mánadagur 31. juli 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 144 - 31. juli 2006 ]
Tað kostar nógv at
skifta fólk
Tað er so ofta endurtikið,
og hervið verður tað sagt
fyri síðstu ferð í hesum
róðrarárinum: Tað eru
marginalirnir, sum gera av,
um tað gongur væl, ella um
tað gongur minni væl í
kappróðri.
Staðfesting av sannleika
num í omanfyri nevndu út
søgn hevur verið í kapp
ingini millum dreingja
manningarnar tvær tær
seinastu ferðirnar.
Á Vestanstevnu var Ritan
sannførandi vinnari, með
an Jallurin endaði á triðja
plássi. Á Ólavsøku var
Jallurin sera sannførandi
vinnari, meðan meistararnir
á Rituni duttu heilt aftur á
fjórða plássið.
Manningarliga frágreið
ingin hjá teimum á Jalli
num var, at teir á Vestan
stevnu høvdu róð við
óvandum eykamanni, tí ein
av føstu monnunum var
skaddur. Á Ólavsøku vóru
allir teir væl vandu tøkir
aftur.
At úrtøkan hjá meistar
unum var so løk á Ólav
søku, høvdu teir á Rituni
sína frágreiðing um. Ein av
teimum, sum hevur verið
við til at tryggja teimum so
nógvar sigrar í summar, at
tað longu á Vestanstevnu
rakk til FM heitið, var
undan Ólavsøku farin til
skips. Harvið noyddist ein,
sum bara hevði vant nakrar
heilt fáar ferðir, at seta seg
millum væl vandu ungling
arnar, og tað sást aftur.
Soleiðis er tað bara. Hjá
teimum,
sum
knúlvast
millum teir bestu, ber tað
illa til, um ikki allir eru
væl trimmaðir og vandir.
Tá ið startskotið hevði
ljóðað, tóktist tað í fyrstu
tøkunum, at Ritan aftur á
Ólavsøku skuldi seta dám á
róðurin. Men soleiðis tørn
aði tað ikki út. Tað var
Jallurin, sum so rudduliga
setti dám á ólavsøkuróður
in.
Startspurturin var ikki
meiri enn hálvbardur, tá ið
Jallurin hevði lagt seg á
odda, og so vísti tað seg
bara at vera ein spurningur
um, hvussu tryggur sigurin
hjá Jallinum fór at verða.
Ritan misti heilt nógv.
Kollur og Sílið róðu ógvu
liga væl, og teir vóru báðir
undan meistarunum, tá ið
teir komu á mál.
Jallurin var fullkomuliga
suverenur. Á málinum vóru
teir leysir av næstu bát
unum. Harvið tryggjaði
Jallurin sær so rudduliga
silvurmerkini í FM kapp
ingini, og eftir róðurin
kendu glaðu høvuðsstaðar
dreingirnir seg hava vunnið
mest sum eyka FM heitið.
Meistaraheitið kundi tó
eingin taka frá sunda
dreingjum. Men tað skerst
ikki burtur, at ólavsøku
róðurin ikki royndist so
leiðis hjá teimum norðuri í
Sundi, sum tað kanska var
lagt upp til.
Har var eingin, sum skalaði Jallin, tá dreingjaróðurin var á skránni
Mynd: Álvur
Meistararnir megnaðu
ikki heiðursmerkja
pláss á Ólavsøku, tá ið
Jallurin, sum aftur var
fullmannaður, vant
burtur úr øllum hinum
kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
5-mannafør dreingir
– Ólavsøku úrslitið
Nr. Bátur
Tíð
1 Jallurin
4:40.21
2 Kollur
4:44.08
3 Sílið
4:44.16
4 Ritan
4:45.13
5 Strípan
4:46.20
6 Havfrúgvin 4:50.22
7 Drekin
4:58.06
8 Blikur
5:10.05
Knørrur setti
alt upp á pláss
Vit settu alt inn upp á at
vinna á Ólavsøku. Hóast
vit undan Ólavsøkuni
høvdu tryggjað okkum
meistaraheitið, so var tað
einki sum eitur. Tað ber
ikki til at damla seg til
sigur. Tí góvu vit alt, sum
var í okkum. Vit vunnu,
og tá ið tú vinnur, kanst
tú ikki klaga um nakað
sum helst, og tað gera vit
heldur ikki, søgdu fegnu
vinnararnir av FM heiti
num og ólavsøkuróðri
num.
Knørrur hevur tríggjar
ferðir áður vunnið FM.
Fyrsta ferðin var í 1985,
og so vann Knørrur aftur
í 1989 og í 1990. Hetta
var bara onnur ferðin, at
Knørrur bæði vann FM
og ólavsøkuróðurin. Fyrra
ferðin var í 1985.
Ørvur fekk besta startin
og var fremstur, inntil
bátarnir komu á Molan.
So var tað, at Knørrur
rættuliga fór undir upp
vísningin. Fram við Mola
num og harvið framman
fyri
áskoðarafjøldini
munaðu tøkini sera nógv,
og tað var eingin ivi um,
at hetta var rætti meistarin
og ólavsøkuvinnarin.
Ørvur misti framvið
Molanum. Argjabáturin
tók akkurát Ørv, og
hvørgin teirra kundi gera
nakað við Knørr, sum var
tað
mesta
av
einari
bátslongd undan teimum
næstu.
Tað hevur leingi verið
roknað við, at Nevið
Reyða fór at gera um seg
í síðstu kappingunum,
men tað vísti seg ikki at
verða soleiðis. Aftur hesa
ferð var Nevið Reyða
aftanfyri hinar tríggjar.
Nú er stóri spurningur
in, hvussu tað næsta ár
fer at verða við kappingini
millum 8-mannaførini.
Luttakaratalið
hevur
neyvan verið so lágt áður,
sum tað hevur verið tað í
ár. Tað hevði verið framúr,
um fleiri høvdu tikið lut,
og um fleiri høvdu verið
við í kappingini um
fremsta plássið.
Kvívíkingur hevur oft
ast verið ógvuliga drúgv
ur, men í ár var hann bara
við á Fjarðastevnuni í
Vestmanna.
Ólavsøkusigurin
roknaðu teir
umborð á Knørri
at vera sera
týdningarmiklan
fyri fagnaðin um FM
heitið
kappróður
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
8-mannafør
– Ólavsøku úrslitið
Nr. Bátur
Tíð
1 Knørrur
4:19.04
2 Argjabáturin 4:21.05
3 Ørvur
4:21.15
4 Nevið Reyða 4:24.04
Holst byrjaði málskjótingina
Christian Lamhauge Holst skeyt fyrsta málið, tá Lyngby legði fyri
í donsku fyrstu deild við tryggum 3-0 sigri á Aarhus Fremad. Talan
var um uppibornan sigur, og eftir at Holst hevði skorað eftir 23
minuttum, var eingin ivi um, hvør skuldi vinna dystin. Við sigrinum
kom Lyngby væl ígongd í næst fremstu donsku deildini, har felagið
nú hevur vunnið seg fram eftir húsagangin, sum fyri nøkrum árum
síðani sendi felagið langt niður í donsku røðina.
-mørk
Nenad aftur á Skála
Heimasíðan hjá Skála Ítróttarfelag hevur boðað frá, at Nenad Stankovic
fer at spæla við Skála tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.
Ætlanin hjá Skála var alla tíðina, at Nenad skuldi spæla við í ár. Men
í januar gjørdist tað greitt, at uppihaldsloyvið ikki fór at verða longt. Í
juni varð farið undir nýggja roynd at fáa Nenad aftur til Skála. Í síðstu
viku komu endalig boð frá myndugleikunum um, at nú var alt í lagi, og
í morgin fer Nenad aftur at seta fótin á land í Føroyum. Um hann er eins
væl fyri, sum hann var tað í fjør, so er tað eingin ivi um, at Nenad væl
og virðiliga fer at styrkja Skála liðið, sum fyrst fer at ríva seg leyst úr
botnstríðnum, og síðani fer at royna at klatra so langt upp eftir talvuni,
sum tað ber til.
-mørk