mánadagur 31. juli 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 144 - 31. juli 2006 ]
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
»Vit burdu ikki spælt móti liðum sum Albinoloffe,
og sjálvur havi eg ongar ætlanir um hetta«
Mauro Camoranesi, Juventus
Hjá vertunum hiln
aðist Ólavsøkan illa,
og nú umhugsa teir í
Havnar Róðrarfelag
at finna loysn á venj
araspurninginum,
sum líkist tí, sum
klaksvíkingar høvdu
í fjør
kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Bátar í høvuðsstaðnum
vunnu tríggjar av sjey
róðrum
ólavsøkuaftan.
Men tað vóru ikki vertirnir
í størsta felagnum í høv
uðsstaðnum, sum tóku fyri
sær, tá ið gullkrónu settini
vórðu handað á Bursatanga
eftir væl eydnaðan ólav
søkuróður.
Eingin bátur hjá Havnar
Róðrarfelag varð meistari,
og eingin bátur hjá HR
vann á Ólavsøku. Besta
úrslitið hjá HR í FM kapp
ingini fingu Sílið við
kvinnum og Ørvur. Hesar
báðar manningarnar vunnu
silvur.
Hóast soltið róðrarár
lá Havnarbáturin undan
Ólavsøku at vinna bronsu
í FM kappingini. Eftir
totalan kiksara og aftasta
pláss á Ólavsøku misti
Havnarbáturin
bronsu
krónurnar til Vestmenning.
Paul Kragesteen er for
maður í Havnar Róðrar
felag:
– Árið hevur ikki hilnast
væl hjá okkum. Tað er einki
annað at gera enn at herja
á aftur, og vit eru longu
so smátt farin at fyrireika
okkum til næsta ár. Havnar
Róðrarfelag er stórt felag og
plagar at koma afturíaftur.
Vit fara nú at arbeiða við
at manna bátarnar so væl,
sum tað ber til, og so hava
vit tosað um at betra um
venjingina.
Hvussu ætla tit at gera
tað?
– Enn er ikki talan um
ítøkiligar
ætlanir.
Men
vit kundu hugsað okkum
sama konseptið, sum teir
í Klaksvík høvdu í fjør.
Tá var kendi danski rógv
arin,
Stephan
Mølvig,
har norðuri. Umframt at
leggja teimum lag á sjálva
venjingina, so megnaði hann
at arbeiða við og at broyta
hugburðin hjá rógvarunum
til eitt nú kostin. Vit kundu
hugsað okkum at fingið
fatur á einum sovornum
kapasiteti, soleiðis at hann
kom til Havnar Róðrarfelag
og rættuliga setti dám á,
sigur Paul Kragesteen,
sum undirstrikar, at enn er
talan bara um hugsanir og
ynskitankar.
Knørrafelagið framúr
Umstøðurnar eru einki at
reypa av hjá Róðrarfelagnum
Knørrur, sum í fleiri ár
hevur stríðst við at fáa nýtt
neyst og harvið at betra um
umstøðurnar.
Men hóast umstøðurnar
eru
vánaligar,
so
eru
úrslitini góð. 8-mannafarið
Knørrur vann á Ólavsøku,
tá ið teir eisini endaliga
tryggjaðu sær FM heitið,
sum teir so at siga høvdu
vunnið í Sandavági.
Harafturat vunnu Jallurin
við dreingjum og Jarn
bardur við kvinnum sínar
kappingar
á
Ólavsøku.
Jarnbardur við monnum
endaði fyri sjeyndu ferð av
sjey møguligum á bronsu
plássinum.
Argja Róðrarfelag hevur
seinastu árini átt í hvussu
so er ein meistara. Undan
Ólavsøkuni høvdu genturnar
á Bliki góðan møguleika at
vinna einasta meistaraheitið
út á Argir. Tað eydnaðist
ikki. Blikur endaði á fjórða
plássi í ólavsøkuróðrinum
og á øðrum plássi í FM
kappingini.
Ørnin vann ÚF steypið
Eingin ivi var um, hvør kappróðrarbátur var
tann besti í hesum róðrarárinum
kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eingin ivi var um, hvør kappróðrarbátur var tann
besti í 2006. Tað var Ørnin úr Sandavági við kvinnu
manning.
Ørnin vann seks róðrar, og í einum róðri – á Jóansøku í
Vági – var Ørnin nummar tvey. So góð úrslit rakk eingin
onnur manning. Tí var tað lætt at gera niðurstøðuna
um, hvør skuldi vinna Útvarpssteypið, sum Bjarni
Djurholm, varaløgmaður, handaði eftir kappróðurin
ólavsøkuaftan.
Næstbestu bátarnir í hesum róðrarárinum vóru 8-
mannafarið Knørrur og 6-mannafarið Sølmundur við
monnum.
Knørrafelagið bjargaði høvuðsstaðnum
Hóast umstøðurnar væl kundu verið betri hjá Knørrafelagnum, so vóru bláu bátarnir teir av høvuðsstaðarbátunum, sum stóðu seg best á ólavsøku
Mynd: Álvur
FM-kappróður
5-mannafør, dreingir
Stig
Ólavsøka
1 Ritan
42
3
2 Jallurin
37
7
3 Kollur
29
5
4 Sílið
16
4
5 Havfrúgvin
16
1
6 Strípan
12
2
7 Blikur
2
0
6-mannafør, kvinnur
1 Riddarin
39
5
2 Jarnbardur
38
7
3 Lómur
33
4
4 Smyril
19
2
5 Hvessingur
17
3
5-mannafør, gentur
1 Frúgvin
36
5
2 Blikur
34
3
3 Hvassi
28
7
4 Drekin
21
2
5 Havfrúgvin
21
1
6 Firvaldur
9
4
7 Dúgvan
3
0
8 Ørnin
3
0
5-mannafør, kvinnur
1 Ørnin
47
7
2 Sílið
35
5
3 Ritan
25
4
4 Jallurin
24
3
5 Junkarin
14
2
6 Drekin
9
1
6-mannafør, menn
1 Sølmundur
45
5
2 Sundabáturin
39
7
3 Jarnbardur
28
4
4 Hósvíkingur
14
3
5 Gongurólvur
12
2
6 Smyril
12
0
7 Páll Fangi
4
1
8-mannafør
1 Knørrur
45
7
2 Ørvur
37
4
3 Argjabáturin
29
5
4 Nevið Reyða
22
3
5 Kvívíkingurin
2
0
10-mannafør
1 Klaksvíkingur
43
7
2 Eysturoyingur
37
5
3 Vestmenningur
22
4
4 Havnarbáturin
21
0
5 Skálabáturin
20
3
6 Nólsoyingurin
9
1
7 Vágbingur
2