mánadagur 31. juli 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 144 - 31. juli 2006 ]
Við framúr enda
spurti syrgdu klaks
víkingar fyri, at
eingin ivi skuldi valda
um, hvat 10-mannafar
var tað besta í hesum
róðrarárinum, ið
var tað fyrsta, sum
Klaksvíkingur hevur
vunnið FM í
kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað var sonn frøi á klaks
víkingum
á
Ólavsøku.
Eftir turbolenta róðrarárið
kendist møguleikin fyri,
at ivi skuldi sáast um,
hvussu stórt virði skuldi
verða í FM heitinum, sum
klaksvíkingar mest sum
høvdu tryggjað sær undan
síðsta róðrinum.
Soleiðis endaði tað ikki.
Klaksvíkingur vann, og har
við hildu teir sjálvir seg
hava staðfest, hvør stinn
asta manningin í 2006
hevði verið:
– Vit vistu, hvat stóð upp
á spæl. Tað hevur verið
nógv tosað, og tað hevði
verið øgiliga keðiligt, um
vit høvdu vunnið FM og
ikki á Ólavsøku. Hetta
hevði framúr týdning fyri
okkum. Vit kendu okkum
hava nakað at prógva, og
tað gjørdu vit. Hetta er
úrslit av harðari venjing og
miðvísum arbeiði. Vit hava
gingið hundrað prosent upp
í hetta, og vit eru ovurfegnir
um úrslitið, var salutturin
frá ovurfegnu manningini,
sum ikki nýttist at brúka
nógva orku fyri at fáa bátin
upp á pláss. Hann var í
handavending syftur upp
á land og borin av fegnu
viðhaldsfólkunum,
sum
vóru komin til Havnar at
stuðla Klaksvíkingi.
Eysturoyingur var fremst
ur í startspurtinum, og Eyst
uroyingur var eina løtu,
áðrenn teir komu á Molan,
tað mesta av hálvari báts
longd frammanfyri Klaks
víking, sum eisini var
aftanfyri Vestmenning, ið
leingi var væl við.
Men so var tað, at Klaks
víkingur rættuliga gjørdi
bart. Framvið Molanum og
harvið frammanfyri stóru
og spentu áskoðarafjøldini
– ikki minst fjarðbúgvar
og klaksvíkingar – munaðu
tøkini hjá klaksvíkingi
meiri, enn tey gjørdu hjá
eysturoyingum. Tað reið
eina løtu um snarið, men so
glapp hjá Klaksvíkingi, og
síðstu hundrað metrarnar
tóktist tað sum um, at Klaks
víkingur hevði sett turboina
til. Tá ið skotið brast, var
munurin millum teir báðu
fremstu tað mesta av einari
bátslongd. Tað hevur verið
mett sum sannførandi sigur
á so stuttum teini.
Sigurin var søguligur.
Hetta var fyrsta ferðin yvir
høvur, at Klaksvíkingur hev
ur vunnið FM, og hetta var
fyrsta ferðin síðani 1949, at
klaksvíkingar hava vunnið á
Ólavsøku. Sosialurin ynskir
Klaksvíkingi hjartaliga til
lukku við FM heitinum.
At talan var um sunna
kapping
millum
rættar
ítróttarmenn vístu framúr
manningarnar, tá ið tær
takkaðu hvørjum øðrum
fyri róðurin og róðrarárið.
Vestmenningar
vístu
við fínum avriki, at tað
skal roknast við teimum
næsta ár. Havnarbáturin
var so mikið gestablíður,
at hann hevði Skálabátin,
Vágbingin og Nólsoyingin
undan sær á mál. Harvið
misti Havnarbáturin bronsu
merkini í FM kappingini,
sum teir annars lógu til at
vinna. Tey fóru í staðin til
Vestmanna.
Í umróðrinum
eydnaðist tað
teimum norðuri í
Sundi at fáa bilbukt
við meistararnar
á Sølmundi og
harvið at bjarga
ólavsøkuhýrinum
Kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað var endurtøka av Jóan
søkuni, tá ið uppgerðin
millum 6-mannaførini við
monnum var á skránni á
Havnarvág.
Í Vági róðu Sølmundur
og Sundabáturin umróður.
Ta ferðina vann Sølmundur.
Seinnapartin í dag var aft
ur neyðugt við umróðri
millum hesar báðar bátar
nar. Hesa ferðina var tað
Sundabáturin,
sum
var
fyrstur á mál.
Sundabáturin fekk betra
startin, men tað var skjótt,
at Sølmundur legði seg
hálva bátslongd framum,
og so tóktist tað sum um, at
tað skuldi ganga, sum tað
gjørdi á Jóansøku.
Men
tað
vildu
teir
umborð á Sundabátinum
ikki. Teir fóru lutfalsliga
tíðliga undir endaspurtin.
Tak fyri tak tóku teir seg
inn á Sølmund, sum ikki
megnaði at svara aftur, og á
málinum var eingin ivi um,
at tað var Sundabáturin,
sum hevði vunnið.
Harvið gjørdist ólavsøku
róðurin hjá teimum norðuri
í Sundi ikki so galin kortini,
eftir at tað hevði kenst sum
vónbrot, tá ið meistararnir
á Rituni ikki høvdu megnað
meiri enn fjórða plássið.
Og umborð á Sølmundi
fegnaðust teir um, at teir
longu undan síðsta róðr
inum høvdu tryggjað sær
FM heitið.
Jarnbardur
endaði
á
triðja plássinum á Ólav
søku, og Jarnbardur vann
bronsumerkini í FM kapp
ingini. Trý talið hevur fylgt
Jarnbardi alt róðrarárið.
Jarnbardur var nummar
trý á Norðoyastevnu, og
síðani hevur hann verið
nummar trý í øllum FM
kappróðrunum!
Klaksvíkingurin setti veruliga ferð á, tá teir í endaspurtinum løgdu Eysturoying væl og virðiliga
aftur um seg
Mynd: Álvur
Fyri aðrur ferð í ár var púrasta javnt í oddinum, og so máttu Sundabáturin og Sølmundur enn
eina ferð rógva nýggjan róður
Mynd: Álvur
Endiliga eydnaðist tað hjá Klaksvíkingi
Sundabáturin og Sølmundur stavn um stavn
Ólavsøka 2006 –
6-mannafor menn
Nr Bátur
Tíð
1 Sundabáturin
2 Sølmundur
3 Jarnbardur
4:29.22
4 Hósvíkingur
4:34.11
5 Gongurólvur
4:35.00
6 Páll Fangi
4:35.17
7 Smyril
4:37.12
8 Víkingur
4:40.03
9 Lómur
4:42.05
10 Kollfriðingur
4:46.20
11 Árnfjarðar-
báturin
4:48.06
10-mannafør
– Ólavsøku úrslitið
Nr Bátur
Tíð
1 Klaksvíkingur 4:02.22
2 Eysturoyingur 4:05.03
3 Vestmenningur 4:09.05
4 Skálabáturin
4:13.11
5 Vágbingur
4:14.03
6 Nólsoyingurin 4:14.20
7 Havnarbáturin 4:15.06
Dunga nýggjur landsliðsvenjari
Tað verður 42 ára gamli Carlos Dunga, sum loysir Carlos Alberto
Parreira av sum venjari hjá brasilska fótbóltslandsliðnum. Dunga er
púrasta óroyndur sum venjari, men sum liðskipari hjá liðnum, sum
vann gull í HM í 1994 er hann ein maður, sum hevur stóra virðing í
heimlandinum.
Ikki minst man tað telja rætta vegin, at Dunga altíð sýndi stóran
stríðsvilja, og júst tað var kanska tað, sum var størsta mangulvøran,
tá Brasilia í summar ikki vann seg millum tey fýra seinastu í HM-
kappingini. Og sjálvur sigur Dunga, at hann ætlar sær at verða líka
avgjørdur sum venjari, sum hann var tað sum spælari.
-mørk
FM í frælsum ítrótti
Leygardagin komandi skipar Roysnið, vegna FÍF, fyri FM
í frælsum ítrótti á bana. Kappast verður á Svangaskarði.
Greinarnar, sum kappast verður í, eru 100 m, 400 m, 1500 m,
5000 m, longdarlop, trístøkk og kúluvarp.
Fyri at luttakað skal ein verða meir enn 15 ár á kappingardegnum,
og limur í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt.
Tilmelding ferð fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.athletics.
fo)
FMU (FM fyri ung) verður 12 August á Svangaskarið. Henda
kapping umfatar ung millum 10 og 19 ár. Meir er at frætta um
hesa kapping á www.athletics.fo.