mánadagur 31. juli 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 144 - 31. juli 2006
tíðindi
landi við fólkaræði, har friður
valdar. Vit hava í royndum allar
fyritreytir at skapa eitt enn betri
og sterkari samfelag. Hetta er als
eingin sjálvfylgja, tí at heimurin
kring okkum er alt annað enn
tryggur. Í hesi løtu bresta bumbur
í Libanon og Ísrael, og vandi
er fyri, at Miðeystur alt fer at
standa í ljósum loga, um ikki
vápnahvíld verður sum skjótast.
Bumbur greiða ongar trætur, men
sáa einans mistreysti og hatur.
Íbúgvarnir gjalda ein prís, vit illa
duga at ímynda okkum.
Á heimskortinum er tíverri
stutt millum økini, har kríggj og
náttúruvanlukkur gera um seg. Tað
er ein sjálvfylgja, at rík lond sum
okkara eru við til at byggja upp
aftur. Farnu tingsetu hava vit latið
nakað av peningi til bráðfeingis
neyðhjálp, og vit eru farin at
byggja menn ingarhjálp upp sum
øki í fyrisitingini. Framvegis
eru tað ikki stórar upphæddir, ið
avsettar verða, men tær tríggjar
milliónirnar á fíggjarlógini eru
ein byrjan.
Landsstýrið ætlar, at menn
ingarhjálp skal gerast fastur partur
av okkara uttanríkispolitikki og
ætlar at menna økið so líðandi.
Í dag samstarva Føroyar við
Heimsbankan, CARE Peru, Mercy
Corps og íslendska menning
arhjálparstovnin Iceida. Í hesum
sambandi kann eg nevna, at tann
fyrsti føroyski starvslesandi er
farin til Namibia og Malavi.
Uttanríkispolitikkur
sum heild
Føroyar eru av álvara farnar at
virka uttanríkispolitiskt, og vit
seta okkum framsøkin mál. Ein
avgerandi liður er at gera land
okkara sjónligari, og her hevur
tað stóran týdning, at løgmaður
og landsstýrismenn áhaldandi
virka fyri føroyskum vinnu- og
mentanaráhuga málum í øðrum
londum.
Løgmaður var í vár saman
við føroyskum vinnulívsfólki í
India, har virkað varð fyri vinnu
ligum netverkum, eins og tosað
varð við politiskar myndugleikar
og umboð fyri stovnar og
felagsskapir. Indiski áhugin fyri
føroyskari tøkni og vitan – eitt nú
innan fiskivinnuna - var stórur.
Somuleiðis kann okkara vinna
læra mangt frá londum sum India,
londum, ið mennast skjótt og eru í
fremstu røð á fleiri økjum – eitt nú
í kunningar- og samskiftistøkni.
Tá ið íslendski forsætisráðharrin
var í Føroyum við íslendskum
vinnulívsfólki í vár, beyð hann
løgmanni á almenna vitjan í
Íslandi. Eg havi tikið av hesi
innbjóðing og ætli at bjóða
vinnulívsfólki við á ferðina.
Landsstýrið
leggur
stóra
áherðslu á at økja um møgu
leikarnar hjá vinnu okkara at
virka úti í heimi. Og nógv er
hent hesa tingsetu, nú altjóða
handilspolitiski karmurin fyri
vinnuna er batnaður munandi.
Føroyar eru vorðnar partur av
Pan-euro-med skipanini um at
samsavna uppruna, atgongdin
fyri okkara fiskavørur til ES-
marknaðir er vorðin betri, og
Russlandssáttmálin fær nú gildi.
Hesin sáttmáli javnsetur før
oyskar fyritøkur við fyritøkur í
Íslandi, Noregi og ES, ið hava
bestu handilsligu viðurskifti við
Russland. Sáttmálin fer serliga at
koma uppsjóvarvinnuni til góðar.
Uttanríkispolitiska lógin hevur
nú virkað í eitt ár, og við henni
eru fleiri millumtjóða sáttmálar
gjørdir - sáttmálar við Ísland,
Noreg, ES og Sveis, um at Før
oyar eru við í felags evropisku
skipanini um samsavnan av upp
runa – Pan-euro-med.
Tá ið Hoyvíkssáttmálin kemur í
gildi seinni í ár, verða Føroyar og
Ísland eitt búskaparøki. Eingin ivi
er um, at sáttmálin fer at roynast
væl hjá vinnu okkara, og at hann
fer at stimbra búskapin.
Landsstýrið hevur fingið frá
boðanir frá dønum um, at Loran-
C støðin á Eiði ikki fer at verða
rikin sum higartil. Landsstýrið
hevur fingið at vita, at radarin
á Sornfelli verður sløktur við
árslok. Hetta eru tvey mál, sum
Landsstýrið arbeiðir miðvíst
við at greiða í samráði við uttan
landsnevndina.
Landsstýrið arbeiðir í løtuni
miðvíst við at fáa í lag EFTA-
limaskap. Í hesum sambandi havi
eg verið á fundi við Liktinstein
og Sveis. Eftir summarfrítíðina
verður fundur við ávikavist Ísland
og Noreg.
Umframt EFTA-limaskap ætla
vit at styrkja okkara samband við
ES og arbeiða fyri at samstarvið
í framtíðini skal fevna um tey
fýra frælsini fyri vørur, tænastur,
kapital og persónar umframt sam
starv á øðrum økjum, ið hava
felags áhuga so sum útbúgving,
gransking og mentan.
Í heyst verður uttanríkispolitisk
frágreiðing løgd fyri Løgtingið.
Sum løglistin boðar frá, so verður
nógv politiskt virksemi í komandi
tingsetu. Vit fara at avgreiða ein
familju- og bústaðarpakka og
hava eina grundleggjandi viðgerð
av okkara høvuðsvinnu. Vit
fara undir setningin at styrkja
okkara fólkaskúla, so tað ger
mun. Vit skulu samtykkja ein
eftirlønarreform
og
yvirtaka
fólkakirkjuna. Og ætlanirnar fyri
grundarsteinarnar í Visjón 2015
verða lagdar fram og viðgjørdar.
Harra formaður.
Samanumtikið stendur væl til
í Føroyum. Lat okkum tí taka
saman hendur, so at vit ikki bert
halda fast við framgongdina, men
lyfta samfelagið longri fram á
leið.
Góða tingsetu og góða ólavsøku!
Framløga løgmans á ólavsøku 2006
Framhald av síðu 15
Jenis av Rana, for
maður í Miðflokk
inum, hevði væntað,
at løgmansrøðan fór
at vera meira ítøkilig.
Hann gleðist tó um,
at løgmaður veit,
hvat gongur fyri seg í
samfelagnum
Løgmansrøðan
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
- Tað gleðir meg, at løgmað
ur í røðu síni avdúkaði, at
hann veit, hvat gongur fyri
seg í samfelagnum. Hann
tosaði ikki bara um, hvussu
hann hevur stýrt landinum,
men setti somuleiðis fokus
á tey, sum fíggjarliga ikki
hava tað gott, sigur Jenis
av Rana og leggur afturat,
at løgmaður nevndi nógv
uppskot, sum andstøðan
fyri kortum hevur havt á
máli:
- Eg havi havt eina kenslu
av, at samgongan ikki hevur
fylgt við í tí, andstøðan
hevur gjørt. Samgongan
hevur nærum felt øll upp
skotini hjá okkum, men nú
nevnir løgmaður brádliga
øll uppskotini í røðuni og
sigur, at nú skal okkurt
gerast. Júst hetta tekur meg
á bóli.
- Men tað kann væl vera,
at hann nevnir alt hetta, tí
vit nærkast einum vali, og
at hann nú ætlar at pynta
eitt sindur upp á tað heila,
sigur Jenis av Rana, sum
somuleiðis heldur, at nógvar
mótsagnir vóru í røðuni:
- Eitt nú segði løgmaður,
at hann býður andstøðuni
samstarv, men vit hava
als
ikki
upplivað,
at
hann hevur ynskt nakað
samstarv. Harafturat legði
hann millum annað dent á,
at játtanin til fólkaskúlan er
alt ov lá. Men um hann veit
tað, hví hevur hann so ikki
hækkað hana?, spyr Jenis
av Rana og skoytir uppí,
at skizofreni er at hóma í
røðuni hjá løgmanni.
- Men tað er tó spenn
andi, at løgmaður í røðuni
legði upp til, at nógv skal
henda í samfelagnum kom
andi mánaðirnar. Um hann
veruliga meinar alt tað,
hann segði í røðuni, eru
møguleikarnir góðir fyri
einum fruktagóðum sam
starvi millum samgonguna
og andstøðuna. Vit hava
arbeitt við næstan øllum
málunum, sum løgmaður
nú sigur, at samgongan skal
fara í holt við.
- Men nógv snakk og
nógvar ætlanir hava verið
seinastu trý árini, løgmaður
hevur sitið. – Ikki nógv
ítøkiligt er komið burturúr.
So eg eri tó bangin fyri, at
løgmaður ikki fer at gera
tær stóru broytingarnar, tí
røðan var samstundis sera
úrtøkilig og generell. Men
tað verður tó spennandi,
hvat løgmaður fer at gera
komandi mánaðirnar, sigur
Jenis av Rana at enda.
Løgmansrøðan óítøkilig og skizofren
“
Eitt nú segði løgmaður, at hann býður
andstøðuni samstarv, men vit hava als
ikki upplivað, at hann hevur ynskt nakað
samstarv.
- Jenis av Rana