Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 144 - 31. juli 2006 ] Hóast tær á Ridd­ aranum aftur hesa ferð noyddust at lúta fyri Jarnbardi, so vóru tær eftir turbolent kappingarár væl nøgdir FM vinnarar 6-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Jarnbardur vann á Ólavsøku fjórða FM róðurin á rað. Blái báturin hjá Knørrafelagnum leyp avstað, tá ið startskotið ljóðaði undir Argjahøvda, og so var kappingin um fremsta plássið mest sum avgjørd. Tá ið bátarnir komu á mál, var Jarnbardur eina bátslongd frammanfyri hinar, og á málinum var munurin framvegis heilt eyðsýndur, hóast Riddarin royndi at bjóða av. Dreymurin hjá Jarnbardi var, at onkur av hinum bát­unum skuldi taka næst­ fremsta plássið frá Ridd­ar­ an­um. Tað eydnaðist ikki, men í startinum tóktist tað sum um, at Lómur av Argjum skuldi hjálpa Jarn­ bardi. Men tað vildu tær úr Mið­ vági ikki. Riddarin legði seg á næstfremsta plássið, tá ið umleið hálvt málið var rógvið, og tær í Miðvági megnaðu at halda tørn um plássið, sum bar við sær, at tær eru besta 6-mannafarið við kvinnum. Tað ynskir Sosialurin Riddaranum úr Miðvági hjartaliga tillukku við. – Vit eru væl nøgdar. Eft­ ir góða byrjan upp á kapp­ ingarárið hava vit verið illa plágaðar av skaðum. Eitt skifti var skaðastøðan so mikið vánalig, at tað var um reppið, at tað bar til at halda fram í kappingini. Tíbetur bar tað til, og í tí ljósinum eru vit ovurfegnar um FM heitið, søgdu tær á Riddaranum, sum saman við FM heitinum feiraðu 20 ára føðingardag. – Tá ið fyrireikingarnar vóru til róðrarárið, var tað ikki ætlanin hjá okkum at vinna FM. Tí er tað komið óvart á, at tað kortini næstan eydnaðist. Vit smakkaðu gullið á Jóansøku, og síðani vildu vit ikki hava annað enn gull. Vit hava gjørt tað, sum vit hava kunnað síðani á Jóansøku og aftur í dag. Tað hevur rokkið til fýra sigrar, og tað eru vit nøgdar við, staðfestu tær umborð á Jarnbardi eftir ólavsøkusigurin. Dopaður Tour-vinnari Floyd Landis sleppur eftir øllum at døma ikki at kalla seg vinnara av Tour de France serliga leingi. Amerikumaðurin, sum á 17. etapuni í ársins útgávu av stóru súkklukappingini, setti alt feltið upp á pláss, hewvði nevnliga eitt óvanliga høgt tal av Testosteron í blóðinum, tá hann eftir etapuna var til doping-eftirlit. Sambær týska ARD, so var sonevndi epitestosteron-kvotienturin heilti 11/1. Mest loyvda markvirðið er 4/1, so tað er greitt, at talan er um óvanliga høgt tal. Sjálvur sigur Landon, at hann ikki hevur verið dopaður, og nú verður bíðað eftir sonevndu B-royndini, sum altíð verður tikin, um fyrsta royndin er positiv. -mørk Gentubáturin av Oyri vann sannførandi sigur á Ólavsøku, og Frúgvin úr Miðvági vann kappingina um FM heitið við Blik av Argjum Kappróður Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Frúgvin úr Miðvági er FM vinnari í kappingini millum gentur. Tað varð staðfest í fyrsta FM róðrinum á Ólavsøku. Frúgvin endaði á øðrum plássi, og harvið tvey pláss frammanfyri Blik av Argjum, sum tær úr Miðvági kappaðust um FM heitið við. Hvørki Frúgvin ella Blik­ ur fingu besta startin. FM kandidatarnir lógu leingi mitt í feltinum. Blikur var góða løtu fremri í FM kappingini, men framvið Molanum gjørdi Frúgvin bart. Tær tóku Drekan, Hav­ frúnna og Blik og endaðu á øðrum plássi og harvið tryggjaðu tær sær FM heitið. Sosialurin ynskir gentun­ um á Frúnni hjartaliga til­ lukku við FM heitinum. – Tað týdningarmesta var at vinna FM heitið. Hjá okkum kiksaði tað eitt sind­ur í startinum í dag, men vit tóku tað aftur í endaspurtinum, sum vit mistu í startinum, søgdu tær umborð á Frúnni. Besta startin fekk Hvassi. Vinnararnir á Vestanstevnu slerdu tónan ann, og Hvassi var heilt væl fyri. Hvassi var fremstur allan vegin. Eina løtu fram við Molanum vóru tær tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Fir­ vald, sum stóð seg betri enn nakrantíð fyrr í ár, Drekan og Havfrúnna, sum leingi vóru væl við. Í endaspurtinum megnaði Hvassi at halda tørn, hóast Frúgvin hevði framúr enda­spurt, og flutti seg frá fjórða ella fimta plássinum og fram til hálva bátslongd aftanfyri Hvassa. – Vit góvu alt, og vit vildu vinna. Fyri okkum var tað týdningarmikið at vinna bronsumerkini. Vit høvdu ætlað okkum at vera við í FM kappingini. Men vit mistu møguleikan so at siga beinanvegin, tí vit hingu fastar í startinum á Norðoyastevnu. Men nú hava vit vunnið gull á Ólavsøku, og tað er fan­ tastiskt, sungu tær um­ borð á Hvassa, tá ið ólav­ søku­sigurin og harvið bronsumerkini í FM kapp­ ingini vóru fingin innan­ borða. Gentukappingin hevur alt árið verið eyðkend av, at tað hevur verið sera tætt millum nógvar teir fremstu manningarnar. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Frá Hvassa og aftur til Ørnina á sjeynda plássi vóru bara fimm sekund ella minni enn tvær bátslongdir. Van Nistelrooy fór til Madrid Ruud Van Nistelrooy gjørdist triði nýggi spælarin, sum Fabio Capello hevur tryggjað sær, nú hann skal vera venjari hjá Real Madrid. Álopsstjørnan hjá Manchester United hevur í 219 dystum skotið 150 mál fyri enska stórfelagið, men hóast hetta, so kom í fjør vátt í reiðrið millum hann og Sir Alex Ferguson. Tað endaði so við, at Nistelrooy kom á sølulistan, og í kapprenning við Bayern München eydnaðist Real Madrid at keypa spælaran fyri á leið 115 mió kr. -mørk Silvurið lá á gullinum Longu tíðliga í róðrinum stakk bláa stevnið undan, og har hildu tær á Jarnbardi seg allan teinin inn á málið Mynd: Álvur Tað gekk sera javnt á millum fýra teir fremstu bátarnar, men aftur hesa ferð varð tað Hvassi, sum setti restina av feltinum upp á pláss Mynd: Álvur 6-mannafør kvinnur – úrslit á Ólavsøku Nr Bátur Tíð 1 Jarnbardur 4:42.24 2 Riddarin 4:46.11 3 Lómur 4:51.23 4 Hvessingur 4:54.11 5 Smyril 4:57.07 5-mannafør gentur – úrslit á Ólavsøku Nr Bátur Tíð 1 Hvassi 4:57.04 2 Frúgvin 4:58.22 3 Firvaldur 4:59.22 4 Blikur 4:59.23 5 Drekin 5:00.10 6 Havfrúgvin 5:01.14 7 Ørnin 5:02.21 8 Sílið 5:12.17 9 Dúgvan 5:18.02 Hvassi setti tær bestu upp á pláss