Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-31, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. juli 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 144 - 31. juli 2006 ] Felagið hjá Toda Jóns­son vann hóskvøldið 3-0 á heimavølli móti Skála, sum harvið er farið úr UEFA Cup kappingini uttan at hava skotið mál Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skálamenn nýtast ikki at hugsa meiri um altjóða uppgávur í ár. Hóskvøldið spældi Skála seinna dyst­in í UEFA Cup móti Start. Uppgerðin var í Krist­ian­ sand, og heima­liðið vann 3-0. Á Svangaskarði vann norska liðið 1-0, og harvið halda norðmenninir fram í kappingini við samlaða málmuninum 4-0. Start var omaná alla tíð­ ina, men tað restaði bara lítil løta av 1. hálvleiki, áðrenn teir fingu mál. Tá hevði Jónhard Frede­riksberg havt góða skot­roynd, sum málverjin vardi fyri. Í 41. minutti skoraði Stef­an Bärlin, eftir at Alex Valencia hevði lagt innfyri. Síðstu løtuna undan steðg­ inum royndi Skála at trýsta, men teir fingu einki burturúr. Í 2. hálvleiki var frí­tíðar­ snitt yvir dystinum í góða norska summarveðrinum. Í 50. minutti varð Todi Jónsson, sum var á vøll­inum alla tíðina, feldur. Bárður Danielsen sá gula kortið, og eftir frí­sparksinnleggið stýrdi vong­verjin Steinar Peder­sen við høvdinum bóltin í málið til 2-0. Ein minutti eftir at hann var komin á vøllin staðfesti Ben Wright í 69. minutti 3-0 heimasigurin. Todi Jónsson spældi Ben Wright leysan, og hann setti bóltin undir Vlada Filipovic. Start-Skála 3-0 (1-0) 1-0: Stefan Bärlin, 41. 2-0: Steinar Pedersen, 50. 3-0: Ben Wright, 69. Camoranesi vil ikki í Seriu B Fyrstu stjørnurnar eru longu farnar úr Juventus, sum komandi kappingarárið skal byrja í italsku Seriu B, og roknað verður við, at fleiri av teimum, sum enn eru eftir, eisini vilja leita nýggjar leiðir. Ein teirra er Mauro Camoranesi, sum nú setir seg ímóti venjaranum hjá felagnum, Didier Deschamps. Deschamps hevur annars sagt, at eingin spælari afturat verður seldur, men hetta leggur Camoranesi líka í. – Vit burdu ikki spælt móti liðum sum Albinoloffe, og sjálvur havi eg ongar ætlanir um hetta, sigur hann. -mørk 27. juli kappaðust føroyskir og het­ lendskir bogaskjúttar í 2nd North Atlantic Archery Tournament, sum varð skotin á fótbóltsvøllinum í Runavík Bogaskjóting tíðindaskriv Við í kappingini vóru lut­ takarar úr Føroyum, Het­ landi og Íslandi. Skjóti­ líkindini vóru av teimum bestu – eingin sól, eitt sind­ ur av mjørka, lítt og bert eitt lítið lot. Skotið bleiv eitt OL- umfar við finalum, t.v.s. innleiðandi bleiv skotið 2x36 pílar á 70 metrum og síðan finalur. Innleiðandi úrslit Compound menn: Martin Krusche, Hetland (H), 663 stig, Jógvan Niclasen, Tambar (T), 661 stig, Kristmann Einarsson, Ísland (IS), 661 stig, og Schandorff Vang, Ørvur (Ø), 653 stig. Við í bólkinum vóru 9 luttakarar. Compound kvinnur: Sigrid Vang, Ørvur, 625 stig, Sara Leith, Hetland, 615, Jo Krusche, Hetland, 530 stig, og Alberta Gaard­ lykke, Ørvur, 212 stig. Við í bólkinum vóru 4 lut­ takarar. Recurve menn: Hans Petur Højgaard, Ørvur, 602 stig, Rógvi Mohr, Ørvur, 558 stig, Guðmundur Thor­ modsson, Ísland, 547 stig, og Poul Martin Joensen, Ørvur, 537 stig. Við í bólkinum vóru 8 luttakarar. Recurve kvinnur: Rakul Dam, Tambar var einasti luttakari og skeyt hon 384 stig. Tvær aðrar høvdu boð­ að frá luttøku, men fingu tær forfall kvøldið fyri. Finaluumfarið Compound menn: 1/8- finala var millum Anders Jønnson (Ø) og Magnus Andreassen (Ø) og endaði 89-69. Í ¼-finalunum vóru hesir dystir Martin Krusche (H)-Anders jønsson (Ø) 108-100, Schandorff Vang (Ø)-Ryan Leith (H) 109- 99, Per Holm Andersen (Ø)-Kristmann Einarsson (IS) 106-104 og Jógvan Niclasen (T)-Kristoffer Andreasen (Ø) 105-96. Í ½- finalunum vóru hesir dystir Schandorff-Martin 114-105 og Jógvan-Per 112-103. Dysturin um bronsuna stóð millum Per og Martin, dysturin var sera javnur við settunum 29-30, 25-25, 28- 29 og 25-24, endaliga vann Martin 108-107. Dysturin um gullið stóð millum Jógvan og Schan­ dorff har Jógvan hevði munin alla tíðina, settini endaðu 28-26, 28-27, 29- 27 og 28-25, endaliga vann Jógvan 113-105. Compound kvinnur: Her var farið beinleiðis til ½-finalurnar við hesum dystum Sigrid Vang (Ø)- Alberta Gaardlykke (Ø) 97-49 og Sara Leith (H)-Jo Krusche (H) 93-90. Dysturin um bronsuna stóð millum Jo og Albertu og endaði 90-37. Dysturin um gullið stóð millum Saru og Sigrid og vóru settúrslitini hesi 27- 24, 25-26, 25-21 og 27-24, endaliga vann Sara 104-95. Recurve menn: Dystirnir í ¼-finalunum vóru hesir Hans Petur Højgaard (Ø)- Tórhallur Simonsen, Vága­ skot (V) 83-30, Guðmundur Thormodsson (IS)-Øssur Hansen (V) 92-82, Rógvi Mohr (Ø)-Bogi Ákason (V) 85-27 og Poul Martin Joensen (Ø)-Sjúrður Rein (T) 83-51. Í ½-finalunum vóru hesir dystir Hans Petur-Poul Martin høvdu ein javnan og spennandi dyst, sum bleiv avgjørdur við seinasti píli, dysturin endaði 96-97. Somuleiðis var hin dysturin enn meiri spennandi millum Rógva og Guðmund, hann endaði 77-77 og máttu teir hava umskjóting við einum píli. Her vann Rógvi 8-4. Dysturin um bronsuna stóð millum Hans Petur og Guðmund og vóru sett­ úrslitini hesi 27-28, 23-17 her var íslendingurin so óheppin at raka við síðuna av skivuni, 28-27 og 21-22, endaliga vann Hans Petur 99-93. Hjá recurve kvinnum bleiv eingin finaluskjóting. Lið Tað kann bert vera eitt lið frá hvørjum landi og skulu vera tveir menn og ein kvinna á liðnum, á sama hátt sum tá oyggjaleikir eru. Hetland hevur havt trupul­ leikar at manna recurvelið bæði til fyrstu kappingina fyri tveimum árum síðan og til hesa kappingina. Tí hava recurve liðini ongantíð skotið. Compoundliðini hjá Hetland og Føroyum hava verið mannað og í fyrstu kappingini vann Føroyar ferðasteypið. Nú skuldi so aftur dystur verða. Liðini verða mannað við teimum monnum og kvinnuni, sum hava bestu innleiðandi úr­slitini. Føroyska liðið var mann­ að við Jógvan Niclasen, Schandorff Vang og Sigrid Vang, sum eisini mannaðu oyggjaleikaliðið, sum vann gull í dysti ímóti júst Hetlandi á seinastu oyggjaleikium Hetlendska liðið var mannað við Mart­ in Krusche, Ryan Leith og Sara Leith. Hesi bæði seianstu nevndu vóru eisini á oyggjeleikaliðnum í fjør. Skjótast skuldu 24 pílar, fýra sett á tveir minuttir har skjúttar skutu tveir pílar hvør. Hetland hevði muni allan dystin og dróg frá. Hetland vann 204-190. Skála sørir móti Start Góða útgangss tøðan og harvið møguleikin at spæla seg víðari helt inntil tað restaði eitt korter, tá fekk Ventspils eftir lítlari løtu tvey mál, og so var alt avgjørt fótbóltur Jákup Mørk Størsta vónin um før­oyska luttøku í altjóða kapp­ing­um í august var undan miku­ degnum knýtt at GÍ, sum í Letlandi bara tapti 2-1 og harvið hevði møguleika at spæla seg víðari í kapp­ingini, tá ið gøtumenn í kvøld spældu heimadyst. Tað eydnaðist ikki hjá GÍ at spæla seg víðari. Í tættari uppgerð, har tað ikki vóru serliga nógvir mál­ møguleikar, livdi GÍ vón­in, inntil tað restaði eitt korter. Tá gjørdist Igor Slesar­cuks púra leysur. Hann legði bóltin framvið málverj­anum, og so var 1-0 til Vents­pils. Hesa løtuna var GÍ ikki nóg savnað um uppgávuna. Dygst frammanundan mál­­­in­­ um høvdu mótstøðu­menn­in­ ir bóltin á stólp­an­um aftan fyri Geza í GÍ málinum, og tríggjar minuttir eftir 1- 0 málið, gjørdu letlendsku gestirnir á Svanga­skarði aftur mál, og so var alt avgjørt. Hesa ferð var tað Vits Rimkus, sum eftir inn­ legg og roynd hjá verjuni at beina bóltin burtur við sera hegnis­ligum skoti úr høgru skor­aði og harvið stað­ festi, at føroyska lut­tøk­an í europeisku kapp­ing­unum er av á hesum sinni. GÍ royndi, og mesta part­­­in av tíðini var lítil mun­ur á liðunum. Bestu GÍ royndina átti liðformaðurin Sámal Joensen, tá ið gjørd­ist leysur og hevði tveir møguleikar. Annar var at spæla tvørtur um til Hanus Jacobsen í vinstru og hin var at royna sjálvur móti málinum. Sámal valdi seinna møguleikan, og mál­verjin bjargaði. 2-0 til Ventspils, sum vann 2-1 á heimavølli, og har­við heldur fram í kapp­ingini við samlaða mál­muninum 4-1. GÍ-Ventspils 0-2 (0-0) 0-1: Igor Slesarucks, 75. 0-2: Vits Rimkus, 78. GÍ vónin gjørdist ikki til veruleika Framúr Frem-byrjan Frem fekk ein trivaligur sigur í truplari útivøllaruppgávu, tá teir løgdu fyri í donsku ViasatSport-deildini um vikuskiftið. Vitjað varð í Køge, og har vann felagið hjá Jónas Tór Næs, Gunnari Nielsen og Atal Gregersen ikki minni enn 5-2. Stóri maðurin var Wassim El Banna, sum skeyt hattrick í dystinum, sum gav Frem eina fían byrjan upp á kappingarárið. -mørk Hetland vann ferðasteypið Tey bæði liðini, sum kappaðust í compound- liðkappingini. Hesa ferð varð tað Hetland, sum tók sær av ferðasteypinum