytt og mennandi tilfar á
móðurmálinum.
Umframt fráfaringarroyndirnar
er ætlanin at seta í verk støðu
royndir, til dømis í 3., 5. og 7.
flokki, sum ein lið at eftirmeta
undirvísingina í skúlunum.
Næsta PISA-kanningin verður
á vári 2009, og tá skulu Føroyar
vera líka væl fyri sum hini
Norðurlondini.
Arbeitt verður við at gera skúlan
betri til at taka ímóti næmingum
við serligum tørvi og at styrkja
sernámsfrøðiligu
tænastuna,
eitt nú við tænastueindum kring
landið. Tann fyrsta eindin er sett
á stovn í Eysturoynni. Næstu
eindirnar skulu eftir ætlan vera í
Suðuroy og Streymoynni.
Fakligi førleikin hjá lærarum
hevur sjálvandi størstan týdn
ing fyri fólkaskúlan, og sum
ein avgerandi liður í menning
ini skulu lærara- og pedagog
útbúgvingarnar styrkjast mun
andi. Næsta vár verður lógar
uppskot um at nútímansgera
læraraútbúgvingina
lagt
fyri
tingið. Ætlanin er at skipa lærara-
og pedagogútbúgvingarnar á
bachelorstigi. Hesar útbúgvingar
skulu í framtíðini í allar mátar
vera eins góðar og tilsvarandi
útbúgvingar í ES og grannalondum
okkara. Hetta er neyðugt, skulu
lærarar og pedagogar taka ímóti
støðugt vaksandi avbjóðingum.
Fiskivinnan
Seinasta tíðin hevur verið merkt
av nógva kjakinum um keyp og
sølu av fiskiloyvum. Hetta er ikki
nýtt fyribrigdi, men hevur verið
ein veruleiki í rættiliga nógv ár,
tó uttan at nøkur haldbar politisk
loysn er funnin.
Landsstýrið tekur spurningin í
fullum álvara og hevur sett hol á
eina politiska viðgerð, sum fer at
hava við sær eina heilt nýggja lóg
um vinnuligan fiskiskap.
Millum annað skal henda
politiska viðgerðin taka støðu
til spurningar sum at staðfesta
ognarrættin, og undir hesum upp
søgn av veiðiloyvum, brúksskyldu,
tilfeingisgjald og møguleikar hjá
tí almenna at selja fiskirættindi.
Landsstýrið fer at arbeiða
fyri atlimaskapi í FAO, sum er
matvøru- og landbúnaðar felags
skapurin hjá ST. Hetta er ein
góður samskiftisdepil hjá heim
sins fiskivinnulondum. Atlima
skapur fer at geva okkum ein
virknari og sjónligari leiklut sum
fiskivinnutjóð í alheimshøpi, og
vit fáa eisini høvi at gera vart við
okkum á røttum stað.
Størsta framstigið í samráðing
unum um fiskiveiðuavtalur fyri
2006 var semjan, sum loksins varð
gjørd við Ísland, Noreg og ES um,
hvussu svartkjaftastovnurin skal
umsitast. Okkara samráðingarfólk
áttu stóran lut í hesi semju, sum
undir givnum fortreytum var sera
góð.
Støðug menning í fiskivinnuni
skal styrkja um kappingarføri
Framløga løgmans á ólavsøku 2006
tíðindi