mánadagur 31. juli 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 31. juli 2006
17
tíðindi
Høgni Hoydal, for
maður í Tjóðveldis
flokkinum, er als
ikki nøgdur við
røðuna hjá løgmanni.
– Í síni heild var
løgmansrøðan ein
politisk svada, sum
minnir um ein motor
í tómgongd, heldur
hann
Løgmansrøðan
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
– Í løgmansrøðuni var
eingin nýggjur tanki og
ongar visjónir yvirhøvur,
hóast
løgmaður
hevur
prátað dúgliga um visjónir
seinastu nógvu mánaðirnar.
Júst hetta prógvar, at
embætisfólk ikki skulu gera
visjónir, men at politikarar
sjálvir skulu hava visjónir,
sigur Høgni Hoydal og
smæðist ikki burtur við
at staðfesta, at núverandi
samgongan als ikki hevur
eina kós:
– Vit hava eina breiða
samgongu við nógvum
fólkum, sum áttu at kunn
að
útint
okkurt.
Men
samgongan minnir meg
tíverri heldur um nakrar
setningar úr Sildavalsinum.
Tí í samgonguni er bert
rumbul og eingin kós, men
stúgvandi fult eins og sild
í dós.
– Eg sakni ein leist,
sum kann seta fullveldi,
rættartrygd og samhaldsfasti
aftur
á
dagsskránna.
Tað, sum løgmaður kom
við í røðu síni, eru bert
leysir tankar, sum hann
hevur hoyrt onkran annan
siga. Eitt nú sigur hann
í innganginum, at tað
gongur væl í Føroyum. Tað
er slíkt, sum Anders Fogh
Rasmussen plagar at siga.
Og so nevndi løgmaður eitt
sindur um familjupolitikk
– nú skulu øll hava tað gott,
tey gomlu og tey ungu...
Hetta minnir meg um
útsagnir, sum verða brúktar,
tá flokkar fara á val, heldur
Høgni Hoydal og skoytir
uppí, at løgmansrøðan bar
á brá, at tað skjótt verður
val:
– Tað er einki at ivast í,
at løgmaður ikki trýr upp
á tað, sum hann sjálvur
segði í røðuni. Hann var
ófyrireikaður, tí hann hevur
ongar visjónir. Hjá honum
snýr tað seg í løtuni bara
um at verða sitandi, og at
alt skal ljóða væl, sigur
Høgni og leggur at enda
afturat, at tað er undarligt,
at løgmaður er sloppin
avstað við øllum sínum
hugleiðingum um visjónir:
– Tær eru so sera úrtøki
ligar, og eingin veit, hvat
tær snúgva seg um. Hann
biður embætisfólk orða
sær eina visjón, tí hann
manglar eina. Men har
er eingin visjón at hóma
nakrastaðni.
Høgni Hoydal um løgmansrøðuna:
Ein politisk
svada
“
Vit hava eina breiða samgongu við nógvum
fólkum, sum áttu at kunnað útint okkurt.
Men samgongan minnir meg tíverri heldur
um nakrar setningar úr Sildavalsinum. Tí í
samgonguni er bert rumbul og eingin kós, men
stúgvandi fult eins og sild í dós.
- Høgni Hoydal
Kári P. Højgaard
saknar greiðar
útmeldingar frá
løgmanni í røðu
hansara, og heldur at
hann fer alt ov lætt
um keyp og sølu av
fiskiloyvum. - Tað
er ein vanlukka, at
vit noyðast at bíða
so longi áðrenn
nakað hendir,
sigur formaður
Sjálvstýrisfloksins,
sum finst at nógvum
í røðu løgamans, men
eisini hevur okkurt
gott at bera henni
LØGMANSRØÐAN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Formaður Sjálvstýrisflok
sins, Kári P. Højgaard, finst
at nógvum í røðu løgmans á
ólavsøku, men hann hevur
eisini rósandi orð at bera
henni. Eitt nú fegnast hann
um bústaðarpakkan:
- Øll tiltøk, sum kunnu
økja um møguleikan at
fáa tak yvir høvdið fyri
ein rímiligan pening hevur
allan stuðul uppibornan og
tað taki eg fult undir við,
vísir Kári P. Højgaard á.
Annars heldur Kári P.
Højgaard, at røðan var ov
lítið ítøkilig:
- Hetta triðja røða løg
mans, og nú roknaði mann
so við, at hann fór at koma
við greiðum uppskotum,
sum mann síðani ætlaði
at gjøgnumføra, men so
var ikki, heldur Kári P.
Højgaard.
Hann hevði eitt nú vænt
að, at løgmaður fór at koma
nærri inn á, hvussu og hvat
skal gerast við tað, sum
hendir innan fiskivinnuna
í dag.
- Løgmaður sigur í røð
uni, at keyp og søla ikki er
nakað nýtt. Hetta eri eg als
ikki samdur í, tí tað, sum
hendir í dag er fullkomiliga
kollveltandi, at ein so
stórur partur av flotanum
skiftir eigara og savnast í so
stórum eindum sum talan
er um. Tað er eindømi,
sigur Kári P. Højgaard, sum
heldur áfram:
- Tá so ein løgfrøðing
ur sum hevur í fiskimála
ráðnum sigur, at hetta kann
broytast við at skoyta tvær
linjur upp í verandi lóggávu
um vinnuligan fiskiskap, so
er tað fyri mær óskiljandi
at tað skal taka so langa
tíð, og at mann skal bíða so
longi so, at allir handlarnir
er avgreiddir áðrenn mann
fær hetta her upp í lag.
Tað er onki minni enn ein
vanlukka, staðfestir Kári P.
Højgaard.
Formaður Sjálvstýrisflok
sins er heldur ikki samdur
í, at pensjónir í næstum fara
at hækka, tí tað er ikki talan
um eina pensjónshækking,
heldur hann:
- Tað er bara ein máti
at hækka pensjónirnar,
og tað er við at hækka
grundupphæddina
ella
at
hækka
viðbøturnar.
Hitt er eitt ískoyti til pen
sjónirnar, sum er eitt
arbeiðsmarknaðargjald,
sum arbeiðsmarknaðurin
rindar burturav.
Kári P. Højgaard finst
eisini at Visjón 2015-ætl
anunum:
- Tað fyrikemur mær
púra øvugt, at tú í dag setir
embætisfólk at koma við
hugskotum, sum politiska
skipanin síðani skal góð
taka. Áður vóru tað flokk
arnir, sum greiddu frá
sínum visjónum og síðani
var tað embætisfólkið, sum
førdi tað út í lívið, heldur
Kári P. Højgaard.
Sum eina síðsu viðmerk
ing hevur formaðurin í
Sjálvstýrisflokkinum hug at
tríva í umrøðu løgmans av
góðu samfelagsgongdini.
- Vit kunnu bara fegnast
um, at tað gongur so væl
í Føroyum, sum tað ger í
dag. Men vit eiga at síggja
tað sum okkara skyldu at
greina hví tað gongur so væl
sum tað ger, og her hugsi
eg serliga um áðurnevndu
vandamál, har tað er lættari
at fáa fatur í pengum orsaka
av lánum. Um so er, at tað
er veruleikin, so eiga vit at
vera sera varin, og tá ber
ikki til at oysa pengar út í
endanum á einum valskeiði
upp á tað, at rokningin
fellur í næsta valskeiði,
sigur Kári P. Højgaard at
enda.
Einaferð mugu greiðar
útmeldingar koma