Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 144 - 31. juli 2006 ] Todi skal til Írlands Eftir at hava bast Skála í fyrsta undanumfarinum í UEFA-Cup kappingini, skal norska Start til Írlands at royna seg. Her verður mótstøðuliðið Drogheda, sum vann samanlagt 4-2 á finska HJK Helsinki í fyrsta undanumfarinum. Millum liðini, sum Start kundi trekkja, var eisini lettiska Ventspils, sum mikukvøldið sendi GÍ úr kappingini. -mørk Bara tveir av teimum, sum í 1949 vóru við til at vinna ólav­ søkuróðurin við Klaksvíkingi, eru framvegis á lívi kappróður Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Seinnapartin sunnudagin var móttøka í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Nógv fólk fagnaði óføru manningini, sum við sigri í ólavsøkuróðrinum tryggj­ aði klaksvíkingum fyrsta FM heitið nakrantíð í kapp­ ingini millum 10-manna­ førini. Sigurin var eisini søgu­ ligur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin síðani í 1949, at Klaksvíkingur vann á Ólavsøku. Í 1963 var um reppið, at Klaksvíkingur vann. Ta ferðina lógu teir væl fyri, men teir fóru eitt sindur skeivir, og tá ið teir aftur vóru komnir á rætta kós, endaðu teir á næstfremsta plássi. Hetta hevur tað ver­ ið tosað nógv um alt síðani tá. Undan Ólavsøkuni í 1963 varð nógv tosað um, at tað nú vóru fjúrtan ár síðani, at 10-mannafarið úr Klaksvík hevði vunnið á Ólavsøku, og nú eru 43 ár afturat farin. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað vóru 57 ár millum sigrarnar í 1949 og nú í 2006. Í sambandi við Ólav­søk­ una í 1963 fór ein tá ungur drongur, Sigurd Syderbø í Klaksvík, at fregnast um, hvørjir teir vóru, sum róðu við í 1949. Sigurd er framvegis áhugaður í kappróðri og Klaksvíkingi. Ikki minst tí hann er pápi at yngsta manni umborð, 18 ára gamla Jón Syderbø, sum í fjør var meistari við Fípuni Føgru. Tað eru tveir eftir á lívi av teimum, sum vóru við í 1949. Teir eru Franklin Michaelsen ella Franklin í Kunoy, sum hann verður nevndur í Klaksvík, og Hjarn­ ar Djurhuus. Teir minnast báðir teir flestu, sum vóru við: Danial Michaelsen, Franklin Michaelsen, Pól hjá urmakaranum, sum teir nevndu hann, Hjarnar Djurhuus, Andreas Elttør, Jógvan Klakkstein, Leivur Borðoy, Leivur Sørensen, Bjarni Hansen, Torleif Joensen og so ein afturat. Franklin heldur seg minnast, at hann var Gunleigur Poul­ sen úr Kunoy, men hann er ikki heilt vísur í tí. Minnið Hjarnar Djurhuus er staddur uttanlands, og tískil sá hann ikki ólavsøkuróðurin. Hóast hann hevur verið burturi úr Klaksvík nógv størsta partin av sínum lívi, so er hann á sama hátt sum Franklin Michaelsen eldhugaður viðhaldsmaður hjá klaksvíkingum í øllum ítrótti, og áðrenn vit leita 57 ár aftur í tíðina vil hann fegin heilsa manningini á Klaksvíkingi og ynskja sínum bygdarmonnum hjarta­liga tillukku við FM heitinum og sigrinum á Ólav­søku. – Heiðurin at seta Ólav­ søkuna varð litin mær til fyri nøkrum árum síðani. Tá varð eg spurdur, hvat mest spennandi løtan hjá mær sum ítróttarmaður hevði verið. Eg ivaðist ikki. Eg íðkaði nógv sum ung­lingi og var við til at vinna fleiri meistaraheitir til Klaksvíkar. Men mest spennandi var, tá ið vit í 1949 vunnu á Ólavsøku við Klaksvíkingi. Hvussu var tað? – Pól hjá urmakaranum, sum var álitismaður og ógvuliga gjøgnumførdur – tíverri doyði hann so tíðliga – mannaði bátin. Báturin bar ikki væl manningina, so hann legði seg eftir skarpari manning. Eg lærdi á bedingini og var yngstur. Pápa dámdi tað einki, tí eg var so ungur, men eg endaði so umborð. Kongur vitjaði í 1949, og vit róðu fyri honum. Tað var nógv at gera á bedingini, so vit vórðu avheintaðir til venj­ ingar, og vit fóru aftur til arbeiðis eftir venjingina. Vit løgdu nógv fyri, og vit vildu ógvuliga fegnir vinna á Ólavsøku. Hvat minnist tú frá fyri­ reikingunum? – Nøkur kvøld framm­ anundan vóru vit á landi á Kunoyarnesi og tingaðust um, um vit skuldu rógva bátin suður dagin fyri Ólav­søku. Tað gjørdu vit, tí vit høvdu hoyrt, at vest­ menningar, sum saman við Suðuroyingi vóru sera stinnir, árið fyri skuldu havt róð teirra bát til Havnar. Men Edda helt, at hetta fór at taka ov nógva orku so stutt undan róðrinum. Hann segði seg einki hava ímóti, at hinir fóru, men hann ætlaði sær ikki við, og so fóru vit suður við gomlu Pride. Hvat minnist tú frá róðrin­ um? – Leivur Sørensen stýrdi. Pól hevði skipað soleiðis fyri, at Leivur hevði all­an rættin at disponera und­ ir róðrinum. Hann segði, hvussu vit lógu í kapp­ ingini við Suðuroying og Vestmenning. Teir vóru framm­anfyri, men vit tóku teir í endaspurtinum. Longu áðrenn vit komu at landi, møttu vit fyrstu viðhaldsfólkunum á báti. Pápi (Hákun Djurhuus, blm.) hevði róð nøkur ár frammanundan, og hann var øgiliga spentur og rødur, tá ið hann eftir sigurin var við til at hitta okkum. Tað var stórur fagnaður, tá ið vit komu á land. Eg haldi ikki, at allir vóru komnir úr bátinum, tá ið hann varð so at siga tikin upp á land og av mongum borin upp á pláss, minnist Hjarnar Djurhuus aftur á. AaB á odda Við einum tryggum 4-0 sigri á uppflytarunum úr Vejle setti AaB seg sunnudagin á oddasessin í donsku superliguni. Enn eru teir báðir føroyingarnir í felagnum ikki komnir aftur í hópin eftir skaðasteðg, men bæði Jón Rói og Súni kunnu tó fegnast um góðu gongdina hjá felagnum. Ikki minst hevur tað gjørt góðan mun, at felagið í summarsteðginum hevur keypt Raca Prica. Sunnudagin var hesin aftur millum málskjúttarnar, og hann er nú ovastur á danska máltindinum. Vandu fyri kongi og vunnu á Ólavsøku Fagnaðurin var sjálvandi øgiligur, tá Klaksvíkingur hevði vunnið ólavsøkuróðurin fyri fyrstu ferð í 57 ár Mynd: Álvur Hjarnar Djurhuus fegnast um, at bygdarmenn hansara eftir 57 ára steðg aftur hava vunnið á ólavsøku. Hjarnar var yngsti maður umborð á Klaksvíkingi í 1949 Franklin Michaelsen var ein av monnunum umborð, tá Klaksvíkingurin vann á ólavsøku í 1949 Mynd: Norðlýsið