mánadagur 31. juli 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 144 - 31. juli 2006 ]
Eldsálir skulu til fyri
at fáa ungu og góðu
ítróttarfólkini at
taka kappróðurin í tí
álvara, sum skal til, um
tað skal hugsast um at
gera seg galdandi
kappróður
Jóannes Hansen
Ólavsøkuaftan varð tað
greitt, at bátar úr Vágum
hava vunnið allar tríggjar
FM kappingarnar millum
kvinnubátarnar. Frúgvin úr
Miðvági er gentumeistari,
Ørnin úr Sandavági er
kvinnumeistari millum 5-
mannaførini, og Riddarin úr
Miðvági er kvinnumeistari
millum 6-mannaførini.
Í góðveðrinum sunnu
dagin varð skipað fyri
móttøku í Sandavági og í
Miðvági, og tað var týðuligt,
at tað var fagnaður, gleði
og sjálvandi stoltleiki um,
at øll gullsettini endaðu í
Vágum.
Tá ið spurt og fregnast
verður í Vágum um orsøk
ina, er uppskriftin einføld.
Tað eru eldsálirnar, sum
uppmuntra ungdómarnar at
manna bátarnar og at venja,
sum eru fyrsta treytin fyri
undanvindi, sigrum og
meistaraskapum.
Sovornar eldsálir eru bæði
í Sandavági og Miðvági.
Ein av teimum, sum tað
verður víst til, er Hansina á
Plógv í Sandavági. Hon er
formaður í róðrardeildini
hjá SÍF, og hon hevur
sentralan leiklut.
– Vit kenna ungu gentur
nar, og hvussu stinnar tær
eru í eitt nú badminton.
Tá ið vit hava uppmuntrað
tær til at rógva, so ber tað
bara til, um tað er onkur,
sum vísir teimum áhuga,
leggur teimum lag á og
birtir uppundir. Tað er tað,
sum vit her vesturi hava
roynt at gera í mong ár, og
tað er tað, sum ber úrslit
við sær, er uppskriftin
hjá Hansinu á Plógv, sum
fegnast um gongdina bæði
í Miðvági og Sandavági
og um samstarvið, sum er
millum bygdirnar.
Umborð á Riddaranum
eru allar uttan ein úr
Miðvági. Fleiri teirra eru
skúlaðar sum rógvarar
umborð á Ørnini úr Sanda
vági. Umborð á Frúnni
eru tríggjar úr Sandavági,
tríggjar úr Miðvági og
ein úr Sørvági. Umborð á
Ørnini eru allar uttan ein
úr Sandavági.
Hvussu verður við fram
tíðini?
– Vit royna at seta við.
Eg havi í ár sjálv stýrt
Ørnini við gentumanning.
Tær, sum rógva, fara nú í
9. flokk. Dóttir mín og eg
eru úr Sandavági. Hinar
fimm eru úr Miðvági. Tær
hava víst stóran áhuga, og
tær eru komnar væl eftir
tí. Vit endaðu á sjeynda
plássi á Ólavsøku, men
munurin fram til nummar
eitt var bara fimm sekund.
Vit kappaðust leingi mill
um fremstu bátarnar. So
kiksaði okkurt eitt lítið
sindur, og so endaðu
vit á sjeynda plássi.
Marginalirnir vóru eisini
hesa ferð smáir, men
eg ivist onga løtu í, at
genturnar fara at halda
fram at rógva, og at tær
næsta ár fara at standa
seg betri, sigur Hansina
á Plógv.
Hvussu við manningun
um, sum í ár hava vunnið
FM?
– Beint eftir Ólavsøku
er alt eitt sindur óvist.
Men tá ið tað líður nakað
út á heystið, plaga nógvar
av teimum, sum hava róð,
at blíva spentar aftur. Tað
ræður um at hava bul
av rógvarum, sum tað
ber til at fella aftur á,
og samstundis at slúsa
nýggjar rógvarar afturat.
Hví sæst so lítið til
mannfólkini í Vágum í
kappróðrinum?
- Uppskriftin er tann sama.
Tað er neyðugt at finna
onkran, sum vil taka sær
av teimum. Vit høvdu
manning til ein dreingjabát,
men vit megnaðu ikki at
taka okkum av teimum,
sum vit vita, at tað eigur
at verða gjørt, og so datt
hetta niðurfyri. Tað er ikki
tí, at dreingirnir ikki kundu
havt áhuga fyri at roynt seg
í kappróðri, veit Hansina á
Plógv at siga.
B36 kundi hitt Metalurgs
Í árstalsfelagnum í Havn munnu tey enn hava ringan smakk í munninum,
tá navnið, Metalurgs, verður havt á tungu. Tað var nevnliga liðið, sum
fyri tveimum árum síðani gav B36 ein sekk upp á 8-0 í UEFA-Cup
kappingini. Og vil heilt væl til, so kann B36 aftur í ár hitta Metalurgs.
Skal hetta gerast veruleiki, so krevst tó í fyrstu atløgu, at B36 hølvar
Fenerbache av í heimadystinum týsdagin, og í síðani skal Metalurgs gera
tað sama, tá teir vitja hjá Dynamo Kiev, sum vann 4-1 í fyrru uppgerðini,
sum varð spæld í Letlandi. So serliga sannlíkt er tað kortini ikki, má
sigast.
-mørk
Einki hefti fyri
manningini á
Ørnini, sum ikki
hevði roknað seg at
vera sama slag av
meistarum, um tær
ikki høvdu vunnið á
Ólavsøku
kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Starturin var ikki heilt
sannførandi, men kortini
megnaðu kvinnurnar úr
Sandavági at koma á mál
meiri enn eina bátslongd
frammanfyri Sílið, sum alt
kappingarárið hevur verið
argasti kappingarneytin hjá
Ørnini.
Fyrsti báturin, sum í
kappróðrinum á Ólavsøku
megnaði at vinna bæði
ólavsøkuróðurin og FM
heitið, var Ørnin úr Sanda
vági.
Longu í heimasjógvi fyri
stívliga tveimum vikum síð
ani tryggjaðu kvinnurnar á
Ørnini sær FM heitið.
Tær vildu ógvuliga fegnar
eisini vinna á Ólavsøku,
og tað gjørdu tær væl og
virðiliga. Sílið fekk besta
startin, og Sílið var fremst
fittan part av teininum.
Munurin aftur til Ørnina
var eina løtu fram ímóti
einari bátslongd.
Men so var tað, at Ørnin
fór at gera um seg. Stútt og
støðugt tók Ørnin seg inn
á Sílið, og tá ið tað restaðu
trý hundrað metrar var
javnt. Nakrar metrar reið
um snarið. So glapp hjá
Ørnini, og seinasta teinin
undir Molanum var talan
um uppvísningsróður hjá
teimum úr Sandavági.
– Vit vistu, at vit noydd
ust at berjast fyri sigrinum,
og tað gjørdu vit. Vit
høvdu ikki havt verið eins
rættir FM vinnarar, um vit
ikki høvdu havt vunnið
á Ólavsøku, sum vit eru
tað, nú vit hava vunnið á
Ólavsøku. Vit hava allar
róð í fleiri ár, og vit vistu,
hvat vit vildu, tá ið vit fóru
undir venjingarnar. Tað
hava vit rokkið, staðfesti
fegna manningin á Ørnini,
róðrarstoltleikin hjá Sanda
vági, sum ikki enn vita
at siga, um tær nú eru so
mettar av sigrum, at tær
ikki fara at halda fram at
rógva.
Sílið megnaði enn eina
ferð at koma næstfyrst á
mál og harvið at staðfesta,
at manningin hjá Havnar
Róðrarfelag er verdugir
vinnari av silvurkrónunum,
sum longu vóru tryggjaðar
undan Ólavsøkuni.
Størsti spenningurin í
FM høpi var um, hvør fór at
vinna bronsumerkini. Ritan
var best fyri í tí kappingini
undan Ólavsøkuni, og við
triðja plássinum á Ólav
søku tryggjaði Ritan sær
bronsumerkini. Ritan var
stóran skut undan Jallinum á
mál. Tað vóru júst hesir báðir
bátarnir, sum kappaðust um
bronsumerkini.
Junkarin var fittan part
av teininum við til at seta
dám á. Á síðstu metrunum
var Junkarin ov stuttur í
kappingini um fjórða pláss
ið, og so endaði hann á
fimta plássinum, sum hann
hevur verið á tríggjar ferðir.
Tvær ferðir hevur Junkarin
verið nummar fýra og tvær
ferðir nummar seks.
Sjálvar søgdu tær, at FM var ikki tað sama, um tær ikki vunnu á ólavsøku. Men tað megnaðu tær so eisin iá ørnini, sum vann í
stórum stíli
Mynd: álvur
Ólavsøkan staðfesti
røttu meistararnar
5-mannafør kvinnur
– úrslit á Ólavsøku
Nr Bátur
Tíð
1 Ørnin
4:51.19
2 Sílið
4:55.02
3 Ritan
4:59.05
4 Jallurin
5:00.05
5 Junkarin
5:00.07
6 Drekin
5:03.06
7 Báran
5:06.14
8 Tjaldrið
5:07.14
9 Blikur
5:30.19
Gullið glitrar
í Vágum
FCK skal hitta Ajax
Talan var sum heild um gott danskt lutakast, tá UEFA ólavsøkuaftan
kastaði lut um dystirnar í Champions League og UEFA-Cup. Brøndby
skjal í fyrsta umfarinum hitta Flora Tallin. Steypavinnararnir úr Randers
skulu spæla móti FBK Kaunas, sum tvær ferðir hevur vitjað HB, og OB
skal spæla spæla Llanelli úr Wales.
Størsti spenningurin tykist vera um lutakastið hjá FCK. Megnar danska
meistaraliðið at basa finska MyPa, sum tapti fyrra dystin í Parkini við
2-0, verður tað hollendska stórfelagið, Ajax, sum skal spæla móti FCK.
-mørk