mánadagur 31. juli 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 31. juli 2006
15
tíðindi
okkara. Tí er ætlanin framhaldandi
at tillaga játtanirnar til gransking
á fiskivinnuøkinum, so at støðug
menning av vinnugranskingini
verður raðfest fremri.
Onnur vinna
Tað tykist, sum føroyska vinnan
sum heild gerst dynamiskari og
fjølbroyttari, og vónandi fær brúk
arin ágóða av hesum. Vit síggja,
at kapping er á fleiri økjum –
eitt nú innan telefoni, internet,
flogferðslu og peningastovnar. Og
fleiri fyritøkur víðka sítt virksemi
uttan fyri landoddarnar.
Á tryggingarøkinum fara mun
andi broytingar at henda. Útlendsk
tryggingarfeløg
fara
at
fáa
atgongd til føroyska marknaðin,
og brúkarin fer at kunna tekna
tryggingar uttanlands.
At fleiri almennar fyritøkur nú
verða einskildar, fer at skapa enn
meira dynamikk. Ætlanin er at
selja 33% av partabrøvunum í
Atlantsflogi í ár, og helvtin av
partabrøvunum í Føroya lívs
trygging verður latin tryggingar
takarunum. Hin helvtin verður
seld øðrum íleggjara. Byrjað verð
ur eisini at einskilja Føroya banka
og Føroya tele í 2007.
Í hesi løtu verður fjórði brunn
urin á landgrunninum boraður. Ein
boring verður í 2007 og ein í 2008.
Hugsa vit um tær ovurhonds stóru
upphæddir, sum oljufeløgini nýta
til borivirksemi í og nærhendis
føroyskum øki, so er lítil ivi um,
at tey trúgva uppá, at olja er at
finna. Og tað, at nógv olja er
funnin bretskumegin markið, ger
hetta ógvuliga sannlíkt. Hóast ein
møgulig oljuvinna helst liggur
nøkur ár frammi í tíðini, mugu vit
longu nú fyrireika okkum bæði
mentalt og samfelagsliga til tær
grundleggjandi broytingar, ein
slík vinna fer at hava á okkara
samfelag.
Landsstýrið fer at seta á stovn
ein búskapargrunn, har serligar
inntøkur til landskassan, eitt nú
inntøkur frá einskiljingum og
eini møguligari oljuvinnuni, fara
í. Grunnurin skal millum annað
nýtast til at standa ímóti við í
verri tíðum, til at gjalda niður
almenna skuld og til at fíggja
gransking.
Gransking er eisini eitt øki,
vit í sambandi við Visjón 2015
leggja stóran dent á at styrkja í
framtíðini, og Vísindaráð Føroya
verður sett í næstum. Vit hava
nú fingið eitt ílegusavn, sum
verður liður í at byggja upp eina
ílegugransking í Føroyum.
Í alivinnuni eru stór framstig við
at henda, hóast útflutningurin í ár
er sera lítil. Bøttar mannagongdir
í alingini hava ført til betri
sjúkufyribyrging og hava saman
við koppseting bast ILA-sjúkuni.
Alivinnan tykist at fara at fóta sær
í størri og sterkari eindum, sum
helst verða kappingarførari við
útlendskar alifyritøkur.
Ætlanin er somuleiðis at gera
Føroya altjóða skipaskráseting
kappingarføra. 9 skip komu í
FAS í fjør, og við árslok vóru til
samans 35 skip í skrásetingini.
Á ymiskan hátt fer Landsstýrið
at stuðla upp undir íverksetan
og at menna íverk setaramentan.
Samstundis skal land okkara
marknaðarførast sum eitt land,
har tað er gott at gera íløgur –
eitt nú í almennar fyritøkur, sum
verða einskildar. Sum eitt land,
har útlendskar fyritøkur kunnu
royna nýggjar KT-skipanir. Sum
eitt áhugavert land í sambandi við
frálandavinnu, aling, fiskavirking
og gransking.
Arbeiðsmarknaður
Á arbeiðsmarknaðinum eru veru
lig frambrot gjørd, við tað at
partarnir hava stovnað fastan
gerðarrætt og gjørt sáttmála um,
hvussu trætumál og spurningar
um sáttmálabrot skulu greiðast
sum skjótast og við fyriliti fyri
samfelagsligum
áhugamálum.
Partarnir eiga miklan heiður uppi
bornan fyri hetta avrik sítt.
Ein arbeiðsmarknaður, har
rúmd er fyri øllum, eigur at vera
næsta frambrotið.
Í einum vælferðarsamfelagi
sum okkara eigur tað at vera ein
sjálvfylgja, at fólk við skerdum
førleika kunnu skapa sær eitt lív
við innihaldsríkum arbeiði og
fastari inntøku. Men tíverri mugu
vit ásanna, at tað framvegis er alt
ov lítið rúm fyri teimum ófullføru
á arbeiðs marknaðinum – bæði tí
privata og tí almenna.
Tí verður farið undir eina
serliga
verkætlan.
Arbeiðs
marknaðardeildin á Almanna
stovuni skal styrkjast, so at vit
kunnu fáa fleiri fólk við skerdum
førleika á arbeiðsmarknaðin og
fyribyrgja, at fólk missa tilknýtið
til hansara.
Eg fari inniliga at heita á
privatar so væl sum almennar
arbeiðsgevarar um at hugsa
um tað samfelagsliga virðið,
sum liggur í einum rúmligum
arbeiðsmarknaði.
Útlendingamál
Útlendingaøkið hevur fingið
nógva umrøðu. Eingin ivi skal vera
um, at Landsstýrið vil, at vit taka
væl ímóti teimum útlendingum,
sum koma higar at arbeiða og seta
búgv. At taka ímóti útlendingum
krevur eisini av okkum, at vit fáa
hesar borgarar at fella til í okkara
samfelagi.
Umsóknirnar um arbeiðs- og
uppihaldsloyvi gerast alt fleiri.
Fyrra hálvár í ár komu umleið
270 umsóknir aftur ímóti umleið
90 somu tíð í fjør. Harumframt eru
aðrar umsóknir um uppihaldsloyvi,
eitt nú familjusamanføringar.
Landsstýrið hevur sett sær fyri at
fáa skil á útlendingaøkið. Okkara
reglur skulu vera smidligar og
samfelagsliga skilagóðar. Skjótari
og greiðari mannagongdir fyri máls
viðgerðina av útlendingamálum
verða nú gjørdar.
Landsstýrið vil stovna eitt
arbeiðsmarknaðarráð við pørt
unum á arbeiðsmarknaðinum at
ráðgeva Innlendismálaráðnum um
tørvin á útlendskari arbeiðsmegi.
Vit vilja leggja okkum eftir
at fáa breiða politiska semju
á tingi um okkara framtíðar
útlendingapolitikk.
Støðan í tølum
Hyggja vit eitt sindur at hagtølum,
so búðu 48.258 fólk í Føroyum
tann 1. apríl – 189 færri enn somu
tíð í fjør.
Fólkatalið vaks nógv frá 1997
til 2002, men í fjør var aftur
gongd. Tá fluttu 422 fólk fleiri
av landinum enn til landið. Fólka
talið minkaði tó ikki meira enn
127 fólk, tí burðaravlopið er
stórt.
Tað verða fødd nakað oman
fyri 700 børn um árið, ella 2,62
børn í miðal fyri hvørja kvinnu
í barnførum aldri. Hetta er tað
mesta síðan 1990 og tað mesta í
øllum Evropa. Hetta er eitt heilsu
tekin, og vit skulu gera okkara
til, at familjurnar trívast, so at
vit varðveita høga barnatalið.
Tað er ein góð trygd fyri okkara
samfelag í framtíðini.
Tekin eru nú um, at nettofrá
flytingin seinastu árini er um
at venda til eina nettotilflyting,
og vit mugu vóna, at so verður.
Okkum tørvar allar góðar kreftir,
og tað hevur sjálvsagt stóran
týdning fyri landið, at fólk, sum
fara í onnur lond at úbúgva seg
ella nema sær royndir, flyta heim
aftur.
Brúkaraprísirnir eru nakað
hækkaðir, men samanumtikið
hevur inflasjónin verið tann sama
sum í hinum Norðurlondunum, ið
ikki hava stóra inflasjón.
Verða skipini ikki uppítald, er
okkara innflutningur minkaður
javnt og samt frá 2001 til 2005.
Seinastu mánaðirnar er hann
tó vaksin aftur. Síðsta árið eru
prísirnir á oljuúrdráttum nógv
uppfarnir, og hetta sæst týðiliga
aftur í innflutningstølunum.
Framvegis er nógv tann stórsti
parturin av okkara útflutningi
fiskur og fiskavørur - um 95%.
Fyrsta ársfjórðing í ár var
útflutningsvirðið 934 mió. kr.
Hetta eru 9% meira enn somu tíð
í fjør. Høvuðsorsøkin til vøksturin
eru munandi betri fiskaprísir,
tí samstundis, sum virðið er
vaksið, er útflutta nøgdin minkað.
Útflutningsvirðið á alifiski er tó
minkað nógv, men væntandi fer
tað nú at vaksa aftur.
Sum nakað nýtt eru vit farin
at skráseta aðrar vørur enn fisk
og fiskaúrdráttir í hagtølunum
fyri útflutning. Eftir at lógin um
skráseting kom í gildi, er talið á
skrásettum vørum farið úr 150
upp í 240, og mett verður, at
einar 100 mió. kr. av føroyska
útflutninginum vóru óskrásettar,
áðrenn nýggja lógin kom í gildi.
Hallið á handilsjavnanum var
lutfalsliga stórt í fjør – 675 milli
ónir krónir. Tá eru skip íroknað.
Føroyska bruttoskuldin uttan
lands var 6 mia. kr. í 2004, og
bruttoognin var 9,4 mia. kr. Hetta
svarar til, at nettoognin uttanlands
var um 3,4 mia. kr. Hon er tískil
minkað 1 mia. kr. frá 2002 til
2004.
Nettoskuld landskassans er 3
mia. kr.
Samferðslukervið
Nýggi Smyril kom til landið
seinast í 2005, og í apríl varð
Norðoyatunnilin upplatin. Við
honum hava um 85% av fólk
inum nú landfast samband. Av
størri samferðsluætlanum kunnu
nevnast útbygging av flog
vøllinum, sum farið verður undir,
nú hann verður yvirtikin. Vit eru
sera fegin um, at ein loysn loksins
er komin fyri flogvøllin, sum so
harðliga treingir til at dagførast
og útbyggjast.
Arbeitt verður við verkætlan
um undirsjóvartunnil millum
Skálafjørðin og Havnina, og for
kanningarnar eru farnar í gongd
til tunnil millum Streymoynna og
Sandoynna.
Vit fegnast um, at okkara
undirstøðukervi áhaldandi verður
útbygt. Men vit mugu tíverri
eisini ásanna, at ferðslan hevur
sína skuggasíðu, og framvegis
doyggja ov mong í ferðsluni. Tí
verður í hesi tingsetu lagt fram
uppskot at broyta ferðslulógina,
har serliga verður hugsað um
ungar bilførarar.
Heilsa
Landsstýrið leggur dent á, at
heilsustøða føroyinga skal vera
góð, og nú verður stóra fólka
heilsuætlanin sett í verk.
Hetta skal geva føroyingum
– ungum sum gomlum - betri
heilsu og harvið betri lív. Fólka
heilsuætlanin skal fyribyrgja
fólkasjúkum sum krabbameini,
hjarta- og æðrasjúkum og sukur
sjúku.
Í
fólkaheilsuætlanini
verður høvuðsdentur lagdur á
at fáa fólk at røra seg meira,
roykja minni, eta heilsubetri mat
og at minka um rúsdrekka- og
rúsevnismisnýtsluna.
Nógvir skúlar hava gjørt íløgur
í vatnkølarar og geva børnunum
dagligt tilboð um frukt. At okkara
skúlabørn kunnu velja frukt og
reint vatn fram um góðgæti og
sodavatn fær stóra ávirkan á
fólkaheilsuna í framtíðini. Eisini
fegnast vit um stóru undirtøkuna
fyri fólkaheilsurenningini, sum
verður hildin á triðja sinni í
heyst.
Annar liður í okkara heilsu
politikki er at høvuðsumvæla og
nútímansgera Landssjúkrahúsið,
so at tað kann gerast eins gott
og sjúkrahúsini í grannalondum
okkara, tá ið ræður um kann
ingartilboð,
viðgerðartilboð,
trygd og hentleikar. Arbeitt verður
av øllum alvi at talgilda heilsu
verkið, so at sjúklingar kunnu fáa
betri tænastur.
Hóast psykiatriin hevur verið
fyri munandi framstigum seinastu
árini, ásanna vit í Landsstýrinum,
at enn er langt á mál. Gerast skal
nýggj psykiatrilóg, sum tryggjar
rættindini
hjá
sálarsjúkum.
Útbyggingin av sosialpsykiatriini
og økispsykiatriini skal halda
fram, og barna-, ungdóms- og
eldrapsykiatriskar tænastur skulu
setast á stovn komandi árini.
Harra formaður.
Hetta landsstýrið setti sær fyri
at fáa greið og støðug viðurskifti
við Danmark til tess at fáa útint
tey mongu politisku mál, sum
vit settu okkum. Sambandið og
samstarvið okkara millum er í
dag merkt av virðing frá báðum
pørtum, sum er grundleggjandi
neyðugt, um ein skal fremja tey
mál, ein setur sær. Tað merkir
tó ikki, at Landsstýrið er samt
við donsku stjórnina í einum og
øllum!
Men tað hevur eydnast Lands
stýrinum at gera fleiri týdningar
miklar semjur við danir, sum føra
land okkara longri fram á leiðini
móti fullari ábyrgd av øllum okkara
viðurskiftum – innanríkispolitiskt
sum uttanríkispolitiskt. Dømi um
hetta eru uttanríkispolitiska lógin
og yvirtøkulógin, sum nú hava
verið í gildi í eitt ár. Nú vit hava
fingið yvirtøkulógina, eru tað
einans vit sjálv, sum gera av, nær
vit yvirtaka málsøki.
Størsta yvirtøkan í hesum val
skeiðnum verður fólkakirkjan,
og Landsstýrið ætlar, at kirkja
okkara skal vera føroysk næstu
ólavsøku.
Fjølmiðlaábyrgdin er yvirtikin,
og fjølmiðlakærunevnd er sett.
Aftur at hesum er ætlanin at
yvirtaka vinnufelagslóggávu og
tilbúgving. Felags stovnur fyri
tilbúgvingarmyndugleikan
er
skipaður.
Stjórnarskipan
Arbeiðið í stjórnarskipanarnevnd
ini gongur eftir ætlan, og nevndin
fer at handa mær álit seinast í
árinum. Síðan skal málið viðgerast
politiskt. Millum týdningarmiklu
tættirnar er spurningurin um,
hvussu mannagongdin skal vera,
um verandi ríkisrættarliga støðan
skal sigast upp.
Norðurlendska samstarvið
Umsóknin um føroyskan limaskap
í norðurlendska samstarvinum
verður framvegis viðgjørd, og
mál okkara er fullur limaskapur.
Hinvegin er at leggja sær í geyma,
at politiskar forðingar eru fyri
broytingum í norðurlendskum
høpi, og at Danmark framvegis
hevur eitt ávíst stjórnarrættarligt
fyrivarni fyri fullum limaskapi.
Hetta, hóast uttanríkispolitiska
lógin leggur upp fyri hesum.
Uttanríkispolitikkur
og menningarhjálp
Harra formaður.
Eg legði fyri við at siga, at tað
stendur væl til í landi okkara,
og búskaparútlitini eru góð.
Og í dag fegnast vit um okkara
tjóðarhátíð, og at vit liva í einum
Framhald á næstu síðu